Fólkatingsvalið – løgtingsvalið og nýggj samgonga

VIT hava á hesum stað fyrr spátt, at Tjóðveldi og Samband fóru at fáa báðar fólkatingsmenninar. Tað hendi. Vit hava eisini gitt, at somu flokkar fara at vinna løgtingsvalið, og at teir sum rosinan í pylsuendanum fara at vinna dystsin um komandi samgongu, tvs. fáa tríggjar sigrar upp í slag. Hetta hava vit bygt á gongdina í veljarakanningunum men eisini á skiftið, sum hevur verið í politiska veðurlagnum nú í eina tíð.

Valanalysa

Jan Müller

jan@sosialurin.fo

 

 

 

Kann vera at hetta ljóðar sum at taka munnin ov fullan. At vit harvið halda, at Fólkaflokkurin og Javnaðarflokkurin longu nú eins væl kunnu geva skarvin yvir. Sjálvandi kann hetta broytast, men hetta er so tað, sum hevur ligið í luftini í eina tíð, og tí átti tað eisini at verið eitt týðuligt signal til ikki minst Javnaðarflokkin til sjálvsannsakan.

 

HÓAST valluttøkan til eitt fólkatingsval er eini 20-25% lægri enn til eitt løgtingsval, so er valið í gjár kortini eitt gott barometur til løgtingsvalið. Tjóðveldi hevur sum vera man sum andstøðuflokkur eitt gott útgangsstøði. Vit fáa eisini fleiri nýggjar ungar veljarar til løgtingsvalið og vísir tað seg, at nógv ung halla til Tjóðveldi. Vit vita eisini, at nógvir traditionellir tjóðveldisveljarar fara ikki á fólkatingsval, og uppá hesa konto kann Tjóðveldi eisini vænta eina framgongd til løgtingsvalið. Samanumtikið merkir hetta, at Tjóðveldi kann koma at økja sín lut úr góðum 25% upp í 26 ella 27%.

 

TAKA vit so Sambandsflokkin, so kundi okkurt bent á, at eisini hann hevur møguleika at gera eitt enn betri løgtingsval. Edmundeffektin gjørdi seg galdandi til fólkatingsvalið. Til eitt komandi løgtingsval kunnu vit rokna við, at eisini Laksáfosseffektin fer at gera seg galdandi. Magni Laksáfoss hevur nevniliga, helst vil vilja, gjørt lítið við at profilera seg til fólkatingsvalið. Hann sparir krútið til løgtingsvalið. Verandi formaður í Sambandsflokkinum, sum mátti lúta fyri Edmundi, hevur eisini brúk fyri at profilera seg optimalt til eitt løgtingsval. Hann veit, at verður hann nr. 3 tvs. yvirhálaður av bæði Edmundi og Laksáfoss, so er hann ferdigur sum høvdingur í Sambandsflokkinum. Tá skal bara ein eykalandsfundur til at kjósa nýggjan formann og nýtt løgmansevni. Tá hevur Sambandið so fingið fullan valuta í polariseringstaktikkinum. Hetta átti at sagt okkum so mikið sum, at vit fara at síggja eina sera harða kapping millum oddarnar í Sambandsflokkinum, og tað er nettupp tað, sum skal til fyri, at ein flokkur kann vinna eitt val. Hetta kann merkja, at Sambandið fer at fáa hægri prosental til løgtingsvalið enn til júst farna val. Tvs. at hann fer møguliga at fara úr góðum 23% uppá 24 ella 25%. Kanska uppaftur hægri. Vit síggja eisini, at uppskotið um Føroyar sum eitt valdømi, hevur ikki skatt uppskotsstillaran. So kanska hann og flokkurin eisini kunnu heysta ógóðan av tí til løgtingsvalið.

 

OG her kemur so tann áhugaverda nýggja politiska støðan. Nú kunnu bráddliga tveir flokkar, um enn ósamdir í nøkrum, kortini samdir í øðrum, skipa samgongu. Teir kunnu megna at fáa gott og væl 50%, kanska heili 52% av atkvøðunum. So vil onkur siga, at hesir mótsetningarnir kunnu ikki saman. Her mugu vit ikki gloyma, at Tjóðveldi kann ikki liva við at sita í andstøðu í enn eitt skeið. Og innanhýsis kappingin í Sambandinum fer at gera, at vit møguliga fáa nýggj fólk í oddin, fólk, sum einki hava ímóti at royna nakað nýtt, og sum ikki siggja tað sum eina sjálvfylgju at skula halda fram í samgongu saman við Fólkaflokki og Javnaðarflokki. Kann Sambandsflokkurin entá fáa løgmann og um somu tíð fáa størsta mótstøðuflokkin ” niður í knæ”, tí hesin vil ofra nógv fyri at koma inn í hitan, so kann Sambandsflokkurin fáa bæði posa og sekk.

 

VIT eru eisini vitni til, at tað er tann meira tjóðveldisvinarligi vongurin í Sambandsflokkinum, sum gongur fram, Edmund/Johan Dahl-ásin, og við einum Magna Laksáfoss, hvørs sjónarmið eitt nú á vinnulívs- og skattaøkinum harmonera nógv tey hjá Tjóðveldinum, ber til at ímynda sær eina samgongu millum hesar báðar flokkar. Tjóðveldi veit, at skal tað inn í hitan, so er kanska einasta gonda leið saman við Sambandinum. Men so má Tjóðveldi eisini leggja fullveldisretorikkin á hyllina. Og tað hevur Høgni Hoydal longu innsæð og gjørt.

 

Kanska ein týðandi finna í hesum taktiska spælinum er uppskotið hjá Kai Leo Johannessen um eina fólkaatkvøðu um ríkisrættarliga spurningin í 2012, júst tá nýggja samgongan hevur sitið í fýra ár. Hetta uppskotið hóvar Tjóðveldinum sum fótur í hosu, tí so kann flokkurin við góðari samvitsku leggja fullveldisætlaninar á hyllina til 2012 og til ta tíð at menna samfelagið á øðrum økjum og fyrireika tað til fólkatkvøðuna. Uppskotið hjá Kai Leo kom púra óvæntað fyri ikki langari tíð síðani, og hvør veit, kanska hevur tjóðveldisleiðslan teskað Sambandsoddinum hetta í oyrað, sum duraopnarin til eina tveyflokka samgongu komandi fýra árini og við einum sambandsmanni sum løgmanni.

 

HVAT kunnu so Jørgen og Jóannes gera fyri at forða hesum! Jørgen Niclassen hevði eitt sera gott val, hóast hann misti á stokkinum. Vit skulu so ikki gloyma, at Kallsberg verður við til løgtingsvalið, og har kann hann toga nakað aftrat inn til flokkin, so hesin betrar um sína støðu. Men spurningurin er, hvat Fólkaflokkurin skal brúka eitt gott løgtingsval til, um B og E longu hava ein plan. Javnaðarflokkurin vil sjálvandi gera alt fyri at vísa á tey góðu úrslit, sum hann m.a. hevur verið garantur fyri eitt nú á almanna- og heilsuøkinum. Og at búskapurin hevur tað gott. Hetta er bara ikki nokk til at venda gongdini hjá flokkinum. Løgmaður, sum eisini er formaður í Javnaðarflokkinum, hevur verið Føroyum ein sera virðiligur løgmaður, men tað er so ikki nokk til at kunna vinna flokki sínum avgerandi atkvøðurnar. Ein kann siga, at tað hevur gingið út yvir Javnaðarflokkin, at hann hevur verið so loyalur móti samgongupartnarunum, serstakliga Fólkaflokkinum. At hann hevur kanska verið ov lítið javnaðarformaður. Hetta vil so vera luturin hjá øllum løgmonnum. Givið er, at løgmaður má fara á barrikadurnar og skipa sín taktikk og sítt lið betri, skal hann gera sær nakra vón um at fáa eitt gott val. Men sjálvt um bæði Fólkaflokkur og Javnaðarflokkur fáa eitt rímuliga gott val, so kann tað kortini gerast Sambandið, sum í síðsta enda fer at sita við trumfinum. Og tá er spurningurin, um Edmund, Magni og Kai Leo heldur fara at velja E enn A og C.

 

 

SJÁLVANDI vilja tað vera nógvir aðrir møguleikar, har teir smærri flokkarnir eru við. Fara B og E ikki at røkka 50%, kunnu smærri flokkarnir koma inn í myndina. Tó neyvan Miðflokkurin, tí ein ov sterkur Miðflokkur er ræðandi fyri nærum allar samgongukonstellatiónir. Men her kann ein Sjálvstýrisflokkur við nýggjum andlitum gerast tungan á vágskálini.

 

HVAT vit enn halda, ynskja og vóna, so liggur í luftini ella hvør veit í kortunum hjá Edmundi og Høgna, at ein tveyflokka samgonga kann skipast eftir valið. Neyvan hóvar tað komandi og møguliga nýggju sambandsleiðsluni at vera triðja hjól í eini framhaldandi samgongu við A og C, og sjálvandi hóvar tað ikki leiðsluni í Tjóðveldi at skula sita úti í kuldanum í fýra ár aftrat. Hetta er tann beiski veruleiki, sum leiðslurnar í Fólkaflokkinum og Javnaðarflokkinum hava at fyrihalda seg til nú bert tveir mánaðir undan løgtingsvalinum. Hóast samgongan fekk góð 60% á valinum í gjár, kann veruleikin í morgin gerast ein heilt annar – við øðrum % útrokningum.