Hann var farin til hús við tí og hevði tikið tað inn í skúlan at hyggja nærri at hesum. Orsøkin til at hann fór í skúlan var, at loftið tá ikki var innrættað og tí ofta varð nýtt til ymisk umvælingararbeiði [...] at koma til Dímun í 1844 enn í 2010. Men avlýsta drotningavitjanin gjørdi so tað, at kongaliga vitjanin í Dímun fyri 166 árum síðani gjørdist alment kend. Harvið fekst eisini eitt íkast til ein lítið [...] verið fyri kortum »undan grønu torvu«. Tummas plagdi at koma til Dímunar at ferðast. Sofus var tann seinasti av teimum, sum varð sendur til Dímunar. Honum feilti ikki annað enn, at hann var nakað seint
hann í málaralæru hjá Andreas K. Mouritsen. Símun giftist við Rebekku, sum var ættað av Skála. Tey fingu fýra børn. Fyrst í sekstiárunum flutti familjan til Havnar, har Símun arbeiddi hjá Málingahandlinum
øðrum við til at geva fleiri bøkur út til skúlabrúks. Hann var eisini ein av teimum sum stovnaði Skúlabókafelagið í 1963. Bjarni hevur spælt nógv fótbólt. Tey flestu árini í B36 har hann var við til at vinna [...] upp hjá ommuni og abbanum í Trongisvági. Liðugur við skúlan arbeiddi hann í kolinum í Hvalba, til hann fór til Havnar á læraraskúla í 1954. Eftir at hann var útbúgvin á Føroya Læraraskúla í 1958, starvaðist [...] 1958 giftist Bjarni við Jónu Restorff úr Havn. Tey fingu fýra døtur: Tove, Guðrið (doyði sum hálvtannað ára gomul), Guðrið og Annika, umframt barnabørnini. Bjarni og Jóna eru hvønn dag at síggja til arbeiðis
fór eftir lokna skúlagongd í snikkaralæru hjá Zacharias Bech, har hann lærdi til møbilsnikkara. Eftir hetta fór hann til Horsens, har hann í 1974 tók prógv sum byggifrøðingur. Arni arbeiddi í nøkur ár [...] fáir, sum hann hevur lagt í hetta frítíðarítrivið. Ikki minst við skótadepilin á Selatrað. Arni giftist við Ellu í 1975. Børnini eru tvey, Pætur, sum er 29 og Hanna, sum er 23. Og nú er eisini verdótturin
Súsanna f. 1915, giftist við Kjartan Hentze, langabbason Óla Jákup, tann fyrsti av systkjunum í Norðragøtu, sum fluttu til Skúvoyar. Tað var hann, sum kom at hava postflutningin til Dímunar í nógv ár [...] Tjørnustovu Sunniva giftist í 1764 við Ísak Joensen í Heimistovu í Fuglafirði. Hann var 16 ár yngri enn hon.Tey fingu fimm børn. Eitt av teimum var Elsebeth Isaksdatter, f. 1767. Hon giftist við Jákupi Heinesen [...] elsta var Anna Jacobsdatter, f. 1794. Hon giftist við Óla Jacobsen, bónda í Tjørnustovu í Norðragøtu. Ein onnur dóttir var Sunneva Jacobsdatter, sum giftist við Høgna Jacobsen, beiggja Óla Jákup. Tey
sum hevði lært til harraskræddara í Edinburg. Mona var við tá Eliesar Poulsen stovnaði sangkórið í Betesda í 1926, og lærdi hon eisini at spæla orgul hjá honum, stundum spældi hon til møtini. Hon spældi [...] spældi orgul við og uttan nótablað, til hon var komin upp í 90-ini. Í 1930 var hon á húsarhaldsskúla í Havn, har sum hvíldarheimið Naina er nú. Í 1936 fór hon á húsarhaldsskúla í Keypmannahavn. Eftir útbúgvingina [...] boði pláss hjá Oberstløjtnanti Leschly, og tænti hon har í hálvtannað ár. Eftir 10 ára trúloving giftist hon við Jacob Frederik Isaksen í 1942, og fluttu tey i nýggj hús, sum hann hevði bygt á Sand á Stongum
røð. Zacharias var borin til festið, men segði tað frá sær. Hann fór til sjós og varð eisini skiparalærdur. Hann sigldi í hvussu er við Lalla Roohk hjá Jens Mohr. Hann giftist so við Caroline, og tók við [...] úr Íslandi til Onglands, eins og tær føroysku sluppirnar gjørdu undir seinna heimsbardaga. Men skipið fekk slíkan skaða á ferðini til Havnar, at tað kom ikki í drift. Seinni gjørdist skipið til Álaker hjá [...] Mýru á Tvøroyri. Hon var mett at taka 1.200 til 1.400 skippund, og var skipið sostatt bæði stórt og rúmligt. Marta gjørdi sína seinastu ferð úr Føroyum til Hull við fiski, tá farið var av Havnini seinnapart
Hermansson ikki vóru til í teirra ungu døgum og langt upp í vaksnamannaárini – fyri ikki at siga ellisár. Teir fóru blaðungir undir at geva út jólablaðið Følv, tá útlendski blaðstreymurin til Føroya steðgaði [...] og pápin úr Sørvági. Poul Arne er miðlingur av sjey systkjum. Bert 15 ára gamal kom hann til Havnar at læra til prentara hjá Arnoldi Øster. Har sluppu hann og Oskar at bróta um og prenta Følv, tá alt annað [...] Tað er heilsanin jólaaftan til tann fyrsta jólamannin, sum eftir trúgva og drúgva tænastu lat seg pensjonera frá hesum starvi fyri nú mongum árum síðani. Avloysararnir hava lagt sær eina við at senda gamla
gamal. Ullin fingin til høldar Ullin varð øll fingin til høldar. Skinnini lógu, til ullin var rotað burtur av. Tey vóru millum annað brúkt til rotuskógvar, og tann rotaða ullin varð nýtt til bátsmanstroyggjur [...] koma til Gudruna, sum var komin til at eiga. Nærmasta jarðarmóðir var í Skúvoy. Um hesa tíðina var tað Greta, kona Mikkjal undir Brekkunum, sum hevði hetta starv. Hon var úr Skopun og giftist til Skúvoyar [...] hon so til Dímunar at vera til reiðar. Skúvoyingar róðu hana so til Dímunar, og hetta var vanliga ein hampiliga stutt ferð. Men júst hendan dagin køvdi hann av í mjørka, og báturin viltist á veg til Dímunar
av Skálafjørðinum og til Klaksvíkar at búgva – Christian, Klávus og Jógvan, sum bygdi úti í Klaksvík, omanfyri Klaksvíkstrønna. Navnið í Grótinum festi seg til hesi húsini og til grannalagið. Kona Jógvan [...] Næstved, flutti hann aftur til Klaksvíkar, og síðani 1995 hevur hann verið í starvi í Skúlanum á Ziskatrøð. Longu meðan hann gekk í realskúla, var Steintór saman við javnaldrum við til at seta á stovn ungdómsfelag [...] møguligt annað. Ikki minst barnarímur og sangir, sum hann fekk íblástur til at yrkja og syngja, tá ið hansara egnu børn vóru smá og vuksu til. Í 2006 fekk Steintór barnabókavirðisløn M. A. Jacobsens fyri hugskotið