Arni, sonur Honnu og Dáva Clementsen, er føddur og uppvaksin í Havn, fór eftir lokna skúlagongd í snikkaralæru hjá Zacharias Bech, har hann lærdi til møbilsnikkara. Eftir hetta fór hann til Horsens, har hann í 1974 tók prógv sum byggifrøðingur.
Arni arbeiddi í nøkur ár hjá Pihl & Søn, har hann m.a. stóð fyri útstykkingini á Kornmansmýru. Í 1980 byrjaði hann sum faklærari á Tekniska Skúla í Havn, og varð fyri umleið tveimum árum síðani settur sum leiðari á Skúlaheiminum.
Skal nakað stutt sigast um Arna, so er hann sera hegnigur, væl lýddur hvar hann er, og ikki minst hjálpsamur, eru boð eftir honum. Er nakað, sum hann ikki dugir, so er tað at siga nei, um onkur hevur hjálp fyri neyðini.
Hóast Arni ikki longur er so virkin innan skótarørsluna hjá KFUM, sum hann annars hevur verið frá barnsbeini, so er hugtakið “Einaferð skóti, altíð skóti” galdandi framvegis, og ikki eru tímarnir fáir, sum hann hevur lagt í hetta frítíðarítrivið. Ikki minst við skótadepilin á Selatrað.
Arni giftist við Ellu í 1975. Børnini eru tvey, Pætur, sum er 29 og Hanna, sum er 23. Og nú er eisini verdótturin, Birgitta, komin í familjuna. Familjan stendur honum allar nærmast, og í heimi teirra við Mýrisnípuvegin hava øll alla orsøk at kenna seg væl.
Arni ger vanliga ikki nógv hóvasták úr sær sjálvum, men nú hevur hann gjørt av at halda føðingardagin fyri øllum teimum, sum hava hug at heilsa uppá hann. Føðingardagurin verður hildin á Skúlaheiminum við Marknagilsvegin leygardagin 17. juli millum klokkan 12 og 16.
t.