Tað er heilsanin jólaaftan til tann fyrsta jólamannin, sum eftir trúgva og drúgva tænastu lat seg pensjonera frá hesum starvi fyri nú mongum árum síðani.
Avloysararnir hava lagt sær eina við at senda gamla jólamanninum eina heilsan, bæði tá hann var staddur úti á trøðni í Grønlandi og nú í seinastuni á Lágargarði í Stoffalág. Hetta var samstundis ein heilsan til álvarsmannin og skemtaran Poul Arna Joensen, sum fyllir 90 ár leygardagin.
Poul Arne er kendur fyri so mangt. Eina kendast mundi hann vera sum skemtari, og tað var næstan ikki tann veitsla og ikki tað undirhald, sum hann og vinmaðurin Oskar Hermansson ikki vóru til í teirra ungu døgum og langt upp í vaksnamannaárini – fyri ikki at siga ellisár.
Teir fóru blaðungir undir at geva út jólablaðið Følv, tá útlendski blaðstreymurin til Føroya steðgaði undir krígnum, og Følv var fastur jólagestur í flestu føroysku heimum í eitt mannaminni.
Søgurnar vóru góðar, frásagnirnar áhugaverdar, yrkingarnar á høgum stigi fyri ikki at tala um sangirnar, sum lógu inni í Følvi. Fyrstu árini fingu teir sjálvan Hans Andrias Djurhuus at gera sangirnar, men tá hann fall frá, tóku teir sjálvir yvir – og tað var ikki minni forkunnugt.
Knarvakotið, framtíðar ljósa hop, var ein sangur, sum rungaði í hvørjum skoti seinnu helvt av fimtiárunum, Sára var ein annar og so við og við komu fleiri fulltreffarar, sum sóu verðina frá teirri skemtiligu síðuni. Frá teimum komu eisini barnasangir, sum rungaðu í útvarpinum dag um dag ár eftir ár – Stórhvalagildið, Lítli Snar og you name it.
Í Sjónleikarhúsinum var Poul Arne fastur fúsur í mong ár. Hann var millum teir trúgvastu at halda sjónleikara- og upplesarakynstrinum uppi í útvarpinum, og hann helt seg framvegis til at fara á pallin at skemta og yrkja, tá V4 sá dagsins ljós.
Poul Arne er sørvingur, sonur Nesa Kristinu og Jóhannus hjá Lona Jógvani. Mamman úr Nesinum í Vestmanna og pápin úr Sørvági. Poul Arne er miðlingur av sjey systkjum. Bert 15 ára gamal kom hann til Havnar at læra til prentara hjá Arnoldi Øster. Har sluppu hann og Oskar at bróta um og prenta Følv, tá alt annað var gjørt.
Poul Arne arbeiddi sum prentari í nøkur ár, men so broytti hann kós. Hann fór á heilsøluna hjá Poul Hansen í Havn sum sølumaður. Har var hann í eini 20 ár. So var hann nøkur ár á heilsøluni Grøði, og seinastu 15 árini av arbeiðslívinum sat Poul Arne Joensen innanfyri rútin í Havnar Sjúkrakassa og avgreiddi fólk.
Hann sá altíð so álvarsamur út, tá hann hugdi at tær upp um brillurnar í hesum friðsama umhvørvinum, men eisini har mundi mangur láturin runga innan í honum og okkurt skemtiligt hugskot koma í stropa.
Poul Arne var mestsum gamal drongur, tá hann giftist systir Oskar, Svanhild, sum eitt nú var kend fyri sangin um Lítla Snar. Hon doyði fyri góðum fimm árum síðani. Dreingirnir Mourits og Páll Árni hava seks børn, og hesi abbabørnini hava higartil ríkað Poul Arna við fimm langabbabørnum.
Poul Arne fór ongantið aftur til Sørvágs at vera. Men saman við brøðrunum Louis og Kristoffuri átti hann snurrváðsbátin ”Akranes” í teirri ringu tíðini fyrst í fimtiárunum. Teir hóraðu undan, og nakað seinni keypti Poul Arne trøðna hjá Jákupi í Snikkarastovu úti í Grønlandi.
Har dámdi honum væl at vera og har legði hann nógv fyri.Seinni bygdi hann sær bæði stór og snotulig hús á trøðni.
Poul Arne er sjálvstýrismaður. Tað gav at bíta einaferð, hann var har vesturi og ferðaðist. Tey gomlu bóðu hann fara at heysa flaggið. Hann segði nei. Hann heysaði ikki danskt flagg á føroyskari jørð. Tá skuldi Nesa Kristina hvessa eftir honum: ”Hvat er tað fyri basillur, tey geva tær í Havn?”.
Poul Arne og Oskar vóru útvarpinum trúgvir veitarar á so mangan hátt. Ein ávísur felagsskapur tóktist vera millum teir báðar og útvarpsstjóran Niels Juel. Teir vóru so javngamlir. Høvdu Oskar og Niels Juel livað, høvdu teir fylt 90 í næsta mánaða.
Mangt liggur eftir svágrarnar báðar bæði í útvarpinum og aðrastaðni Í hesum døgum kemur út ein diskur við eldri tættum og vísum. Har liggur parturin hjá Poul Arna og Oskari ikki eftir. Frálíkt, at hetta er varðveitt og nú verður komandi framat. Sumt hevur sín uppruna úr Følv, annað úr útvarpinum og upp aftur annað frá plátuútgávum.
90 ár eru ikki 90 dagar. Nógv vatn er runnið í ánni hesi árini, síðani Poul Arne varð borin í heim 17. juli 1920. Eg ivist ikki í, at Poul Arne við sínum bæði álvarsama og skemtiliga lyndi hevur fingið nógv burtur úr lívinum bæði so og so.
Til lukku við degnum og takk fyri mangan pakkan.
Heilsan
Jógvan Arge