Steintór Rasmussen fimmti

Fríggjadagin 23. juli verður Steintór Rasmussen í Klaksvík 50 ár. Hann hevur í mong ár verið í fremstu røð – ikki minst innan sang og tónleik. Umvegis sítt fjøltáttaða virksemi og við síni vinsælu og vinnandi framferð kennir Steintór nógv fólk, og tey eru mong, sum halda seg kenna føðingardagsbarnið, sum nú fer um tey hálvt hundrað, og sum framvegis megnar at varðveita sambandið til børnini og ungdómin.
Hann var føddur og vaks upp úti í Grótinum. Hetta staðarnavnið í Klaksvík kemur av Skipanesi. Teir vóru tríggir brøður, sum fyri einari stórari øld síðani fluttu av Skálafjørðinum og til Klaksvíkar at búgva – Christian, Klávus og Jógvan, sum bygdi úti í Klaksvík, omanfyri Klaksvíkstrønna. Navnið í Grótinum festi seg til hesi húsini og til grannalagið.
Kona Jógvan í Grótinum var Magdalena Carolina, sum var ættað av Uppsølum. Tey fingu tíggju børn, og tá ið fleiri teirra búsettust í grannalagnum hjá foreldrunum, gjørdist í Grótinum skjótt býlingur.
Yngstur av børnunum var Steingrím, sum giftist Nancy, ið er ættað sunnan úr Vági. Tey búsettust í Grótinum, og Steintór er yngstur av teimum fimm synunum hjá teimum: Jón (1951), Alex (1952), Álvur (1954), Páll (1956-2010) og Steintór (1960).
Steintór var liðugur við HF í Klaksvík í 1979, og í 1994 tók hann læraraprógv á Vordingborg Seminarium. Eftir at hava verið lærari í eitt ár í Næstved, flutti hann aftur til Klaksvíkar, og síðani 1995 hevur hann verið í starvi í Skúlanum á Ziskatrøð.
Longu meðan hann gekk í realskúla, var Steintór saman við javnaldrum við til at seta á stovn ungdómsfelag, og hann var eisini uppi í landsfelagnum fyri ungdómsfeløg.
Tíðliga í tíðini fór Steintór at gera vart við seg sum tónleikari, lagsmiður og eisini yrkjari. Saman við vinmonnunum Rana og Eyðuni Nolsøe stovnaði hann fyri meiri enn fjórðingsøld síðani Frændur, sum seinastu 25 árini hava spælt og sungið í Klaksvík og kring landið alt og eisini uttanlands.
Steintór hevði avgerandi leiklut, tá ið Frændur av fyrstan tíð fóru í studio og góvu plátu út í 1984. Steintór skrivaði flestu av sangunum, sum eru á fyrstu útgávuni, og øll árini síðani hevur Steintór verið ein týðandi partur av bólkinum, sum hevur skrivað og spælt so nógvar sangir, sum føroyingar kenna væl. Millum kendastu sangirnar, sum Steintór hevur skrivað til Frændur, eru Føroyar, Lívsmynd og Hundurin Brúni.
Steintór hevur verið hugflogsríkur og arbeiðssamur. Hann hevur virkað fyri, at fáa føroyskar unglingar, sum tað hevur ligið væl fyri hjá sum sangarar og tónleikarar, kendar uttanfyri landoddarnar, hann hevur gjørt útvarpssendingar, har hann hevur víst serligt hegni at fáa tilfar úr Klaksvík og bygdunum í Norðoyggjum at kennast áhugavert fyri allar føroyingar, og so er hann ein av teimum, ið tóku stig til Summarfestivalin, sum hann framvegis er ein av oddamonnunum fyri. Nógvir av sangunum hjá Steintór eru vorðin fólkaogn, og bæði sum lagsmiður og yrkjari og eisini sum umsetari hevur Steintór lagt sannar perlur úr hondum. Innihaldsliga hevur hann spent víða. Í unglingaárunum vóru tað kærleiksballadur og politiskt atfinningarsamar yrkingar, og so hevur hann yrkt og sungið um alt møguligt annað. Ikki minst barnarímur og sangir, sum hann fekk íblástur til at yrkja og syngja, tá ið hansara egnu børn vóru smá og vuksu til.
Í 2006 fekk Steintór barnabókavirðisløn M. A. Jacobsens fyri hugskotið og útgávuna Kular Røtur. Tá varð sagt soleiðis í grundgevingini:
Øll børn í Føroyum kennast við hugtakið Kular Røtur. Hetta eru beinraknir barnasangir við stuttligum og ævintýrkendum innihaldi, ið bera upp á rím. Løgini eru ljómandi og leikandi løtt. Innihaldið er núligt, og ganga orð, myndir og tónleikur í eina heild, sum hóvar børnunum væl. Steintór Rasmussen hevur við útgávuni Kular Røtur sýnt listarligt hegni og fingið fram sanggleðina hjá okkum øllum, smáum sum stórum.
Steintór er giftur Jóngerð Biskopstø úr Klaksvík, og tey eiga trý børn: Annika, Rasmus og Rakul Ró.
Frá barnsbeini av hevur Steintór verið sera áhugaður í talvi. Beiggjarnir telvaðu, og Steintór var ikki meiri enn farin í skúla, tá ið hann fyrstu ferð troppaði upp í talvfelagnum, sum nýliga var endurstovnað, og sum helt til í skúlanum og seinni í ovastu hædd í Føroya Banka og síðani í Skákinum í Akursmørk. Steintór hevur verið við og átt sín lut í veldugu menningini, sum talvfelagið í Klaksvík hevur verið í seinastu fjøruti árini, og hann hevur vunnið FM fyri unglingar og í landsliðsbólkinum – bæði í liðkappingini og fyri einstaklingar.
Føðingardagurin verður hildin saman við innbodnum heima í Klaksvík.