Hundurin bjargaði mær

Tað hava verið nógvar deyðiligar vanlukkur í Stóru Dímun, men tað vóru eisini merkisverdar bjargingar, sum tá ið hundurin hjá teimum bjargaði Janusi frá tí vissa deyða

6. partur

Í seinasta parti høvdu vit frá­søgn­­ina um kongaligu vitjanina á Stóru Dímun í 1844. Hetta varð gjørt í samband við ta ætlaðu drotn­ingar­vitjanina seinasta hósdag. Men henda vitjanin gjørdist av ongum. Í øllum góðveðrinum, sum drotningin hevði, skuldi tað júst vera ta løtuna, at ætlanin var at vitja Skúvoy og Dímun, at tað ikki gjørdist veður at fara hagar. Hetta var sjálvsagt eitt vónbrot, tí í báðum plássum høvdu tey fyrireika seg væl og virðiliga at taka ímóti gestunum. At veðrið fór at arta seg soleiðis samsvaraði væl við veðurfrásøgnunum. Tí verður eisini spurt, um ikki ein slík skrá kundi verið so mikið ligilig, at hon tók hædd fyri slíkari støðu.
Men tað vísti seg at vera lættari at koma til Dímun í 1844 enn í 2010. Men avlýsta drotningavitjanin gjørdi so tað, at kongaliga vitjanin í Dím­­­un fyri 166 árum síðani gjørdist alment kend. Harvið fekst eisini eitt íkast til ein lítið kendan part av søguni hjá Stóru Dímun.

Bjargaður av hundinum
Nú verður so komið aftur til ger­andisdagin og frásøgnina hjá Jan­usi:
Eg kundi sjálvur dottið oman bert fá ár eftir, at pápi mín var deyður. Eg var tá 3-4 ára gamal. Mamma hevði sagt við arbeiðsgenturnar, at hon fór at hvíla seg, og hon bað tær um at ansa eftir mær. Tá ið hon vaknaði og kom upp aftur, var eg ikki at síggja. Genturnar høvdu snøgt sagt gloymt meg. Mamma fór so at leita. Tá hoyrdist hundahvin niðri við bakkan. Mamma fer om­an eftir ljóðinum. Komin oman á skráningina, sær mamma, at hund­urin stendur og heldur í mær. Eg havi eftir øllum at døma verið um at fara útav, og hundurin hevur bjargað mær í seinastu løtu. Hann hevur so hildið í meg, samstundis sum hann hevur sent »neyðarróp«.
Eg var tá komin so langt oman, at mamma tordi ikki at fara oman eftir mær. Tá kundi lættliga endað galið hjá okkum báðum, ikki minst um hundurin so eisini slepti.
Mamma fekk rópt eftir mann­inum Óla Jákupi, sum við eini fleyga­stong fekk um meg og fekk meg drignan niðan frá bakka­trom­uni.
Tá var troyggjan heilt uppetin, sum hundurin hevði hildið í hana. Hesin hundur man hava fingið ein góðan bita fyri bragdið!

Hans í Malthúsi druknaði
Tað gingu tó ikki nógv ár, til feigdin aftur vitjaði í Dímun. Hetta var í 1931, tá ið 14 ára gamli Hans, sonur Jóannes í Malthúsi í Dali, druknaði í Brimgjónni. Eg var um sjey ára gamal tá, so eg minnist tað væl.
Hetta var í rituungatíð, teir vóru nakrir farnir eftir rituungum. Hans saman við einum øðrum skuldu taka rituungar á helluni. Har áin rennur oman í gjónna var sera hált niðri við. So Hans er áhaldsin og fer á sjógv. Her var høgt niður fyri, einar 4-5 favnar. Sofus og Tummas vóru til staðar har, men kundi einki gera, tí teir stóðu uppi á bakkanum. Teir róptu á Hans um at taka í taran og halda fast. Tað royndi hann eisini. Men tað var sjóvarfalsbrim og tí ókyrt. Hans misti tískil takið, og teir náddu ikki at bjarga honum. Hann varð seinni funnin sum lík og varð jarðaður í Húsavík.
Tað var systir hansara Ebba, sum gjørdist arbeiðsgenta hjá ameri­kanska oljukonginum Rock­efeller sum greitt er frá í røðini Hendur ið Sleptu og í teimum út­varpssendingum, sum hava verið fyri kortum »undan grønu torvu«.
Tummas plagdi at koma til Dím­unar at ferðast. Sofus var tann seinasti av teimum, sum varð sendur til Dímunar. Honum feilti ikki annað enn, at hann var nakað seint mentur. Hann dugdi at lesa og skriva, men hann dugdi ikki 2+2. Hann hevði als ikki skil fyri tølum.
Hann fór seinni til Íslands, men kom aftur sjúkur. Hann doyði nokk so skjótt.
Tann seinasti, sum skuldi send­ast til okkara, var annars ein drong­ur úr Vágum, sum hevði gjørt seg sekan í onkrum Men tá kom hann at liggja veðurfastur í fleiri vikur í Skúoy á veg til Dímunar. Tá fekk hann blindtarmsbruna. Tað tók sína tíð at gerast frískur aftur. Tá var tíðin farin, sum hann annars skuldi verið í Dímun, og hann kom ikki. Harvið endaði hesin parturin av Dímunar søgu.

Aftur nærum vanlukka
Tá ið eg var 12 ára gamal kundi aftur ein stór vanlukka hent í Dímun. Hetta var í samband við ræning í einum sigi í Fútagili, sum eitur Flágin yvir Loftshill
Gunnar í Toft úr Dali var í línuni. Hetta var beint við gjónna við lendingina. Óla Jákup, stjúkpápin, og eg sjálvur vóru settir soleiðis, at vit skuldu síggja hann. Vit skuldu varskógva teir, sum sótu við línuna, tá ið tað skuldi sígast, haldast og dragast inn.
Mannagongdin var annars tann, at línan varð løgd um tveir hælar, sum vóru settir niður í bakkan, so helvtin kom uppúr.. Ein hali var um ein metur til longdar. Abbi mín Filippus sat undir, sum tað varð sagt. Hann slakkaði línuna og dróg inn, sum hann fekk boðini frá okkum.
Óla Jákup í Hvanngarðinum og Beda í Stórhúsi í Dali sótu niðri við tromina og ansaðu eftir línuni, so ólag ikki kom á hana.
Gunnar var í mittastu rókini, einar 20-25 favnar uppi frá helluni. Hann hevði gingið nakað langt eftir rókini.
Gunnar hevði fullar eggaprillur, 200 egg í hvørjari, tá hann rópti á hinar um at síga seg niður á helluna.
Vit róptu á teir á bakkanum at draga slakkin, tá ið hann fór móti teimum aftur. Teir drógu til tað stóð á. Men knappliga gleið hann, og tað var tað seinasta hann mintist. Hann raknaði ikki við aftur fyrr enn á sjúkrahúsinum á Tvøroyri.
Tað var ein slakki í línuni, tá ið Gunnar datt, tí hann var ikki náddur at koma beint undir monn­unum á bakkanum.
Hetta gav eitt slíkt sett, at línan fyrst fór upp av hælinum, og strok kom á hana. Óla Jákup, sum var av allarknappastu monnum, legði aftur um hælin. Men tá skrædnaði hælurin oman úr. Allir tríggir á bakkanum blakaðu seg eftir línuni, men tá var Gunnar komin niður á helluna.

Endaði á eggjaprillunum
Um fallið var størri, kundu allir eins væl verið farnir útav. Tað hevði verið tann vissi deyði. Teir á bakkanum hildu eisini Gunnar vera deyðan. Men tað vildi so væl til, at tá ið Gunnar fall niður á á helluna, hevði hann eggjaprillurnar undir sær, so hann datt niður á tær.
Eggjasleivin, sum hann hevði í hondini, var tað fyrsta sum tók, og hon fór í trý. Eggjasleivin er ein stong við króki í øðrum endanum at toga seg gjøgnum bergið og lítlum glúpi í hinum endanum at nýta til at taka eggini.
Eggjaprillurnar teir brúktu, vóru ikki heilt av tí gamla slagnum. Hetta vóru avkvettir kýkar. Gunnar datt tískil niður á báðar prillurnar. Tær virkaði sum ein fjøður, so hann støkk upp frá aftur og kom niður aftur eftir liðini. Tá tók tinningurin, hetta var einasta sárið hann fekk. Hann var eisini heppin á annan hátt. Niðri undir var ein stór urð. Gunnar kundi eins væl dottið í hana, tá hevði hetta ikki spælt so væl av.
Ein bátur av Gørðunum í Vági hevði verið eftir eggum og var beint farin avstað. Tað varð rópt eftir honum, men hann hoyrdi ikki.
Tað vildi so væl til, at tveir snarubátar lógu út fyri Gjónni, tá ið hetta hendi. At veiða fugl við snaru var ein vanligur veiðuháttur, men hann varð tó ikki nýttur av díminingum. Hesir fingu samband við bátin av Gørðunum, sum vendi aftur og tók Gunnar inn á sjúkrahúsið á Tvøroyri, har hann kom fyri seg aftur.
Henda hending var sjálvsagt ein ræðuligur hvøkkur fyri okkum øll, og enn einaferð sóu vit, hvussu lættliga tað kundi enda galið.

Konfirmeraður
Eg bleiv konfirmeraður á Sandi.Tað eru vit øll systkini. Vit hoyrdu nú til tað prestadømið. Prestur var Blicher Winther. Hann var leingi prestur á Sandi. Hann kom í 1930. Hann var so líka til hann fór frá fyri aldur í 1970. Familjan hjá honum fór niður aftaná kríggið. Hann átti fýra børn, tvey av hvørjum slag.
Foreldrini hjá honum vóru deyð undir krígnum. Hann segði, at hann tímdi ikki at fara niður aftur, nú foreldrini vóru burtur. Hann var einsamallur eftir, men fekk sær eina húshaldirsku, sum var úr Skúvoy. Hóast hann var so stóran part av lívinum í Føroyum, so tosaði hann ikki føroyskt, men hann vildi helst, at tað varð tosað føroyskt við hann.
Her kann nevnast, at tað komu eisini menn frá Brøðrasamkomuni á Tvøroyri út í Dímun at halda møti. Millum hesar vóru brøðurnir Andreas og Ansgar Nolsøe av Tang­anum.

Stjúkpápin doyr
Enn eina ferð skuldu vit uppliva eina deyðavanlukku, hesa ferð í Dali. Pápi doyði sum áður nevnt í 1924. Men í 1927 giftist mamma aftur við Óla Jákup í Toft úr Dali. Hann festi ongantíð men virkaði tó sum bóndi í Dímun. Mamma sat sjálv við festinum.
Tað gingu bert 17 ár frá tí pápi doyði, til mamma missir seinna mannin av eini heilt serligari van­lukku.
Hann doyði nevniliga av eini spronging í Dali í 1941. Óla Jákup var farin til Dals, og hann ætlaði sær at fáa menn við sær at fygla eftir lomviga.
Fygling fer fram eftir at pisan er komin út, og oyðufuglurin kemur uppá rókina. Hetta er tann ikki kynsbúni fuglurin, sum fyrst á sumrinum heldur seg til sjós. Tá hann kom uppá rókina, setti hann seg ytst at tromina.
Tað vóru serligar reglur fyru fygling. Endamálið við fyglingini var fyrst og fremst at fáa oyðu­fuglin. At veiðan skuldi vera burðar­dygg lá djúpt í fólkinum, sum skuldi liva av fugli.
Tí var ásett, at tað skuldi ikki takast meira enn ein triðingur av fuglinum. Heldur ikki mátti rókin røkjast meira enn triðja hvørt ár.
Óla Jákup var komin til Dals tann 14.juli. Tað var av fagrasta veðri. Fyrrapartin var Óla Jákup farin niðan á Sýn eftir torvi. Hann kom aftur við einum 200 punds sekki av torvkonglum.
So var tað ein drongur í Dali, sum kom inn og segði við Óla Jákup, at hann hevði funnið nakað niðri á Møl. Hann visti ikki, hvat tað kundi vera. Óla Jákup fór við dronginum at vita, hvat hetta var fyri nakað.
Hetta var eitt hylki, um einar 60 cm til longdar, minti um eitt flatt lomvigaegg. Ùr øðrum endanum var ein veirkustur um hálvan metur til longdar.
Óla Jákup hevði so skrúvað hylkið sundur og tikið eitt stykki úr tí. Hann var farin til hús við tí og hevði tikið tað inn í skúlan at hyggja nærri at hesum. Orsøkin til at hann fór í skúlan var, at loftið tá ikki var innrættað og tí ofta varð nýtt til ymisk umvælingararbeiði
Teir báðir dreingirnir, sum høvdu verið í fjøruni, fylgdu við honum, men hann vildi ikki hava teir við inn í skúlan.
Óla Jákup fór uppá loft at seta seg og fór at skrúva hetta sundur. Tá brestur. Annar drongurin var tá komin uppá loftið. Hann var funnin millum skins og hold í skúlanum. Hin var deyður í gongini. Óla Jákup var sum skilst heilt illa farin. Dreingirnir vóru 15 og 19 ára gamlir.
Tað doyðu tískil tríggir av hesi vanlukku. Tað merkiliga var, at dreingirnir sum doyðu, vóru báðir tvíburðar, men ikki við hvønn annan.
Óli hjá Vitussi, systkinabarn pápa, átti annan drongin. Óla Jákup í Hvanngarðinum var abbi at hinum dronginum.
Óla Jákup gjørdist 48 ár og varð jarðaður í Húsavík. Tá var ikki kirkjugarður í Dali. Tað vildi verið ov óhøgligt at jarða hann í Dímun.
Óla Jákup var jarnsmiður og sera hegnigur. Hann lærdi á Tvøroyri hjá Jørgen Smið og var útlærdur í 1916. Hann var uppfinnsamur og fekk ótrúliga nógv at bera til. Millum annað gjørdi hann sum sveinastykki eina lítla kanón, sum kundi standa á einum borði sum prýði. Hon kundi bæði løðast og skjóta. Hon er enn til í ættini.
Óla Jákup var av prúðastu monnum. Tiltikin var hann fyri dirvi, eitt nú í bjørgunum.
Hann var ikki kendur fyri at vera skilaleysur ella óansin. Tað var heldur hinvegin. Kortini skuldu tað gangast sum tað gekk.