til í einum vanligum hjúnalagi millum konu og mann (um eg havi skilt hann rætt). Úrslitið av roknistykkinum er, at 12 ára skiftistíð í veruleikanum svarar til 1 ár. Og júst her haldi eg, at tað hevur týdning [...] stjórnin sigur, at blokkstuðulin skal minkast burtur í 4 stigum (við 20% um árið). Um henda gongdin byrjar 1. januar 2002, ja so endar eisini hon í 2006. Tað vil siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið alt tað
Kyndil: Jórun Ludvig 6(1), Lotte Sørensen 5(2), Ann Hansen 4(1), Óluva Dalsgard 3(1), Erla Smith 2, Anita Kjørbo 1, Jensia Petersen 1 Neistin: Súna Mørk 6, Katrin á Neystabø 5(1), Annika Thomsen 5(3), [...] hugsað um egna spælið og okkara spæl í senn. Tað er jú sera torført at fylgja nóg væl við hesum, tá mann sjálv spælir, og har umframt kundi Lotte eisini spæla nógv meira frígjørt í dag, enn hon hevur gjørt [...] Ata Høgnadóttir 3, Mildrid Jacobsen 2, Birita Wardum 2, Susan Brockie 1 Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 5 Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 4 Dómarar úir Kyndli/Neistanum: Hanus Kúrberg og Kristian Johansen
03.03.2001 1.e4 e6 Fronsk byrjan 2.d4 d5 3.Nc3 Bb4 4.e5 Ne7 5.a3 Bxc3+ 6.bxc3 c5 7.h4!? Qc7 8.Rh3 b6 9.h5 h6 10.a4 Rani kennir seg hava tíð at útseta útviklingina 10...Ba6 11.Bd2 Bxf1 12.Kxf1 Nbc6 13.Qg4 [...] býtismun er betri enn at geva mann] 37.Nxe7 Ne4 38.Ng6 Nxf6+ 39.exf6 Rxf6 40.Ne5+ Kd6 41.f3 Rf8 42.Rg1 Rc8 43.Rg7 Rc7 44.Rxc7 Kxc7 45.Kxh6 a5 46.Nd3 b5 47.Kg5 bxa4 48.Kf6 a3 49.Nc1 Kd6 50.Na2 Kc6 51.Kxe6 Kb5 [...] Ke2 Rc7 25.h6 gxh6 26.Rh1 Nb2 27.Nh5 einasti leikur sum kann brúkast hjá Rana 27...Kd7 28.Rxf7+ Kc8 29.Rxc7+ Kxc7 30.Bf6 Rh7 Rani hevur nú fyrimun, eftir at hava staðið verri 31.Ra1 Nc6 32.Kf3 Nc4 33.Kg4
ein flottur endaspurtur hjá havnarmonnum. Ikki færri enn níggju mans hava umboða vinnandi liðið hjá Havnini, og hesir vóru Flóvin Tór Næs 1,5 stig av 3 møguligum, Haldur S. Johansen 3/7, Herluf Hansen 3_/10 [...] Olaf Berg 6,5/9, Suni Merkistein 2/3, Andrias Ziska 4/4, Jóhan E. Hansen 2/2, Luitjen Apol _/1 og Súni Ziska _/1. Rani vann á Rødgaard Hjá bæði vestmenningum og klaksvíkingum var bara eitt at gera, nevnliga [...] eina fimm ára talvhvíld. Hann vann eitt heldur óklárt talv ímóti Alvin Joensen á fjórða borði. 2,5-1,5 sigur til Havnina og endaðu teir sostatt kappingina við sigri. Eitt skifti lógu teir aftast, men við
hugsa sær. Hevur man so ein hentan býttling, sum skjútta, so kann úrslitið blíva ein greinarøð sum henda omanfyrinevnda. Danir siga, at man ikki skal sláa eitt størri breyð upp, enn man klárar at baka. [...] Kári Hansen keypm. á Strondum Nú um dagarnar hevur verið greinarøð í bløðunum, fyribils partur 1. og 2. skrivað av Eivind Jacobsen um framtíðarætlanirnar hjá Smyril Line. Hetta er alt skrivað í vanligum
fluttur nakað væl inn í dalin. Ætlanin var, at hann skuldi liggja oman móti bakkanum og verða umleið 1.700 metrar langur. Men nú hann er fluttur, verður hann einar 300 metrar styttri. Eisini eru aðrir fyrimunir [...] ikki drivið so øgiligt á, nú farið verður í gongd. Arbeitt verður við einum liði, einir seks-sjey mans. Og teir rokna við at fara at klára at bora einar 20-25 metrar um vikuna, tá komið er í gongd. -Og
at turkiska stjórnin júst hevur latið amnesty til ikki færri enn 1.500 fangar, sum latnir eru leysir úr turkiskum fongslum. Men tað man neyvan vera av berari góðsku, heldur ein ungur maður, vit møta í [...] bara slag í slag, til tveir tímar eftir sólsetur, tá seinasta dagliga bønin verður hildin. Sum vera man eru eisini moskur í basarinum, tí har arbeiðir so mikið nógv fólk, at til ber ikki at øll fara út í [...] yrkadagar koma eini 200 fólk til bøn hvørja ferð. Fríggjadag, sum er halgidagurin, er nógv meira. Eini 1.000 fólk onkuntíð, metir hann. Osman sigur, turkar hoyra til sunnimuslimska veingin av Islam. Hesir
føroyingar als ikki skulu hugsa um fullveldi, sigur hann, at sjálvandi skulu føroyingar tað. - Men mann skal siga tað, sum tað er, sigur formaðurin í Føroya-nevndini. Hann fer nú at kalla saman til fundar [...] samráðast við landsstýrið um at minka blokkstuðulin og yvirtaka málsøkini, sum ætlanin er at yvirtaka 1. januar. Tað verður helst eingin trupulleiki at gera eina avtalu um, at blokkstuðulin skal minka, men [...] Pia Larsen, sum kortini heldur, at uppskotið í fyrstu atløgu tykist meira hóvligt enn uppskotið frá 1. februar. - Sum eg dugi at síggja tað, roynir landsstýrið nú at venda aftur til tær samráðingarnar,
Allir við somu kós út gjøgnum Flógvan at royna enn ein dag norðanfyri. Allir spentir at vita, um tað man fara at roynast líka væl sum í gjár og dagarnar frammanundan. Minnast mannin sum helt, at hevði í dag [...] út úr havnarlagnum. Tað eru tað kortini fleiri aðrir, sum gera, so tað skal ansast eftir, sum vera man. Fara spakuliga um endan á grótkastinum og hyggja eftir, hvussu vorðið er suður eftir Sundunum. Tað [...] standandi frá, tí vit hoyra menn tosa um, hvørt teir nú mintust til at pumpa, og um hvussu dagurin man fara at roynast. Annar fer út, skilst. Helst at hyggja til pumpuna, og hin byrjar at syngja fyri seg
lækkaður eitt sindur. Í roknistykkinum varð gingið út frá einum arbeiðara, sum hevur fult tímatal, tvs, 1.800 tímar um árið. Hjá einum slíkum, við vanligum útreiðslum, mangla 3.000 krónur í um árið, til klæðir [...] eisini verið ein stórur fyrimunur hjá nógvum húskum, um inntøkurnar høvdu verið býttar sundur ímillum mann og konu, áðrenn skatturin verður roknaður.