Kyndil-Neistin 22-24 (12-12)
Hondbóltur
Sum gongdin hevur verið hjá liðunum báðum síðani vetrarsteðgin, var einki at ivast í, at tað var Neistin, sum var favorittur at vinna lokaluppgerðina móti Kyndli sunudagin.
Kyndil hevur at kalla bert havt mótgongd hesa tíðina, og í fleiri dystum hava avrikini verið merkt av máttloysi, soleiðis at leikararnir als ikki hava tókst verið til reiðar, til at offra tað, sum krevst til at vinna.
Neistin hevur hinvegin rættiliga havt viðgongd hesa tíðina. Afturkoman hjá Katrin á Neystabø hevur økt munandi um skothóttanina, og sigurin móti Stjørnuni fyrr í vikuni bendi eisini á, at viljin til at vinna so avgjørt er til staðar hjá teimum bláu.
Eingin løtt uppgáva
Tað gjørdist tó skjótt greitt, at talan ikki á nakran hátt fór at gerast um nakra lætta uppgávu hjá neistakvinnunum sunnudagin.
Kyndil byrjaði frá fyrsta bríksli at mansverja Katrina á Neystabø, og tað var eyðsæð, at hetta ikki hóvaði neistaliðnum. Á máltalvuni hildu tær grønu eisini alla tíðina sambandið við bláu grannarnar, og í løtum vóru tað eisini Kyndil, sum høvdu munin.
Javnleikur var framvegis, tá farið varð til seinna hálvlek, men nú tóktist koritni, sum um Neistin hevði vunnið sær eitt avgerandi yvirtak. Eitt skifti vóru tær eisini á odda við fýra málum, men seinastu løtuna fór aftur at styttast millum liðini, tó at Kyndil so ikki kom nærri enn teimum tveimum málunum, sum vóru á muni, tá alt var liðugt.
Dia hjálpti til
Ein av kyndilsleikarunum, sum var á vøllinum hendan dystin, var Erla Smith, sum annars eisini hevði sín 30 ára føingardag sunnudagin.
Hóast hon sjálvandi var nakað vónsvikin av tapinum, so var hon væl nøgd um tann vilja, sum leikararnir høvdu sýnt í dystinum sunnudagin.
- Í mun til aðrar dystir, sum vit hava spælt í ár, so vóru fleiri lutir, sum riggaðu betri hesaferð, enn teir hava gjørt áður. Serliga seinastu fimm-10 minuttirnar riggaði væl hjá okkum, men tað eydnaðist okkum tíverri ikki at vinna tær aftur.
- Tað gjørdi sjálvandi mun, at vit beinan vegin fóru út eftir Katrin, men vit royndu eisini alla tíðina at dekka sera offensivt, og tað haldi eg órógvaði spælið hjá Neistanum sera nógv. Hetta krevur sjálvandi nógva orku, men eisini her eru vit nú vær betri fyri, enn vit vóru beint eftir vetrarsteðgin, sigur Erla, sum annars eisini legði dent á, at málverjarnir hjá liðnum stóu seg heilt væl í dystinum.
- Tað, sum gjørdi størsta munin, var tó helst, at vit til hendan dystin høvdu fingið Dia Midjord til at sita á beinkinum, soleiðis at vit fingu meira hjálp har frá. Leikluturin hjá Lotte sum spælandi venjara er jú ógvuliga torførur, tí tá skal hon bæði hugsað um egna spælið og okkara spæl í senn. Tað er jú sera torført at fylgja nóg væl við hesum, tá mann sjálv spælir, og har umframt kundi Lotte eisini spæla nógv meira frígjørt í dag, enn hon hevur gjørt í undanfarnu dystunum.
Hóast hon ikki dugir at siga, hvørt Dia verður við liðnum til komandi dystirnar, so týkjast vónirnar hjá Kyndli um fleiri stig als ikki so kámar nú, sum tær hava verið. Tá vit at enda spyrja Erlu, um hon roknar við eini betri úrtøku komandi dystirnar, sýnir svarið eisini, at sjálvsálitið á leikarum nú tykist batnað munandi.
- Tað skulu vit altíð rokna við, tá vit fara á vøllin. At tað so ikki riggar hvørja ferð, er ein onnur søga, men vit fara so altíð eftir tveimum stigum, sigur hon at enda.
Dysturin í tølum
Málskjúttar:
Kyndil: Jórun Ludvig 6(1), Lotte Sørensen 5(2), Ann Hansen 4(1), Óluva Dalsgard 3(1), Erla Smith 2, Anita Kjørbo 1, Jensia Petersen 1
Neistin: Súna Mørk 6, Katrin á Neystabø 5(1), Annika Thomsen 5(3), Ata Høgnadóttir 3, Mildrid Jacobsen 2, Birita Wardum 2, Susan Brockie 1
Brotskøst: Kyndil 6, Neistin 5
Útvísingar: Kyndil 3, Neistin 4
Dómarar úir Kyndli/Neistanum: Hanus Kúrberg og Kristian Johansen










