Nú nærkast Gásadali

Teir eru komnir rættiliga væl áleiðis við at grava oman av fyri Gásadalstunnlinum. Byrjað verður væntandi at spreingja í mai-juni

 

Tunnilsgerð

í Áardali: Gongst eftir ætlan, verður helst sprongt fyri Gásadalstunnlinum í vár. Tunnilin verður væl styttri, enn upprunaliga ætlað.

Teir arbeiða dúgliga í Áardali uttan fyri Bø, har komandi Gásadalstunnilin fer at byrja. Teir hava gjørt veg til inntakið, og eru í ferð við at grava oman av fyri beninum.

Óli Petersen, á Landsverkfrøðingsskrivstovuni, sigur, at tað er rættiliga nógv áskot, og at avgrevsturin hevur verið heldur meira, enn roknað var við. Hinvegin er tilfarið rættiliga gott. Lítil mold men væl av eyri og smágróti, sum teir so hava brúkt til at gera vegin av. Og tað er gott tilfari til vegagerð, letur Óli Petersen at.

Í mun til upprunaligu ætlanina er tunnilin fluttur nakað væl inn í dalin. Ætlanin var, at hann skuldi liggja oman móti bakkanum og verða umleið 1.700 metrar langur. Men nú hann er fluttur, verður hann einar 300 metrar styttri.

Eisini eru aðrir fyrimunir við at flyta tunnilin, sigur Óli Petersen. Teir vistu, at tilfarið í fjallinum var einki serliga gott har úti, og tí eru nágreiniliga kanningar gjørdar, áðrenn gjørt varð av at flyta tunnilin. Óli Petersen sigur, at kanningarnar hava víst, at har, nú verður sett á, er fjalli rættiliga nógv betri.

Játtanin til tunnilsgerðina er ikki stór, so tað verður ikki drivið so øgiligt á, nú farið verður í gongd. Arbeitt verður við einum liði, einir seks-sjey mans. Og teir rokna við at fara at klára at bora einar 20-25 metrar um vikuna, tá komið er í gongd.

-Og so má tað bara taka ta tíð, tað tekur, sigur Óli Petersen hjá Landsverkfrøðinginum.

Arbeiðið skal gerast við maskinunum, sum gera goymslutunnlarnar í Fuglafirði. Í løtuni eru maskinur og fólk í Fuglafirði og gera tann seinasta tunnilin har lidnan. Tað arbeiðið verður væntandi liðugt einaferð í apríl. So skal útgerðin flytast vestur í Vágar, umframt at ein høll, sum brúkt varð, tá Sumbiartunnilin varð gjørdur, eisini skal flytast úr Lopra.

-So einaferð í mai-juni vóna teir at kunna seta á, sigur Óli Petersen á Landsverkfrøðingsskrivstovuni.