Helgi Abrahamsen
At nýta myndatalu, kann vera gott, tá tú vilt hava fólk at skilja nakað, sum annars kann vera torskilt.
Men tíverri eru tað altíð nøkur, sum læsa seg so føst í myndaevnið, at tey hava ilt við at skilja ímillum, hvat er mynd og hvat er veruleiki.
Herfyri hevði eg eina grein í bløðunum, har ríkisfelagsskapurin millum Føroyar og Danmark var samanborin við eitt hjúnalag, meðan loysingin var hjúnarskilnaður.
Í Sosialinum tann 17. februar, ger Marni Tyril nakrar viðmerkingar til greinina.
Í viðgongd og mótgongd
Eg byrjaði mína grein við at nevna, at í ?hjúnalagnum? millum Føroyar og Danmark, hevði tað bæði gingið við, og gingið ímóti. Við hesum vildi eg vísa á, at ríkisfelagsskapurin ígjøgnum farnu 600 árini, hevur ikki altíð verið so góður, sum hann er í dag. Tó vil eg halda fast við, at hann í dag hevur ovurstóran týdning fyri okkara land og fólk.
Marni Tyril byrjar sínar viðmerkingar, við at fara 600 ár aftur í tíðina, og sigur, at føroyingar tá ongan avgerðarrætt høvdu. Hann tosar um, at ?maðurin? alla tíðina hevur verið kúgaður av ?konuni? o.s.fr. Ja, hann fer enntá so langt í myndaevninum, at hann ger eitt roknistykki yvir, hvat 600 ár svara til í einum vanligum hjúnalagi millum konu og mann (um eg havi skilt hann rætt). Úrslitið av roknistykkinum er, at 12 ára skiftistíð í veruleikanum svarar til 1 ár. Og júst her haldi eg, at tað hevur týdning at skilja ímillum mynd og veruleika. 12 ár eru 12 ár, líkamikið hvussu Marni Tyril roknar!
Ikki ósamdir um alt
Eg eri als ikki ósamdur við Marna um, at nógv av tí sum hendi afturi í miðøldini átti at verið gjørt ørvísi. Men tað fær meg ikki til at atkvøða fyri loysing í 2001.
Eg eri ikki samdur, tá Marni sigur, at ?maðurin? (Føroyar) alla tíðina hevur verið kúgaður. Fyri 600 árum síðani var mentanin munandi ørvísi, enn hon er í dag, og sæð við nútíðareygum, kúgaði yvirstattin síni egnu fátæku. ? Hetta varð heldur ikki ókent fyribrigdi, millum føroyingar í Føroyum.
Tí er tað ikki rætt at draga hesa fornu avskeplaðu mentan inn í spurningin um ríkisrættarligu støðuna á okkara døgum. Spurningurin er, hvussu vit hava tað í ríkisfelagsskapinum í dag, og hvat er best fyri okkara framtíð.
Ynskið varð eftirlíkað
Tvær vikur áðrenn seinasta løgtingsval, skrivaði Høgni Hoydal í Dimmalætting, at um Føroyar loystu frá Danmark við 6 ? 8 ára skiftistíð, so fór vælferðin hjá vanliga føroyinginum ikki at minka.
Um vit rokna 6 ? 8 ár frá 1998, so enda vit onkunstaðni millum árini 2004 og 2006.
Danska stjórnin sigur, at blokkstuðulin skal minkast burtur í 4 stigum (við 20% um árið). Um henda gongdin byrjar 1. januar 2002, ja so endar eisini hon í 2006.
Tað vil siga, at Tjóðveldisflokkurin hevur fingið alt tað, sum hann áðrenn valið segði seg hava brúk fyri.
Kortini kallar Marni Tyril hetta fyri at taka beinini undan ?manninum? búskaparliga. Hann heldur ?konuna? vera órímuliga, og hann vil fegin hava, at føroyingar varðveita síni rættindi í tí landinum, sum sambært honum sjálvum hevur kúgað okkum í 600 ár.
Lat meg tó enda hesa greinina við at minna bæði Marna Tyril, og onnur loysingarfólk á, at okkum nýtist ikki at kjakast so nógv um treytirnar fyri hjúnarskilnaði, tí sambært seinastu veljarakanningini, so ynskir maðurin (ein stórur meiriluti av Føroya fólki) als ikki at skiljast frá Danmark.