Havnar Telvingarfelag føroyameistarar

Við sigri á kollfirðingum avgjørdu havnarmenn sjálvir FM-heitið, sum teir eisini vunnu í fjør, og næsta kappingarár umboðar Havnar Telvingarfelag tvey lið í 1. deild eftirsum 2. deild eisini bleiv vunnin av Havnini

 

Talv:


Stásiliga bygdarhúsið í Hósvík varð karmur um seinasta umfar í liðkappingini. Hesi seinastu árini hava allar deildirnar telvað seinasta umfar undir somu lon, og hevur hetta eisini verið til frama fyri spenningi og hugna.


Hildu høvdið kalt

Tað er altíð torført at skula telva avgerandi dystir, og júst hetta var dagskráin hjá fimm av liðunum í fremstu deild. Sandavágsmenn vóru undan dystinum ímóti hvalvíkingum vísir í niðurflyting.

Serliga var nógv trýst á havnarliðnum, sum vóru tvey stig fremstir. Teir hittu kollfirðingar sum heldur óvæntað høvdu ongan stórmeistara á liðnum.

Haldur Suni Johansen og Hans Kristian Simonsen leiktu varliga á fyrsta borði, og tóku javnt í jøvnum rókaendatalvi. Haldur Suni telvaði sera varliga, hann hevði helst ongan hug at seta FM-heitið í vanda. Haldur Suni hevur eins og Herluf havt eina góða seinnu helvt. Hans kristian fekk sítt gjøgnumbrot í ár, og serliga talvið ímóti John Rødgaard sum hann vann prógvar júst gjøgnumbrotið.

Herluf Hansen sum í fjør var toppskorari í liðkappingini hevur ikki verið heppin í ár. Men í seinnu helvt hevur eydna tó follin í hansara lut og varð hann sostatt mettur favorittur ímóti Berhard Thomsen. Herluf fekk eisini betri støðu í byrjanarspælinum, men sum hann sjálvur sigur so varð hann ótolin tá hann fór í eitt óneyvnt álop. Bernhard vann talvið eftir at Herluf møguliga átti at fingið javnleikin í skjáttuna.

Olaf Berg hevur telva heilt væl í seinnu helvt, og vann hann eisini leygardagin sítt talv ímóti Karl L. Johansen. Olaf vann sær tvær finnur, og avviklaði til eitt vunnið endatalv. Olaf hevur verið álitið í ár hjá havnarmonnum, og heldur hann fram á hendan hátt verður hann uttan iva heilt skjótt at síggja í føroysku talvelituni.

Fyrrverandi føroymeistarin Andrias Ziska hevur telvað fýra talv í ár fyri havnarmenn, og hevur hann vunnið øll hesi. Sera flott tá hugsað verður um at hann hevur havt eina fimm ára talvhvíld. Hann vann eitt heldur óklárt talv ímóti Alvin Joensen á fjórða borði.

2,5-1,5 sigur til Havnina og endaðu teir sostatt kappingina við sigri. Eitt skifti lógu teir aftast, men við einum blandingi av sterkum vilja og hjálp frá útisetanum Flóvin Tór Næs, vendist gongdin og skjótt lógu teir fremstir. Hetta má sigast at vera ein flottur endaspurtur hjá havnarmonnum.

Ikki færri enn níggju mans hava umboða vinnandi liðið hjá Havnini, og hesir vóru Flóvin Tór Næs 1,5 stig av 3 møguligum, Haldur S. Johansen 3/7, Herluf Hansen 3_/10, Olaf Berg 6,5/9, Suni Merkistein 2/3, Andrias Ziska 4/4, Jóhan E. Hansen 2/2, Luitjen Apol _/1 og Súni Ziska _/1.


Rani vann á Rødgaard

Hjá bæði vestmenningum og klaksvíkingum var bara eitt at gera, nevnliga at vinna stórsigur. Hvørgin fekk stórsigur, men klaksvíkingar vunnu hinvegin ein tepran 2,5-1,5 sigur.

Rani Nolsøe og John Rødgaard hittust á fyrsta borði. John hevði svarta fólkið og svaraði sum vant e4 við fronsku byrjanini, e6. Rani telvaði ágangandi, var kanska eitt sindur óvarin. Rødgaard fekk góða støðu, men var óansin og tapti. Talvið teirra millum er talvið hesa vikuna.

Steintór Rasmussen hevur havt ein sera góð kapping, har hann einki hevur tapt. Eitt nú javnleikurin ímóti IM Leif Kristensen var flottur. Fyrra talvið ímóti Torbjørn Thomsen endaði javnt, og bleiv eisini hetta úrslitið í talvinum teirra millum leygardagin. Teir telvaðu ein ópresisan sisilianara, har Torbjørn fekk fyrimun. Men eins og í fyrra talvinum skiftust teir um fyrimunin, og javnleikur varð loksins úrslitið. Torbjørn var álitið hjá vestmenningum í ár, hann tapti heldur einki talv í ár.

Tummas Martin Anthoniussen vann aftur, eftir at hava tapt trý tey seinastu talvini. Hann vann á John Jacobsen. John hevði annars allar møguleikar í byrjanarspælinum, men tók ongan av hesum og tá vendist gongdin, og Tummas Martin vann sannførandi. Sum heild fekk Tummas eitt gott úrslit, 6,5 av tíggju og nógva rating

Útisetarnir Finnbjørn Vang og Terji Petersen vóru heima og hjálpti ávíkavist fyrsta - og øðrum liði hjá klaksvíkingum. Finnbjørn mátti tó taka til takkar við einum tapi ímóti Petur Højgaard. Finnbjørn leikti ein feil tíðliga í talvinum sum viðførdi at Petur fekk øgiligt sentrum og vann tá trygt.

Ein góður sigur hjá klaksvíkingum, men alt ov lítil tá FM-heitið viðvíkur. Vestmenningar vóru mettir sum favorittar undan kappingarbyrjan, men endaðu á fjórða plássi, javnir við klaksvíkingar, men vunnu færri dystir enn teir har norðuri.


Annað pláss til hvalvíkingar

Við tryggum 3-1 sigri á niðurflytararnum úr Sandavági, endaðu hvalvíkingar á einum heiðurligum øðrum plássi. Teir hava havt nærum somu manning hvørt umfar, nakað sum hini feløgini ikki hava megna serliga væl. Hjá sandavágsmonnum varð bert heiðurin at stríðast fyri. Teir kunnu tó ikki vera heilt ónøgdir við teimum fimtan stigunum teir fingu.

Torkil Nielsen, sum hevur havt eina hampuliga góða kapping, fekk einasta stig í dystinum hjá sandavágsmonnum, tá hann vann á Martin Brekká. Martin kann heldur ikki vera skuffaður yvir síni úrslit í ár.

Gutti Petersen hevur fingið ótrúlig úrslit í ár við eitt nú javnleikinum ímóti John Rødgaard, men ímóti Finnbjørn Zachariassen bleiv uppgávan ov stór, og tapti hann tískil.

Sámal Christiansen og Gunnar Joensen á triðja og fjórða borði vunnu somuleiðis á ávíkavist Hera Christoffersen og Sonna Nielsen.

Kappingin í ár hevur verið merkt av at liðini hava verið óstøðug, summi meira enn onnur. Hinvegin hevur tað eisini viðført at sera javnt hevur verið, har heili fimm lið kundu enda ovast undan seinasta umfari.

Myndir av felagsumfarinum í Hósvík eru at síggja á www.faroechess.com.


2. deild

Havnin 2 lá alt kappingarárið í toppinum og hesi seinastu umfarini hava teir ligið trygt á odda. Teir lógu hálvtannað stig fremstir undan dystinum ímóti Klaksvík, og vunnu hendan dyst og endaðu teir tískil loksins fremstir.

Lógin sigur at loyvt er at hava í mesta lagið tvey lið úr sama felagið í somu deild, og hetta viðførir tí at Havnin hevur tvey lið í fyrstu deild næsta kappingarár. Klaksvíkingar og kollfirðingar hava roynt hetta fyrr uttan succes, og spennandi verður at siggja hvussu havnarmenn megna hesa uppgávu.

Toftamenn taptu ímóti gøtumonnum, men endaðu kortini á øðrum plássi. Gøta bleiv nummar trý. Runavík við Ólavi Simonsen á liðnum endaðu heldur óvæntað á einum fjórða plássi, meðan Havnin 3 var hálvtriðja stig aftanfyri Klaksvík, og mugu tí telva í 3 deild næsta ár.


Vestmenningar ovastir

Vestmenningar høvdu eitt sterkt triðju deildarlið, og teir vunnu eisini deildina framanfyri Havnina, sum annars nógv tey seinastu árini hevur vunnið deildina. Vestmanna 2 taptu seinasta dystin, men vestmanna 3 bjargaði betra liðið úr Vestmanna við at leika 2-2 ímóti havnini.

Klaksvíkingar blivu trygt føroyameistarar í unglingadeildini og Havnin bleiv nummar tvey.

Í FM-liðkappingini fyri børn undir sekstan ár, vann Havnin framanfyri klaksvíkingar, Gøtu og Toftir.