Ferðafrásøgn
Orð og myndir:
Edvard Joensen
úr Istanbul
Tað skurrar í hátalarunum í teimum seks sikkuratunum á Bláu Moskuni, sum hevjar seg prúð og myndug upp um aðrar bygningar uttan fyri hotelvindeygað.
So hoyrist klagandi røddin á imaminum, sum kallar teir rættrúgvandi muslimarnar til bøn. Ta fyrstu bønina av fimm í dag. Teir skulu vera komnir, tá sólin rísir.
Eg lati vindeygað upp og hyggi út. Ljósini, sum sett eru á hesi mjáu tornini, strála beint upp í luftina. Tað fara tveir másafuglar framvið. Ljósið rakar teir, og teir síggja so snjóhvítir út. Rætt sum tveir einglar, sum hava eftirlit við tí, sum nú fer at henda her niðri.
Eg veit, at hatta eru tvær vanliga likkur. Av sama irriterandi slagnum, vit hava í Føroyum um summarið. Eg sá tær í gjár. Og krákurnar eru tær somu sum í Føroyum. Og spurvarnir og dúgvurnar. Eitt sindur hugstoytt heldur tú kanska, at koma so langt og bara síggja fugl, sum tú kennir væl heimanífrá.
Men tað er kanska einki løgið kortini. Tí hóast bæði kráka, spurvur og dúgva eru støðufuglar heima í Føroyum, kann vera, at onkur av okkara likkum er endað her, tá hon rýmdi í heyst.
Fall fyri frælsið
Tað klikkir í marmorgólvinum, meðan eg gangi eftir gongini. Gólv, veggir, súlur og trappur. Alt er gjørt av marmori. Helst tí, at tað er hart tilfar, sum tolir slit.
Og nógv hevur verið tolt innan hesar somu veggir. Eitt fyrrverandi fongsul er hotellið. Bygt um so seint sum í 1970 til eitt luksushotel av teimum allarfrægastu yvirhøvur.
Men í súluni beint uttan fyri kamarshurð mína stendur enn vitnisburður um líðingar, sum verið hava her innanveggja. Ein fangi hevur í 1935 rist kærleiksváttan til unnustuna uttan fyri múrin í harða marmorið. Og tað hava teir, sum gjørt hava húsið til hotel, so latið staðið eftir.
Og við morgunmatarborðið verður aftur mint á, at ikki er so vist, at alt er frælst kortini, hóast Turkaland roynir at nærkast vesturheiminum og er limur í Nato.
Avísin á borðinum sigur frá roki í turkiska parlamentinum. Stjórnin hevði lagt uppskot fyri tingið um at stytta talutíðina hjá andstøðuni, og tað hevði fingið øði í andstøðutingmenn. Heitt er blóðið og stutt er frá hugsan til verk, so tað hendi hvørki meira ella minni, enn at tingmenn fóru til hendurs. Og so hørð var orrustan, at ein tingmaður fekk ein hjartatilburð og steindoyði í tingsalinum. Bløðini skrivaðu dagin eftir, at hann fall fyri talufrælsinum.
Ikki av berari góðsku
Her samsvarar ikki heilt, tí vit hava júst frætt, at turkiska stjórnin júst hevur latið amnesty til ikki færri enn 1.500 fangar, sum latnir eru leysir úr turkiskum fongslum.
Men tað man neyvan vera av berari góðsku, heldur ein ungur maður, vit møta í eini sølubúð í stóru Hagia Sofia kirkjuni, sum seinni varð gjørd til mosku og upp aftur seinni varð gjørd til fornminnissavn.
Hann stendur í handlinum hjá einum skyldmanni og roynir at vinna sær eitt sindur av peningi at liva fyri.
Og hóast hann er útbúgvin søgulærari við universitetið, loysir tað seg betur at selja plattar, vatnpípur og alskyns bíligar minnislutir til vesturlendsk ferðafólk enn at kenna unga, turkiska ættarliðnum skaldamál og søgu.
? Nei, heldur hesin ungi maðurin. Tað er tí, at fongslini her í landinum eru full, at stjórnin gevur fangunum amnesty. Einki petti annað.
Alt uttan
livandi grind
Tann stóri basarurin í Istanbul er víða kendur. Og hann er minst líka gamal, sum hann er kendur. Oman fyri høvuðsinngongdina stendur, at hann er grundlagdur í árinum 1461. Og øll hesi árini er hann bara vaksin, soleiðis at í dag ber til at keypa at kalla hvat, ein vil hava í hesum býnum í býnum. Tó ikki livandi grind kortini, um nakar skuldi funnið upp á at spurt.
Basarurin er skipaður sum ein heilur býur við gøtum, sum allar liggja undir taki. Og grammir eru teir, turkararnir, at selja. Ikki beinleiðis ágangandi, men ert tú fyrst farin undir at tingast, eru teir ringir at sleppa av við, um tú einki keypir kortini.
Vit hitta ein starvsfelaga, Ramazan Yazgan, inni á skrivstovuni hjá basarleiðsluni. Hann arbeiðir hjá stóra blaðnum Sabah, sum merkir morgun.
Ramazan greiðir frá, at hann er lokalredaktørur í Istanbul hjá hesum blaðnum, sum er millum tey størstu í Turkalandi. Hansara uppgáva er at syrgja fyri, at eitt innlegg við tilfari úr Istanbul er í blaðnum hvønn dag.
Hann greiðir frá, at blaðið hevur onga beinleiðis politiska linju sum so. Kortini er blaðið stjórnini vinarliga sinnað, sigur hann.
Men tað er eingin forðing fyri, at ein komandi stjórn við øðrum politiskum liti fer at gera blaðnum nakað.
? Væl eru ikki somu politisku viðurskifti sum eitt nú í Norðanlondum, sigur Ramazan. Men skiftir stjórnin, skifta vit bara eisini linju, og so eru vit framvegis stjórnarvinarliga sinnað.
Í aðrar mátar er uppgávan hjá lokaredaktørinum at finna tíðindi um leyst og fast úr býnum at lata høvuðsredaktiónini, sum situr í Ankara, greiðir Ramazan frá.
Eftir mormorgøtunum fara vit gjøgnum basarin. Ganga millum búðir við teppum og hattum, alskyns skrambli, fyri at siga akkurát sum er, og flottum gullsmiðjuarbeiði. Alt kann keypast, og viðhvørt kann ein fáa tað rímiliga bíliga eisini, sum ein hevur hug á.
Tá handilsmaðurin hevur fingið fatan av, at tú ert sinnaður at handla, verður tosað aftur og fram um leyst og fast. Knappliga stendur tú so við einum og hvørjum í hondini, sum hann vil hava ein prís fyri. Hann kann fáast at nevna ein prís sjálvur, og so skalt tú skunda tær at nevna helvtina. Haðani verður so tingast, og tað kann væl henda, at vøran fæst væl bíligari, enn tað, hann leggur út við.
Og ert tú so rættiliga forherðaður, er bara at rýma, meðan tingingarnar ganga sum best. Siga frá, at tú ætlar ikki at keypa kortini. So kemur hann rennandi aftan á tær og bjóðar vøruna út fyri næstan einki.
»Special offer for You, Mister. My friend lives in Denmark. Very nice people,« vil hann vera við, tá hann frættir, at vit eru norðurlendingar.
Og ert tú framvegis áhugaður í vøruni, kunnu fimm dollarar knappliga gerast til ein.
Men hjá gullsmiðinum ber ikki til at prutta kortini. Har kostar vøran tað, hon kostar. Basta. Hon verður seld eftir vekt.
Trúgvandi fólk
Ein rættiliga stórur meiriluti av turkum eru muslimar. Og muslimar tykjast vera rættiliga trúgvandi fólk. Álagt er teimum at fara til bøn fimm ferðir dagliga. Teir byrja undan sólarrisi, og so gongur tað bara slag í slag, til tveir tímar eftir sólsetur, tá seinasta dagliga bønin verður hildin.
Sum vera man eru eisini moskur í basarinum, tí har arbeiðir so mikið nógv fólk, at til ber ikki at øll fara út í býin at biða.
Osman er leiðandi immamur í basarinum. Hann greiðir frá, at vanligar yrkadagar koma eini 200 fólk til bøn hvørja ferð. Fríggjadag, sum er halgidagurin, er nógv meira. Eini 1.000 fólk onkuntíð, metir hann.
Osman sigur, turkar hoyra til sunnimuslimska veingin av Islam. Hesir eru líkasum ikki so ágangandi, sum shiittarnir, sum vit so ofta hoyra um úr eitt nú Iraq og Iran. Osman sigur, at teir víðgongdu muslimarnir, heimurin frættir um í samband við yvirgangsatsóknir og tílíkt, aloftast eru shiittar.
Hann hevur ikki loyvi til, greiðir Osman høvuðsprestur frá, at blanda politikk upp í sínar prædikur. Og tað tilkemur ikki honum at gera av, hvør er frelstur og hvør sleppur til himmals eftir hetta stutta jarðarlívið.
Hansara uppgáva er at leggja út og tulka Koranina, og so má tann eini Guð, sum einsamallur ræður, gera av, hvør er verdugur at fáa frelsuna.
? Um tað verið eg, ella tað verður ein drápsmaður í einum og hvørjum turkiskum fongsli, sum sleppur inn um portrið, tá vit hittast har, havi eg onga ávirkan á, sigur hann.
Osman greiðir frá, at hann er imamur burturav. Hann er starvssettur av tí almenna, og fær løn fyri at vera samkomuleiðari. Júst á sama hátt sum prestarnir í okkara fólkakirkju eru settir í starv.
Nei, hann hevur einki í móti, at vit taka eina mynd av honum. Men so má tað vera úti á »gøtuni« í basarinum, sigur hann. Hann hevur verið fyri, at týskur tíðindamaður avmyndaði hann til arbeiðis inni í moskuni. Tann myndin varð seinni nýtt í sambandi við eina muslimska yvirgangsatsókn í Norðurafrika, og soleiðis er hann als ikki sinnaður at verða misbrúktur aftur.