túsund tons av farmi um árið. - Tað er sera umráðandi at tað virkar hvønn einasta dag. Fyri at tað skal lata seg gera, er neyðugt at hava góð amboð og gott fólk og hann heldur, at Strandferðslan er væl stillað [...] Bygdaleiðirnar og tey størru skipini, Smyril og Teistin, eru snotilig. Enn er tørvur á at dagføra skip á teimum smærru leiðunum, men tað vónaði hann, kemur eisini tað í rættlag. Og tað, hann kennir til [...] um, at hann fer at gera sítt ítarsta fyri at fara væl um teir pengar, hann hevur fingið at umsita frá skattgjaldaranum - Strandferðslan er ein sera týdningarmikil stovnur í føroyska samfelagnum. Tað ásannaði
Dagsins ungdómur gongur vanliga 12-13 ár í skúla og fer síðan antin í læru ella undir víðari lestur. Alt hetta er goldið av tí almenna, tí mett verður, at tað er ein íløgu, sum loysir seg fyri samfelagið. [...] roknað seg fram til, at hvør persónur við hægri útbúgving økir um bruttotjóðarúrtøkuna við millum 3-6 milliónum í sínum produktiva virkna lívi, væl at merkja eftir skatt og eftir at útbúgvingin er afturgoldin [...] umframt at goldið sína útbúgving aftur og rindað skatt, eisini økt okkara bruttotjóðarúrtøku við 450 til 900 milliónum. - Roknistykkið omanfyri er einfalt, men tað setur perspektiv uppá, at lata vit standa
um teir vunnu og tað merkir í grundini, at Neistin kann um alt gongur teimum eftir vild enda omanfyri hoyvíkingarnar í stigatalvuni, tá avtornar. Og tað er nakað, sum bendir á tað borðið, at Neistin í framtíðini [...] framtíðini ikki fer at vera so lættur at syfta, sum hann hevur verið fyrr. Liðið hevur fingið eina størri breidd síðani Heini Joensen kom, og tað tyktist sera trupult hjá hoyvíkingum at seta honum forðingar [...] at hon var púra røtt. Har var eingin ivi um, at Hans tók í armin, og tað sá heldur ikki út til at hann var ósamdur. Hann mótmælti í hvussu er ikki avgerðini og fór av vøllinum, sum tað sømir seg góðum
Havn, inn á Skálafjørðin og aftur til Havnar. – Nú undirsjóvartunnilin ger tað lætt og ómakaleyst at fara leiðina til Skálafjørðin, fer Faroe Pride fyri fyrstu fer úr Havnini og inn á Skálafjørðin. Sostatt [...] Pride-stíli. Tað kann vera alt frá fløggum og ballónum til litføgur klistur og blómur. Tað er bara hugflogið, ið setir mørk! Bilarnir hittast á Hjalla kl. 16.30, har seinasta hond verður løgd á at prýða bilarnar [...] – Tey, sum ikki koma við at koyra, eru meira enn vælkomin at standa framvið vegnum og vinka, tá Pride-rekkjukoyringin koyrir framvið, og soleiðis gera tað enn meiri hugaligt at koyra við í Faroe Pride-
orku, fyri at fáa tað at ganga skjótari. Men síðani er lítið og einki hent á hesum øki síðani, og ein orsøk kann vera, at tað er dýrt, halda teir báðir. - Grønar orkuskipanir eru dýrari at útvega, men [...] Tað skal vera bíligari at útvega sær hitapumpur, ella aðrar skipanir, sum brúka varandi orku til sethús, og til aðrar bygningar. Tað halda teir bæði umboðini fyri Nýtt Sjálvstýri á løgtingi, Kári P. Højgaard [...] men tær loysa seg betur í longdini. Fáa tey, sum leggja um til grøna orku, fer tað at gera tað lættari at fáa sær grønar orkuskipanir, heldur enn svartar, sum teir kalla oljuna.
lætt við at fáa góð størv uttanlands, sigur okkum eisini, at tað krevur nógv og fer at krevja enn meiri í framtíðini at byggja upp virki og tænastur í Føroyum við støðugum og væl lærdum fólki. - At fáa fólk [...] Hann helt, at hetta sigur okkum eina rúgvu. - Tað sigur okkum, at okkara handverkarar eru dugnaligir og eftirspurdir. Teir eru væl lærdir, fleksiblir og arbeiðssamir. Hann helt, at tað, at føroyingar hava [...] fólk og virkir at trívast og at vilja virka her á landi, er størsta avbjóðingin yvirhøvur. Jóhan Dahl helt ikki, at tað ber til longur at síggja føroyska arbeiðsmarknaðin isoleraðan frá restini av heiminum
valdømi, fer tað at broyta tilveruna hjá fólki úti um landið. Verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at skunda undir fólkaflytingina inn ímóti miðstaðarøkinum, tí lokalpolitiska ávirkanin fer at minka og spurningurin [...] styrktar og fáa fleiri málsøki at umsita. Men vit mugu eisini taka fulla ábyrgd av landinum. Ein hin fremsta orsøkin til, at eg taki undir við at gera Føroyar til eitt valdømi, er at tað fer at styrkja [...] eitt valdømi, fer tað at verða hvaðna verri. - Verða Føroyar eitt valdømi, verða tað veljarakanningar, sum verða avgerðandi fyri politikkinum, tí tá vera tað seráhugamálini, sum fara at stýra politikkinum
nógv er hent. Men nú heldur Johan Mortensen, at vend er komin í. — Áhugin tykist vera nógv størri nú fyri at fáa royna aðrar orkukeldur. Eg vænti, at tað fer at henda nógv innan hetta økið í næstum, sigur [...] Danmark, 20 nýggjar el-bussar í nýtslu. 29. apríl fer eitt ferðalag úr Føroyum við 20 fólkum til Roskilde at síggja og royna hesar bussarnar og at fáa meira at vita um verkætlanina. Í føroyska ferðalagnum eru [...] aðrar borgarstjórararnir í Havn og Runavík. — Tað eru fleiri, ið eru sera áhugað at fáa tílíkar bussar til Føroya. Og møguliga fer tann fyrsti el-bussurin í Føroyum at koyra í nýggja Eysturoyartunlinum
virkir sum hava áhuga at fara inn á Sund at arbeiða. ? Nú kemur hetta øki næstan at liggja mitt í býnum. Tað kemur at liggja mitt í millum báðar havnirnar í kommununi og tað fer kanska at gera áhugan fyri hesum [...] Kommunu. Kollafjørður er góð náttúruhavn, og atløgumøguleikarnir eru góðir. Plássið við bryggjuna í Havn er ikki tað besta, sum er og tað er synd at siga, at »Nyhavn« hevur tænt sínum endamálið. Í hvussu [...] av, at teir kunnu samstarva um 75 mál. Kollfjarða bygdarráð kom til tað niðurstøðu, at um veljararnir vildu tað, so skuldi samanleggingin gerast. Tí skuldi skipast fyri fólkaatkvøðu um hetta mál og hon
Vestur - HB 1-2 (0-1) Tað er ikki av ongum, at HB er topplið. Oddbjørn Joensen hevur so mangan sagt, at hansara lið altíð fer á vøllin fyri at vinna øll stigini, og at tað eigur at eydnast, um liðið vísir [...] gav teimum blóð á tonna, og fram ímóti hálvleikinum og størsta partin av 2. hálvleik gekk tað rættuliga javnt á. Men tíbetur eydnaðist tað okkum at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir [...] eitt stig og einki mál. Í Sørvági vann HB 2-1, og talan var um arbeiðssigur á undirlagi, har fyritreytirnar ikki eru tær bestu at vísa tað slagið av fótbólti, sum HB liðið annars er kent fyri at vísa. Fyrstu