Bogi fer at ansa væl eftir pengunum

Á almennari móttøku á Strandferðsluni í dag, segði vissaði nýsetti stjorin, Bogi Mortensen, um, at hann fer at gera sítt ítarsta fyri at fara væl um teir pengar, hann hevur fingið at umsita frá skattgjaldaranum

- Strandferðslan er ein sera týdningarmikil stovnur í føroyska samfelagnum. Tað ásannaði nýsetti stjórin á Strandferðsluni, tá ið hann heilsaði øllum teimum mongu, sum vóru komin inn á gólvið á almennari móttøku á Strandferðsluni seinnapartin í dag. at ynskja honum tillukku við starvinum og at ynskja fráfarandi stjóranum, Dánjali Andreasen, alt tað besta.

Hann vísti á, at Strandferðslan flytur 1,2 millión ferðafólk um árið, 150.000 bilar og fleiri túsund tons av farmi um árið.

- Tað er sera umráðandi at tað virkar hvønn einasta dag.

Fyri at tað skal lata seg gera, er neyðugt at hava góð amboð og gott fólk og hann heldur, at Strandferðslan er væl stillað í báðum hesum førum.

Vit hava fingið nýggjar bussar til Bygdaleiðirnar og tey størru skipini, Smyril og Teistin, eru snotilig. Enn er tørvur á at dagføra skip á teimum smærru leiðunum, men tað vónaði hann, kemur eisini tað í rættlag.

Og tað, hann kennir til starvsfólkið á stovninum, er tað væl skikkað til at reka Strandferðsluna

Men nýggi stjórin var eisini eyðmjúkur, nú hann tekur við starvinum.

- Strandferðslan hevur einar 180 milliónir at arbeiða við um árið, harav umleið 120 milliónir eru játtaðar á fíggjarlógini.

- Talan er um skattgjaldarans pening og tað er ómetaliga týdningarmikið at fara væl um teir og tað fari eg at gera mítt ítarsta fyri, segði Bogi Mortensen.

Bogi Mortensen hevur hesa síðstu tíðina verið leiðari á samferðsludeildini.

Og hann vissaði um, at hann verður akkurát tann sami, hóast hann nú er blivin stjóri.

Einasti munurin er, at eg kanska skal hava eina aðra skrivstovu, legði hann afturat.

Undir myndafrásøgn vinstrumegin eru fleiri myndir frá móttøkuni.

Les eisini greinina: Fleiri almennir stovnar flytast til Suðuroyar og greinina: Dánjal er stolturog takksamur