07 Vestur - HB 1-2 (0-1)
Tað er ikki av ongum, at HB er topplið. Oddbjørn Joensen hevur so mangan sagt, at hansara lið altíð fer á vøllin fyri at vinna øll stigini, og at tað eigur at eydnast, um liðið vísir rætta hugburðin. Tvær tær undanfarnu ferðirnar hevur úrtøkan tilsaman verið eitt stig og einki mál.
Í Sørvági vann HB 2-1, og talan var um arbeiðssigur á undirlagi, har fyritreytirnar ikki eru tær bestu at vísa tað slagið av fótbólti, sum HB liðið annars er kent fyri at vísa.
Fyrstu løtuna gekk tað upp á stás hjá toppliðnum. Seinastu ferðirnar hevur Kristin R. Mouritsen ikki verið millum teir fyrstu ellivu. Hesa ferð var stríðsmaðurin við góðu bóltevnunum á sentrala miðvøllinum frá fyrsta bríksli, og tað var hann, sum í 12. minutti setti hol á, eftir at eldri beiggin, Christian R. Mouritsen hevði spælt hann leysan.
– Fyrsta hálva tíman høvdu vit gott tak á tí. Eftir at vit vóru komnir framum, spældu vit okkum í fleiri góðar støður, har vit kundu havt økt um leiðsluna, men neyvleikin var ikki nóg stórur, og so var Andrass Gango sera stinnur millum 07 Vestur stólparnar, sigur HB miðverjin Gunnar Haraldsen.
Tá ið ein hálvur tími var farin, javnaði fyrrverandi HB spælarin Jovan Panic, tá ið hann av brotsteigarmarkinum eitt sindur til vinstru smekkaði bóltin framvið Teiti M. Gestsson í HB málinum.
– Útjavnandi málið gav teimum blóð á tonna, og fram ímóti hálvleikinum og størsta partin av 2. hálvleik gekk tað rættuliga javnt á. Men tíbetur eydnaðist tað okkum at skora sigursmálið, tá ið tað restaðu fimm minuttir, staðfestir Gunnar Haraldsen.
Undan hesum kappingarárinum flutti álopsspælarin Bárður Johnson Heinesen úr KÍ og til HB. Hann hevur ikki spælt so nógv á besta liðnum, og inntil í gjár hevði hann ikki skorað í landskappingini. Miðskeiðis í 2. hálvleiki varð hann skiftur inn, og fimm minuttir fyri dystarenda gjørdi hann mun. Símun Samuelsen sendi fríspark innfyri úr vinstru, og inni undir málinum var Bárður J. Heinesen fyrstur á bóltinum, sum hann við høvdinum stýrdi í málið. 2-1 og HB hevur framvegis beina kós ímóti FM.
– Vit fegnast um, at tað koppaði okkum til fyrimunar. Síðsta tíman var tað tætt og javnt, og tað hevði einki forgjørt verið, um heimaliðið hevði vunnið eitt stig, heldur Gunnar Haraldsen.
Hjá 07Vestur er ikki væl statt. At AB í gjár vann fulla úrtøku ber við sær, at 07Vestur nú er aftast.
– Vit vóru leingi væl við, og vit kundu bæði havt vunnið og í hvussu so er klárað javnleik. Fram ímóti dystarenda orkaðu teir betri, enn vit gjørdu, og tað var orsøkin til, at tað endaði, sum tað gjørdi, heldur 07Vestur miðvallarin Eli Falkvard Nielsen, sum rósar Andrass Gango fyri gott avrik, serliga fyrstu løtuna tá ið HB fleiri ferðir var tætt við.
Fríggjakvøldið fer 07 Vestur í Gundadal at spæla ímóti B36:
– Tað er neyðugt hjá okkum at fáa stig, og vit hava góð minni úr Gundadali, har vit fyrr í ár megnaðu málleysan javnleik ímóti HB, staðfestir 07Vestur miðvallarin.
joannes@sosialurin.fo