Tað skal vera bíligari at útvega sær hitapumpur, ella aðrar skipanir, sum brúka varandi orku til sethús, og til aðrar bygningar.
Tað halda teir bæði umboðini fyri Nýtt Sjálvstýri á løgtingi, Kári P. Højgaard og Bárður Kass Nielsen.
Tí hava teir báðir nú lagt uppskot fyri Løgtingið um, at tey, sum fáa sær hitapumpu, jarðhita, sjóhita, ella aðrar grønar orkuskipanir, skulu sleppa undan at rinda mvg.
Hetta skal vera galdandi fyri tey, sum hava fingið sær grøna orkuskipan frá fyrsta januar í ár.
- Fyri at tryggja komandi ættarliðum eina góða og reina framtíð, er neyðugt hjá verandi ættarliðum at seta ítøkilig átøk í verk fyri at minka um útlátið av veðurlagsgassum, siga teir báðir sjálvstýrismenninir.
- Í 2009 samtykti Løgtingið at skerja føroyska útlátið av veðurlagsgassum. Tá varð dentur lagdur á at landskassin skuldi stuðla teimum fíggjarliga, sum løgdu um til grøna orku, fyri at fáa tað at ganga skjótari.
Men síðani er lítið og einki hent á hesum øki síðani, og ein orsøk kann vera, at tað er dýrt, halda teir báðir.
- Grønar orkuskipanir eru dýrari at útvega, men tær loysa seg betur í longdini. Fáa tey, sum leggja um til grøna orku, fer tað at gera tað lættari at fáa sær grønar orkuskipanir, heldur enn svartar, sum teir kalla oljuna.