Politikarar fyri og ímóti einum valdømi

Politikarar eru ymsir á máli um vit skulu gera Føroyar til eitt valdømi ella ikki



Marjus Dam: Vallógin er kjarnin í okkara fólkaræði og tí skulu broytingar umhugsast væl og gjøgnumarbeiðast væl. Tí er tað neyðugt, at serfrøðingabólkar viðgera broytingar væl og virðiliga. Eg haldi, at vit hava eina fína skipan við fleiri valdømum og tað hava teir eisini í flest øllum ørðrum londum, tí tað tryggjar teimum ymsu økjunum umboð.

Grønland er eitt ræðandi dømi um avleiðingarnar av at gera Føroyar til eitt valdømi, tí har verða valevni uttanfyri Nuuk ikki vald. Og í Grønlandi vil Selstyrekommissionen hava valdømini aftur.

Verða Føroyar eitt valdømi, verður vónleyst at fáa nakrar útbyggingar úti um landið, tí er økisumboðan avgerðandi fyri einum landspolitikki




Kristian Magnussen: Tað er ein styrki fyri Føroyar og tað er neyðugt fyri samanhaldið í samfelagnum, at øll øki føla, at tey eiga lut í fólkaræðinum.

- Spurningurin er eisini, hvat tað er, sum útjaðarin hevur fingið ov nógv av útbyggingum við Føroyum sum sjey valdømi.

- Er tað undirsjóvartunlarnir, Smyril, ella vegakervið? Spurdi hann.

Maktin liggur altíð í Havn og tað skal nógv stríð til fyri at fáa nakað bygt út uttanfyri Havnina og verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at verða hvaðna verri.

- Verða Føroyar eitt valdømi, verða tað veljarakanningar, sum verða avgerðandi fyri politikkinum, tí tá vera tað seráhugamálini, sum fara at stýra politikkinum. Vit fara at fáa politikarar, sum bara fara at røkja áhugamálini hjá sethúsaeigarum ella øðrum seráhugamálum.





Annita á Fríðriksmørk: At gera Føroyar til eitt valdømi kann ikki standa einsamalt og tí er tað eitt lið í eini størri ætlan, har kommunurnar verða styrktar og fáa fleiri málsøki at umsita. Men vit mugu eisini taka fulla ábyrgd av landinum.

Ein hin fremsta orsøkin til, at eg taki undir við at gera Føroyar til eitt valdømi, er at tað fer at styrkja kvinnuumboðanina á Løgtingi.

Á seinasta løgtingsvali fingu kvinnurnar 23% av atkvøðunum, men tær eru bara 9% av tinglimunum.

- Tað er tí, at yvirhøvur fáa flokkarnir eitt umboð í hvørjum og tað er oftast ein maður, men nummar tvey er heilt ofta ein kvinna og hennara meting er, at valdømisskipanin er ein orsøk til hesa ójavnvágina. 





Óli Breckmann: - Sum støðan er nú, er Suðurstreymoy og Eysturoy undirumboðað á løgtingi eftir fólkatalinum og tíverri hevur undirtøka ongantíð verið fyri at rætta tann skeivleikan, so at tingmannabýtið avspeglar fólkamynstrið.

Verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at broyta tilveruna hjá fólki úti um landið.

Verða Føroyar eitt valdømi, fer tað at skunda undir fólkaflytingina inn ímóti miðstaðarøkinum, tí lokalpolitiska ávirkanin fer at minka og spurningurin er, um vit vilja tað.

- Vit vita, at meirilutin í løgtinginum tekur undir við uppskotinum um at gera Føroyar til eitt valdømi, men verður tað samtykt, sum tað er, og løgmaður útskrivar val, verður ruðuleiki í løgtinginum.

Heldur semjan, verður Føroyar ikki eitt valdømi, tí so verður val útskrivað, men heldur hon, verða Føroyar eitt valdømi, men ikki fyrrenn frá næsta løgtingsvali. 


Jógvan við Keldu: Tað er umráðandi at vit fáa nøkur sterk øki kring um í landinum. Í Føroyum er fer alt virksemi umvegis Havnina, men endamálið má verða at leggja virksemið í sterk øki kring alt landið og tí eru tað fá land, ið hava so stóran tørv á fleiri valdømum.

Eftir lokna útbúgving koma fólk aftur til økini, har tey fáa arbeiði og tað er oftast í miðstaðarøkinum.

Alt hetta førir við sær at kostnaðartrýstið á miðstaðarøkinum økist.

Tað er næstan ein natúrlóg, at verða Føroyar eitt valdømi, vera fleiri og fleiri politikarar úr høvuðsstaðnum.

Tað er burtur úr vón og viti, at løgtingsformaðurin leggur hetta uppskotið fram á ting, so stutt frammanundan vali, tí vit mugu skipað landið í nøkur sterk øki, áðrenn valskipanin verður broytt.