Tað gingu bert fáir minuttir, frá tí at heimasíðan varð tikin í nýtslu, til hesi tíðindini stóðu á nýggju heimasíðuni. Klokkan var fáar minuttir yvir 10, tá borgarstjórin, Heðin Mortensen trýsti á knøttin [...] júst tá var ein stubbi frá býráðsfundinum í gjárkvøldið. Men hesin varð skjótt avloystur av tí allarnýggjasta “Vælkomin á nýggju heimasíðuna”. - Vit hava arbeitt við hesi heimasíðuni í longri tí. Nú síggja [...] síggja tit, hvussu skjótt hon kann virka, segði borgarstjórin. Á heimasíðuni verða upplýsingar um alt tað, sum fer fram í Tórshavnar kommunu. Hetta ger seg ikki minst galdandi eftir kl. 16, tá starvsfólkini
fólkinum. Tað er her sum í Danmark, at vit koma at brenna inni við nógvum heilivági, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari. Higartil hava Føroyar fingið 9.000 skamtir, og brúktar eru nakað yvir 3.000. Tað kemur [...] ikki útlitini Tað er altíð lætt at vera eftirklók, men í mai mánaði var ikki lætt at vita, hvørjum vit stóðu yvir fyri. Vit valdu tíbetur bara at keypa heilivág til ein part av fólkinum, men tað kundi havt [...] Eins og hini Norðurlondini koma Føroyar at brenna inni við eini stórari nøgd av HINI-heilivági. Tá ið sjúkan fór at gera um seg í vár og avgjørt var at fara undir at koppseta fólk, skuldu heilsumyndugleikarnir
spennandi róðrinum í Vestmanna var greitt. Eysturoyingur sprakk avstað, men hann megnaði ongantíð at sleppa longri enn ein hálvan skut ella so framum kappingarneytarnar. Tað var ikki Drekin Reyði, sum vann [...] vann á vestanstevnu, sum bjóðaði av. Tað gekk ikki væl hjá Drekanum Reyða, sum endaði á fjórða plássi og harvið aftastur. Heldur var tað Ormurin Langi, sum var tann sprelskasti av teimum trimum høvuðssta [...] høvuðsstaðarbátunum. Í endaspurtinum kendist tað sum um, at tað vóru fleiri knotur í teimum umborð á bláa bátinum. Tað reið um snarið, men Ormurin Langi var akkurát undan nýggju føroyameistarunum, sum vóru ein
Føroyum, men í ringasta føri, so fer hon úr Hirtshals leygardagin. Tað var um vikuskiftið, at Norrøna fekk maskintrupulleikar, tá skipið var á veg inn í Hirtshals, og bleiv av tí sama fleiri tímar seinkað [...] óvist er júst nær skipið fer í sigling aftur. Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri Miðlahúsinum. - Vit vita hvussu stórur skaðin er, men tað er ikki greitt, um vit kunna umvæla skadda [...] skadda lutin ella ein nýggjur má framleiðast. Um ein nýggjur lutur má framleiðast, so tekur tað 24 tímar longri, sigur Rúni Vang Poulsen, og leggur afturat. - Vit vóna, at Norrøna fer aftur í sigling hósdagin
átinum, men Palli var tann einasti av teimum báðum, sum kom á land aftur. - Eg var har, tá tað hendi, men eg fekk ikki hjálpt honum. Tað er ein sorg, sum eg ikki sleppi burturúr. Tað pínir meg inn á sálina [...] - Eg skilji tað simpulthen ikki, at eg sum næstan 70 ára gamal kundi klára næstan 40 minuttir í sjónum. Eg veit ikki, hvar eg fekk alla orkuna frá. Hetta sigur 70 ára gamli Palli á Dul, sum fyri hálvumøðrum [...] druknað, uppaftur. Hann sipar til undirvatnstólið, rov, sum nógvir føroyingar duga at brúka. Les longri samrøðu við 70 ára gamla Palla á Dul í Vikuskiftis Sosialinum, har hann fortelur um ólukkuna í S
At geva Jose Mourinho leikbann í seks dystir kann vera tað, sum skal til. Orðini eigur Graham Poll, fyrrverandi toppdómari í Onglandi. Tað var sunnudagin, at Jose Mourinho, venjari hjá Manchester United [...] Daily Mail, at ringa framferðin hjá Jose Mourinho hevur verið yvirsæddur ella góðtikin í longri tíð, og at tað nú er upp á tíðina, at dómararnir seta fótin niður. - Dómararnir hava fingið nokk av hansara [...] United, fekk reytt kort fyri at sparka ein vatndunk. Graham Poll, sum var ein av frægastu dómarum í Onglandi fyri nøkrum árum síðani, heldur, at dómarin gjørdi púra rætt, tá hann vísti portugisaranum av vøllinum
endurgeva tvey longri brot, sum maðurin hevði á munni, orðarætt. Ella var tað kanska soleiðis, at tú tókst hetta upp á lítlu læknadiktafon tína fyri síðani at festa hesar niður á blað? Ella var tað kanska soleiðis: [...] alstórari virðing at taka hattin av fyri tær. ES: Tað, sum stendur endurgivið millum gásareygu, eigur at verða uppfatað sum orðarøtt endurtøka. Soleiðis er tað nú einaferð, tá ið gásaeygu verða nýtt. EES: Hitti
Liðformaðurin hjá Skála, Pauli G. Hansen, var einsamallur málskjútti móti B36. Brotssparksmálið bar sigurin og harvið trý kærkomin stig við sær, og Pauli var saman við liðfeløgunum ovurfegin, tá ið dómarin [...] Úrslitini hjá hinum botnliðunum lagaðu seg soleiðis, at vit nú eru longri frá hóttanini av niðurflyting, enn vit leingi hava verið, og tað er ein lætti, nú vit hava stutta summarfrí frá landskappingini og [...] Pauli heldur, at tað leingi hevur verið greitt, at liðið hevur verið betri, enn úrslitini og harvið stigatalvan hevur bent á. - Vit hava ikki megnað at fingið neyðugu úrtøkuna, og tað hevur kostað, at
Sjúrðarberg og Næraberg eydnaðist væl prakstiskt, men tað gav ikki nóg mikið av fiski til, at tað loysti seg at hava tvey skip. - Júst hvat vit so gera við tað, veit eg ikki enn, men vit fara at finna upp á okkurt [...] valt at gera hetta, tí tað gongur ikki væl við rækjuveiðuni fyri tíðina og so er ein noyddur at finna upp á okkurt, tí vit kunnu ikki halda fram sum er, sigur Hanus Hansen. Fuglberg var á rækjuveiðu á Flemish [...] Flemish Cap. Teir høvdu verið burtur í tveir mánaðir. Ætlanin var, at teir skuldu fiska longri, men teir brutu sum sagt túrin av, tí skipið nú, um alt gongur eftir ætlan, skal til Grønlands. Annars sigur
Jakobsen. - Orsøkin til hetta er, at tað hevur verið ein tendensur í londunum kring okkum at skipa tað soleiðis. Tað er eisini gjørt her, tí tað verður hildið, at tað gagnar næmingunum at fáa tíggju dagar [...] Vit halda, at tað skulu vera tíggju dagar við undirvísing, meðan næmingar og lærarar halda, at eingin skal vera. Vit eru sinnaðir at gera nakað við trupulleikan. Tað er møguligt, at tað er ov nógv at taka [...] hava fleiri dagar at lesa í, hjá lærarunum snýr tað seg hjá lærarunum kanska líka nógv um at hava frí í tíggju dagar við løn. - Sum eg síggi málið, so er tað serliga ein trupulleiki hjá HF-arum, sum skulu