Í gjár handaðu næmingar á studentaskúlunum og HF-skeiðunum kring landið landsstýrismanninum í undirvísingarmálum eitt mótmælisskriv. Savnaðar vórðu 700 undirskriftir til skrivið. Síðani varð skipað fyri mótmælisgongu frá skúlanum í Hoydølum niðan í Undirvísingar- og mentamálastýrið, har næmingarnir handaðu Torbirni Jakobsen undirskriftirnar. 400 næmingar vóru við í mótmælisgonguni.
Í skrivinum stóð, at "undirritaðu næmingar í Miðnámsskúlunum mótmæla harðliga, at lesifrítíðin er stytt niður í so at siga einki".
Víst verður á, at í seinasta skúlaári var síðsti skúladagur hjá bæði studentum og HF-arum 28. apríl. Hetta skúlaárið er seinasti skúladagur hjá HF-arum 30. mai, og fyrsti próvtøkudagur er 1. juni. Hjá studentunum endar undirvísingin 8. juni, og fyrstu próvtøkudagur verður 11. juni.
Eingin broyting er í skrivligu próvtøkunum, ið vera sum í fjør. Munurin frá í fjør er tann, at nú skulu næmingarnir aftur í skúla í tíggju dagar eftir ta skrivligu próvtøkuna. Í fjør varð ikki farið í skúla eftir skrivligu royndirnar. Tað eru hesir tíggju dagarnir, sum stríð nú er um.
Sinnaðir at finna eina loysn
Tórbjørn Jakobsen, landsstýrismaður, sigur seg avgjørt vera sinnaðan at finna eina loysn, sum allir partar kunnu góðtaka.
- Tað snýr seg um tíðina millum ta skrivligu og ta munnligu próvtøkuna, har næmingarnir skulu í skúla aftur í tíggju dagar, men lesitíðin er stytt líka nógv, sum frálærutíðin er longd, sigur Tórbjørn Jakobsen.
- Orsøkin til hetta er, at tað hevur verið ein tendensur í londunum kring okkum at skipa tað soleiðis. Tað er eisini gjørt her, tí tað verður hildið, at tað gagnar næmingunum at fáa tíggju dagar í frálæru afturat.
Hesum eru næmingarnir og lærararnir tó ikki samdir í, tí teirra vilji er, at hesir tíggju dagarnir verða settir av til lestrarfrí hjá næmingunum, so teir kunnu fyrireika seg til próvtøkurnar, sum standa fyri framman.
Tórbjørn Jakobsen vísir á, at meðan næmingarnir vilja hava fleiri dagar at lesa í, hjá lærarunum snýr tað seg hjá lærarunum kanska líka nógv um at hava frí í tíggju dagar við løn.
- Sum eg síggi málið, so er tað serliga ein trupulleiki hjá HF-arum, sum skulu upp í so nógvum lærugreinum í so stutta tíð, men hjá studentunum skuldi tað borið til at lagt hetta til rættis, tí teir hava tríggjar vikur til tríggjar próvtøkur, og tað er ein um vikuna, sigur Tórbjørn Jakobsen.
- Nú mugu vit loysa henda trupulleikan saman. Vit halda, at tað skulu vera tíggju dagar við undirvísing, meðan næmingar og lærarar halda, at eingin skal vera. Vit eru sinnaðir at gera nakað við trupulleikan. Tað er møguligt, at tað er ov nógv at taka allar tíggju dagarnar í einum.
Tórbjørn sigur at enda, at hann dugir væl at síggja trupulleikan hjá næmingum, sum fáa frí fríggjadag og skulu upp í eini stórari lærugrein mánadag.
Lærararnir stuðla
Yrkisfelag studentaskúla- og HF-lærara sigur í tíðindaskrivi, at teir "stuðla fult út miðnámsskúlanæmingunum í kravi teirra um longri fyrireikingartíð til munnligur próvtøkurnar".
Víst verður á, at felagið hevur sent undirvísingar- og mentamálastýrinum skriv stutt eftir summarfrítíðina, har mótmælt varð tíðarætlanini fyri hetta skúlaárið.
Sagt verður í skrivinum, at "munnliga próvtøkuætlanin, ið Undirvísingar- og mentamálastýrið hevur lagt til rættis, er álvarsligt brot á galdandi siðvenju, tekur grundarlagið undan seriøsari próvtøku og er í stríð við studentaskúla og HF próvtøkukunngerðirnar.
Kravið hjá lærarunum er, at "vent verður aftur til gomlu skipanina við lesitíð, tí hvørki næmingar, lærarar ella próvdómarar kunnu liva við nýggju próvtøkuætlanini".
Næmingarnir vísa á, at teirra fyrireikingartíð er alt ov stutt, og tí ber ikki til hjá teimum at koma væl fyrireikað til próvtøkuna.
Í mótmælisskrivinum er ein innilig áheitan um at broyta avgerðina, tí orsaka av hesum viðurskiftum verður tað trupult at fáa eitt heiðurligt úrslit, ið nýtast kann til víðari lestur.
Tórbjørn Jakobsen fegnast annars um, at næmingar skipa fyri mótmælum, og heldur tað vera positivt, at ungdómurin fer í kravgongu, tá okkurt í skipanini gongur teimum ímóti.
Hann væntar, at funnið verður fram til eina loysn á málinum skjótt.









