Brenna inni við heilivági

Føroyar bíløgdu koppingarevni móti HINI-sjúkuni til triðingin av fólkinum, men langt frá so nógv verður brúkt. Vit sleppa tó ikki undan at keypa bíløgdu nøgdina, sjálvt um sjúkan nú tykist hasa av

Eins og hini Norðurlondini koma Føroyar at brenna inni við eini stórari nøgd av HINI-heilivági.
Tá ið sjúkan fór at gera um seg í vár og avgjørt var at fara undir at koppseta fólk, skuldu heilsumyndugleikarnir í hvørjum landi taka støðu til, hvussu stóran part av fólkinum tey skuldu bíleggja heilivág til.
Svøríki og Noreg valdu at keypa heilivág til alt fólkið, men Føroyar eins og Danmark, Grønland og Ísland bíløgdu heilivág til 30 prosent av fólkinum.
Tað er her sum í Danmark, at vit koma at brenna inni við nógvum heilivági, sigur Heri Mørkøre, landsapotekari.
Higartil hava Føroyar fingið 9.000 skamtir, og brúktar eru nakað yvir 3.000.
Tað kemur nógv meira heilivágur til landið, tí Føroyar hava sum nevnt bundið seg til at keypa til 30 prosent av fólkinum.
Heilivágurin kemur í smáum nøgdum til landið, so hvørt sum hann verður framleiddur.

Kendu ikki útlitini
Tað er altíð lætt at vera eftirklók, men í mai mánaði var ikki lætt at vita, hvørjum vit stóðu yvir fyri. Vit valdu tíbetur bara at keypa heilivág til ein part av fólkinum, men tað kundi havt verið ein skeiv avgerð, sigur Heri Mørkøre, sum leggur aftrat, at tey ráðførdu seg við allar møguligar serfrøðingar, áðrenn avgerðin var tikin.
Nú verður sagt, at sjúkan er við at hasa av, men framvegis verða fólk koppsett.
Tað hevur ikki gingið nógv væl at fáa starvsfólkini í heilsuverkinum at lata seg koppseta, sigur William Smith, smittuverjifrøðingur á Landssjúkrahúsinum.
Tey hava mælt øllum til at koppseta, og regluliga verða starvfólkini mint á, nær hetta kann gerast.
Aftaná nýggjár verður ein ætlan løgd um at geva ymsum lyklapersónum í landinum tilboðið um at lata seg koppseta. Tað eru øll tey, sum syrgja fyri, at samfelagshjólini mala, eitt nú løgtingslimir, samferðslufólk, fólk í ruskskipanunum o.o.