Eru enn stødd í Landskrona

Kann verða neyðugt at avlýsa fráferðina hósdagin

Norrøna liggur enn á beding í Landskrona og óvist er júst nær skipið fer í sigling aftur. Tað upplýsir Rúni Vang Poulsen, stjóri í Smyril Line, fyri Miðlahúsinum.


- Vit vita hvussu stórur skaðin er, men tað er ikki greitt, um vit kunna umvæla skadda lutin ella ein nýggjur má framleiðast. Um ein nýggjur lutur má framleiðast, so tekur tað 24 tímar longri, sigur Rúni Vang Poulsen, og leggur afturat.


- Vit vóna, at Norrøna fer aftur í sigling hósdagin, tá fráferð er úr Føroyum, men í ringasta føri, so fer hon úr Hirtshals leygardagin.


Tað var um vikuskiftið, at Norrøna fekk maskintrupulleikar, tá skipið var á veg inn í Hirtshals, og bleiv av tí sama fleiri tímar seinkað.


Fyri at umvæla skaðan fór skipið á beding í Landskrona í Svøríki, meðan ein stórur partur av ferðafólkunum, ið skuldu við Norrønu til Føroyar, blivu flogin til Føroyar í staðin.


Umleið 100 ferðafólk eru enn umborð á Norrøni.