- Nú dómarin gjørdi sítt arbeiði, er neyðugt, at fótbóltssambandið ger sítt. At geva Jose Mourinho leikbann í seks dystir kann vera tað, sum skal til.
Orðini eigur Graham Poll, fyrrverandi toppdómari í Onglandi.
Tað var sunnudagin, at Jose Mourinho, venjari hjá Manchester United, fekk reytt kort fyri at sparka ein vatndunk. Graham Poll, sum var ein av frægastu dómarum í Onglandi fyri nøkrum árum síðani, heldur, at dómarin gjørdi púra rætt, tá hann vísti portugisaranum av vøllinum sunnudagin.
Graham Poll skrivar, í klummu síni í Daily Mail, at ringa framferðin hjá Jose Mourinho hevur verið yvirsæddur ella góðtikin í longri tíð, og at tað nú er upp á tíðina, at dómararnir seta fótin niður.
- Dómararnir hava fingið nokk av hansara vantandi virðing fyri teimum, kanska serliga Jon Moss, sum eisini vísti hann av vølli seinasta kappingarár.
Hann heldur tí, at tað hevði verið upp á sítt pláss, um venjarin hjá Manchester United fekk leikbann í seks dystir.