Fuglberg til Grønlands

Fuglberg kom til Klaksvík mánakvøldið av Flemish Cap. Teir brutu túrin av, tí skipið skal til Grønlands og manningin er uppsøgd

Klaksvík:
Hanus Hansen, stjóri á JFK Trol sigur, at leigumálið ikki er endaligt enn, men ætlanin er, at Fuglberg skal leigast til Grønlands fyribils í 15 mánaðir.
- Vit hava valt at gera hetta, tí tað gongur ikki væl við rækjuveiðuni fyri tíðina og so er ein noyddur at finna upp á okkurt, tí vit kunnu ikki halda fram sum er, sigur Hanus Hansen.
Fuglberg var á rækjuveiðu á Flemish Cap. Teir høvdu verið burtur í tveir mánaðir. Ætlanin var, at teir skuldu fiska longri, men teir brutu sum sagt túrin av, tí skipið nú, um alt gongur eftir ætlan, skal til Grønlands.
Annars sigur stjórin á JFK Trol at partrolingin hjá Sjúrðarberg og Næraberg eydnaðist væl prakstiskt, men tað gav ikki nóg mikið av fiski til, at tað loysti seg at hava tvey skip.
- Júst hvat vit so gera við tað, veit eg ikki enn, men vit fara at finna upp á okkurt, sigur Hanus Hansen í stuttari samrøðu við Sosialin.