Eg má veruliga taka hattin av fyri tær, Jenis...

Bárður Persson

...tí ei finst tín líki at minnast uttanat.
Tú greiðir í Sosialinum (23-08-05) frá, at tú hevur møtt einum kvikgongdum manni á gongubreytini við Hoyvíksvegin. Hann steðgar á og tosar við miklum skundi um sína støðu sum homoseksuellur og kvikar sær síðani avstað aftur. Seinni ert tú førur fyri at endurgeva tvey longri brot, sum maðurin hevði á munni, orðarætt.
Ella var tað kanska soleiðis, at tú tókst hetta upp á lítlu læknadiktafon tína fyri síðani at festa hesar niður á blað?
Ella var tað kanska soleiðis: Tú nýtti ongan upptakara og eru hesi úttalisi, tú endurgevur í Sosialinum tí kanska ikki heilt so orðarøtt, og tískil kanska ikki heilt so eftirfarandi?
Tó, um so er (og tú ikki nýtti upptakara), fari eg í alstórari virðing at taka hattin av fyri tær.

ES: Tað, sum stendur endurgivið millum gásareygu, eigur at verða uppfatað sum orðarøtt endurtøka. Soleiðis er tað nú einaferð, tá ið gásaeygu verða nýtt.

EES: Hitti tú mannin?