t kríggj, asymmetriskan bardaga, har tey at vísa seg veiku duga at brúka veikleikarnar hjá teimum at vísa seg sterku. Álopið tann 11. sept. er ein mynd av hesi asymmetri: heimsins íbúgvar kundu, sitandi [...] Qaeda, men var heldur ein borgan fyri, at privatir terrorbólkar ikki sluppa at virka innan fyri tess mark. Tað er møguligt, at eitt endurbygt Irak kann enda við at gerast ein haldgóð, demokratisk skipan [...] uttan at prógv er fyri, at tey hava gjørt nakað brotsverk. Í summum førum verða hesi fólk pínd ella sligin, svøvnurin verður tikin frá teimum osfr. Á henda hátt kann yvirgangur verða við til at umskapa
yvir til Knút. Tað var eyðsýnt ígjøgnum konsertina, at Mattias eigur ein týðandi leiklut í nýggja tilfarinum hjá Knúti. Ein legði beinanvegin til merkis, at ljósa røddin hjá Knúti var ljóðblandað heilt frammi [...] Møguliga skal breiða fjøldin tyggja meira uppá útgávuna. Eg havi í hvussu so er hug at fara aftur, og verður Knút vónandi at hoyra á ársins G-festivali í summar. Setlistin: 1. Himnafar 2. Tú ert 3. Ogn 4. [...] HYPNOTISK UPPHITING At hita upp hevði Knút fingið duettina Konsørn, sum telur Mattias Kapnas á tangentum og Jan Rúna Poulsen á slagverki v.m. Hesir høvdu ”mangan brattan gingið” saman við Knúti, sum teir
til áskoðaran at tolka tær nærri. Hetta er eitt frálíkt, agafult framhald av tí symbolska stílinum, sum Sigrun fór í holt við fyri eini tíggju árum síðani. Tað er bara at síggja til, at myndamál hennara [...] hevur ein egnan og originalan modernistiskan dám. Í Føroyum liva fólk tætt upp at fjøllunum og sjónum, sum noyða listafólkini at taka støðu til sín, men tey viðurkenna samstundis modernistiska mál sítt. Landslagið [...] Vogel spælir og síðani syngur Dupultkvartettin í Ebenezer. Malan Marnersdóttir hevur skrivað eina bók um listamálararnar við myndum frá framsýningini. Summarframsýningin í Norðurlandahúsinum, í ár tann
arbeiði í nógv ár fyri at gerast partur av elituni og her hendir tað, at ólógligir hættir verða nýttir at náa málinum ella at halda sær á toppinum. Í hesi stremban er doping ein háttur at betra um førleikan [...] Men at verða tikin fyri doping, merkir ikki at einki topfelag vil hava nakað við leikaran at gera. Tí kann ein freistast til at hugsað, at dopingin er ein vági, sum tilætlaður verður tikin, fyri at gerast [...] verið tvungin at dopað seg, ella eru vorðin dopaðið uttan at vita tað, meðan at tey vesturlensku kanska sjálvi hava havt møguleikan at velja. Og gera tað enn. Ein kann eisini loyva sær at ivast í, hvussu
- Sagt verður, at veðrið var so gott og stilt, at eldri fólk, sum ikki orkaðu at ragga sær til gudstænastuna, kundu sita fyri opnum gluggum og hoyra og uppliva, at móðurmálið var við at festa røtur innan [...] tykist oyggin at hava verið roknað sum partur av sjálvum miðøkinum. Hann segði, at Niels Winther skrivar í fornsøgu Føroya um bygdirnar. - Her er áhugavert at síggja, at hann býtir Streymoynna í tveir partar [...] Heðin segði, at í dag verður nógv tosað um kommunusamanleggingar, og fólk í Hesti og Koltri hava einmælt samtykt at leggja saman við Tórshavnar kommunu. - So, stuttligt er at síggja, at hesar oyggjar
mun at brúka telduskráir, ella markamót, sum fara at duga at avgreiða eina ávísa uppgávu, men sum samstundis fara at duga serliga væl at samskifta við aðrar telduskráir. Tað er í hesi sannroynd, at Negroponte [...] sum her fara at fáa ein nýggjan leikpall. Tað fer so tíðin at vísa. Tað verður tó helst seinur dagur, at vit fara at útflyta digitalan fisk, men harfyri eiga vit ikki at lata møguleikan at fáa lut í menningini [...] framyvir at føra við sær broytt arbeiðslag og broyttar arbeiðshættir; tær skapa grundarlag fyri nýggjum vinnugreinum, nýggjar mátar at samskifta, at keypa og selja, at læra og øðrvísi mátar at skaffa okkum
førandi er, at vit leggja á annan bógv - rógva aðra kós. Tað nyttar ikki at gráta um, at oljan er dýr, at kinesararnir eru skjótir og bíligir, at fiskaprísirnir eru lágir, um vit eru fiskseljarar, at fiskaprísirnar [...] Tú kanst velja at brúka mandatið til at stýra stuttsiktað t.v.s. í fýra ár, ella tú kanst velja at stýra langsiktað í kanska 10 ár ella longur. Vit hava valt seinnu loysnina ikki tí, at vit vilja vera [...] hava nóg mikið við at dyrka okkara egnu fortreffiligheit . Frá at hava liva væl ja til tíðir í marglæti - av at vera ein fiskivinnutjóð og eitt framleiðandi land, uppliva vit nú, at vit spakuliga, men
Skriftini og játtanarritunum, at øll verða frelst, at hvør er sælur í síni trúgv, og at bara vit ikki eru verri enn ”hini”, stendur væl til? Kann tað vera, at vit hava gloymt, at dópur og umvending og dópur [...] komið inn, at tað verður viðmælt biskupi at syrgja fyri, at kirkjuráðslimirnir fáa kunnleika til játtanarrit Fólkakirkjunnar. Nú liggur eitt arbeiði á komandi biskupi at finna form og hátt at fáa hetta [...] ar trúgva vit, at Gud vil, at øll menniskju skulu hoyra gleðiboðskapin og vera frelst. Seinasta boð Jesu til kirkju sína var, at hon skuldi boða evangeliið fyri øllum fólkasløgum, og at kirkjan skuldi
fundi um Norðurlendskar bókmentir. Sjálvt trúði hon ikki, at hon fór at vinna. Hon tosaði um tey ymisku, ið vóru í uppskoti í ár. Hvussu fjølbroytt hesi eru. Bókin úr Finlandi var um fjølmiðlar, meðan danin [...] skrivar um Italiu, ið fekk hana at hugsa um, at bert tí vit liva í Norðurlondum eru vit ikki avskorin frá Miðeuropa ella New York. Í samrøðu við Oscar Hemer, sigur Eva Strøm, at henni dámar fleiri av teim donsku [...] Nordisk Litteratur. At fríggja við málinum Høvundar, serliga yrkjarar, hava í hálvfemsunum brúkt nærum alla orku at yrkja og skriva um málið sjálvt, sum t.d. her hjá Ursula Andkjær Olsen: "At tale i tunger vil
Ivaleyst hevur hann hildið, at Danmark – sum prædikar um talufrælsi í muslimskum londum – sjálvt fór at liva upp til egin krøv. Men hesin raski, ungi demokraturin fekk aðra bók at lesa í. Hann bleiv álopin [...] tí so ymisk vit eru, eru eisini okkara hjørtu. Og tað er ikki yvir at dylja, at tann skering á hesi fløgu, sum undirritaði oftast fer at venda aftur til, er “Sorg”, ein gomul donsk vísa, frystandi vøkur [...] Johnny Cash hava sungið. Og tað er undranarvert, at tað ber til at endurgeva ein tekst, sum í grundini er religiøsur, á so blúgvan og óuppgjørdan hátt, at ein og hvør kann gera tekstsins orð til síni: Nu