Bogi Eliasen
cand.scient.pol
Ítróttarligar fyrimyndir
Í okkara samfelagi er ítróttin ofta ein fyrimynd. Fyri børn og ung er talan um sunt frítíðarítriv, eins og vaksin eru farin at leggja meiri orku í at íðka ítrótt, fyri at hava góða heilsu. Tey bestu í ítróttargreinum, elitan, eru ofta fyrimyndir, serliga hjá børnum men eisini vaksnum. Sigast kann, at ítróttur er ein partur av mentanartilboðunum hjá børnum og ungum og tí gerast stjørnurnar, um tær vilja tað ella ikki, fyrimyndir.
Hjá teim flestu liggur hart arbeiði í nógv ár fyri at gerast partur av elituni og her hendir tað, at ólógligir hættir verða nýttir at náa málinum ella at halda sær á toppinum. Í hesi stremban er doping ein háttur at betra um førleikan ella kanska at koma seg aftaná skaða. Serliga í altjóða elituítrótt, kann freistingin gerast ógvuliga stór, tí lítið manglar í at verða millum tey allarbestu, eins og at tað peningaliga kann kasta nógv av sær, at vera millum tey bestu. Taka vit t.d. fótbóltsspælarar á hægsta støði í Evropu, so eru møguleikarnir fyri ótrúliga stórari løn til staðar, og revsingin fyri at snýta seg til at verða betri við doping er ofta bert eitt hálvt ár. Hetta eru spælarar sum eisini eru fyrimyndir hjá føroyskum ungdómi.
Hvat er doping?
Ofta verður kjakast um, um dopinglistin er ov strangur. Tvs. at hann inniheldur evnir, sum í veruleikanum ikki eru skaðilig ella fremjandi. Eg havi ikki førleikan at meta um hetta. Men tvær meginreglur eiga at vera, tá talan er um doping. Mest umráðandi er at evnini ikki mugu vera skaðilig fyri íðkaran, tvs. ein konservativ ásjón við at verja fólk, eins og vit krevja trygdarbelti í bilum. Hin, er at talan helst skal vera um ítrótt á jøvnum føti og ikki avgjørt av hvønn lækna ein hevur ella hvussu stóra fíggjarliga orku ein hevur at keypa sær evnir við, ella á annan ónatúrligan hátt at skapa sær fyrimun, so sum við blóðdoping.. Hetta markið er tó eitt sindur meiri torført. Tí nógv náttúrlig evni og matur kunnu betra kropsliga førleikan og torført tí at seta mark millum fremjandi mat, náttúrlig evnir og heilivág.
Doping í Føroyum?
Túnatosið bendir á, at nakað av dopingmisnýtslu er í Føroyum. Í grannalondum okkara vísir tað seg, at trupulleikin ikki einans er ímillum elituítróttarfólk, men í stóran mun millum fólk, ið fimisvenja. Hetta er ein trupulleiki, sum er tikin upp í Føroyum. Hetta slagið av doping hevur einki við elituítrótt at gera, men heldur persónlig ynski um at hava væl vandan kropp. Tó er vandin ikki minni her. Doping kann hava stórar avleiðingar, og tá okkara samtíð leggur dent á kroppin, er skjótt at vanlig fólk kunnu lokkast at brúka henda snarvegin. Hetta slagið av doping hongur kanska meiri saman við rúsevnismisnýtslu, tí talan er um fólk sum søkja sær vælveru, og í hesum føri umvegis ólóglig evnir til at byggja sær ein betri kropp. Fleiri evnir, sum vit dagliga meta sum rúsevnir, verða eisini brúkt sum doping, t.d. kokain og hash.
Itróttin hevur tjóðskaparligt virði
Nógv lond leggja stóran dent á góð ítróttarlig avrik. Nógvastaðni verður nógv gjørt, fyri at geva elitu og talentum góðar umstøður. Hetta hevur nógv at siga fyri ímyndina hjá londunum, bæði úteftir, men ikki minst sum savnandi inneftir.
Kalda Kríggið var í stóran mun ein ideologiskur bardagi millum superveldini Sovjet og USA. Hetta var dysturin um heimsvaldið millum kapitalismuna og komunismuna. Kapitalisman stóð fyri tí frælsa, fyri sunnari kapping og survivel of the fittest. Kommunisman hin-vegin stóð fyri einum meiri stýrdum samfelag, har heildin var mest umráðandi, men sum samstundis hevði pláss fyri øllum. Meðan rættindi tí einstaka var mest umráðandi hjá vestanlondunum, máttu hesi rættindi lúta fyri tí góða heildarsamfelagnum í eystanveldunum. Tá Kalda Kríggið verður nevnt, hugsa vit oftast um vápnadubbing, støðuga vandan fyri kjarnorkukríggi og har stórveldini brustu saman, sum í Vietnam.
Men kappingin millum veldini var eisini hørð á øðrum økjum. Ítróttin bleiv nógv brúkt fyri at vísa hvør skipanin var hin betra og sjálvt uttanveltaðu Olympisku Leikirnir blivu misnýttir sum propagandamaskinur, og boykottaðu stórveldini leikirnar hvør hjá øðrum. Hitler brúkti eisini leikirnar í 1936 til politiska propaganda fyri sínum nazistiska samfelagsfrymli, bygt á atletiska ariska fólkið. Tíanverri fyri Hitler, gjørdist svarti amerikumaðurin Jesse Owens stóra hetjan á leikunum.
Í mínum uppvøkstri var eingin ivi um, at eysturlensku ítróttarfólkini vórðu proppað við dop-ing, tí bar tað teimun til at vinna nógvar kappingar. Tá múrurin fall, kom sjón fyri søgn. Ikki einans funnust skjøl um umfatandi dopingina, men fyrrverandi dopaði topítróttarfólk komu eisini fram við sínum ræðusøgum hesum viðvíkjandi. Eisini her vann frælsi heimurin á tí undirkúgandi kommunismuni.
Men tað var ikki einans um-fatandi doping hinumegin jarntjaldi. Fyrrverandi týski landsliðsmálverjin í fótbólti, Harald Schumacher, skrivaði longu í 1987 eina bók, Anpfiff um tann skitna fótbóltsheimin, herímillum doping og tvíhelt um at 90% av spælarun í týsku Bundesliguni brúktu ólóglig evnir og at hann sjálvur eisini hevði dopað seg meira enn eina ferð. Ístaðin fyri at gerast hetja og stuðlaður, bleiv hann koyrdur av landsliðnum og tveittur á dyr í felag sínum Køln. Tað sermerkta við hesi søk, var at Toni, sum Harald Schumacher vanliga var nevndur, var um ikki tann besti, so millum heimsins bestu málmenn tá. Talan var sostatt um ein av heimsins bestu ítróttarfólkum í síni grein, sum vísti á óreglusemi og viðgekk at hann sjálvur hevði syndað. Hann bleiv tó frystur úti eftir hetta. Spurningurin kann setast um hann var ov tíðliga á veg, kanska tí Kalda Kríggið enn leikaði á?
Doping er har
Í dag ivast fáur í, at topfótbóltur er fyltur við doping og sama er helst galdandi í flestu itróttargreinum. Vit hava javnan gølur í frælsu ítróttini, og í heimselituni í súkling tykist, sum at súklararnir eru livandi laboratoriur, sum læknar brúka til at kanna hvussu stórt árin evnir hava á mannakroppin.
Fótbóltsspælarar verða ídag javnan tiknir fyri doping, tað er eins og blivin ein partur av spælinum. Onkurt felag koyrir syndararnar, meðan onnur fyrigeva. Men at verða tikin fyri doping, merkir ikki at einki topfelag vil hava nakað við leikaran at gera. Tí kann ein freistast til at hugsað, at dopingin er ein vági, sum tilætlaður verður tikin, fyri at gerast ein av teim stóru, ein fyrimynd og ikki minst ein av teim sum vinnur nógvan pening. Revsingin er har, men ikki alt ov hørð, eins og leikarar ella íðkarar kanska ongantíð høvdu komið fram at trúnuni, um vágin ikki var tikin. Soleiðis kann kanska sigast at møguligi ágóðin er størri, enn vandin fyri at verða tikin og sjálv revsingin, um íðk-arin bert hugsar um løtuvinning og ikki sína egnu heilsu og lív.
Okkara ábyrgd
At vesturlensk ítróttarfólk hava verið minst líka illa dopað, sum eysturlensku fyrr, man lítil ivi vera um. Annars høvdu tey ikki klára at vunni á teim eysturlensku, meðan Kalda Kríggið leikaði á.
Munurin hevur heldur verið, tey eysturlensku hava verið tvungin at dopað seg, ella eru vorðin dopaðið uttan at vita tað, meðan at tey vesturlensku kanska sjálvi hava havt møguleikan at velja. Og gera tað enn. Ein kann eisini loyva sær at ivast í, hvussu nógv ymsu londini í veruleikanun gera við arbeiði ímóti doping. Stórt virðið er enn í at hava heimsstjørnur innan ítróttargreinar.
Sum eitt curiosum kann nevnast, at doping ikki einans er ein trupulleiki í ítrótti, í Danmark er komið fram, at klassiskir tónleikara hava umfatandi dopingmisnýtslu.
Doping er ein stórur trupulleiki í ítróttarheiminum í dag, og hetta er ein vandi vit eiga at taka í álvara, eisini her heima hjá okkum. At ikki fleiri fólk eru tikin í doping í Føroyum kann ein fegnast um, men tað kann eisini vísa, at eftirlitið kanska ikki er nøktandi.
Ítróttin hevur í Føroyum ein týdningarmiklan part í samfelagnum, og stórur partur av ungdóminum brúkar nógva tíð og orku í ítróttarfeløgum. Tað okkara uppgáva og ábyrgd at ansa eftir, at doping ikki gerst ein vanligur partur av føroyska ítróttarheiminum. Tí er tað gleðiligt, at ein dopinglóg er komin. Men lógin í sær sjálvum ger ongan mun, um uppfylgjandi arbeiði ikki verður gjørt.
Nú skal arbeiðast
Uppfylgjandi arbeiði er ikki bert kanningar, men eisini fyribyrgjandi, so sum at upplýsa um vandar við doping, tí í flestu førum hevur doping álsvarslig hjáárin. Lógin ger tað ólógligt at selja ella hava dopingevnir og tað ger, at søla og brúk beinleiðïs kann revsast. Hetta er sjálvsagt ein fyritreyt fyri at fáa dopingina burtur, men upplýsandi arbeiði er tað mest umráðandi. Rúsevnir eru ólóglig, men fáast í Føroyum, tað sama er helst galdandi við dopingevnum, sum eisini kunnu keypast á alnótini.
Tað strævna og harða arbeiði, er tað sum nú skal gerast. Vit eiga hesa samfelagsligu ábyrgd, bæði fyri at verja tann einstaka móti avleiðingunum, men eisini fyri at tryggja at okkara samfelagsskipan, sum í stóran mun byggir á, at børn og ung trygt kunnu brúka sína frítíð í ítróttarfeløgum.