Frá filetfabrik til idéfabrikk

Jóannes Eidesgaard, løgmaður

Ein samgonga - eitt landsstýri hevur eitt mandat í fýra ár. Tú kanst velja at brúka mandatið til at stýra stuttsiktað t.v.s. í fýra ár, ella tú kanst velja at stýra langsiktað í kanska 10 ár ella longur.

Vit hava valt seinnu loysnina  ikki tí, at vit vilja vera so nógv øðrvísi, men tí at vit hava ásannað, at tað er nú, at nýggjar leiðir mugu gangast. Visjón 2015 er ikki eitt smart politiskt hugskot - Visjón 2015 er ein lívsneyðug ætlan. Útvarpsmaðurin segði tað so væl hetta kvøldið: Framtíðin kemur av sær sjálvum, men framburðurin kemur ikki av sær sjálvum. Og tað er henda framburð, vit skulu skapa m.a. við Visjónini.

Júvist eru Føroyar á einum vegamóti. Vit kunnu velja at lata dyrnar upp til alheimin og fara út millum teir stóru og taka tann dystin upp, sum sanniliga ikki verður nakar dansur á rósum, ella vit kunnu lata dyrnar aftur fyri umheiminum og hava nóg mikið við at dyrka okkara egnu fortreffiligheit.

Frá at hava liva væl  ja til tíðir í marglæti - av at vera ein fiskivinnutjóð og eitt framleiðandi land, uppliva vit nú, at vit spakuliga, men støðugt verða tikin aftur av nýggjum og ókendum kreftum - av nýggjum hættum at hugsa uppá - av bíligari hættum at framleiða uppá.

Vit kunnu seta okkum við árarnar og taka tøk ímóti teimum londunum, sum í dag framleiða bíligari enn hugsingur er um hjá okkum. Ímóti hesum londum, sum nógv fólk í vinnuni tosa um við piprandi rødd. Vit kunnu streingja á róðrarfólki og biðja tey rógva skjótari. Men hetta verður aldrin annað enn ein endaspurtur, ið vit við vissu fara at tapa.

Og tað er í hesi ásannan, at júst loysnin liggur. Tí tað, sum í veruleikanum skal til, um vit skulu halda okkum á odda  um vit skulu kappast við londini, ið vit sammeta okkum við - og vera førandi  er, at vit leggja á annan bógv - rógva aðra kós.

Tað nyttar ikki at gráta um, at oljan er dýr, at kinesararnir eru skjótir og bíligir, at fiskaprísirnir eru lágir, um vit eru fiskseljarar, at fiskaprísirnar er høgir, um vit eru fiskakeyparar, ella at íslendingar koma.

Vit mugu flyta okkum. Vit mugu spæla ímóti teimum stóru. Vit mugu taka dystin upp.Vit mugu tryggja okkum, at vit duga snildir og tann taktikkin, ið gevur okkum fult stigatal hvørja ferð.
Til hetta mugu vit hava heilar. Nógvar heilar. Útbúnar heilar. Svartar og hvítar. Mannfólk og konufólk, Ung og gomul. Samkyndar og hinkyndar. Vit kunnu stutt sagt ikki fáa nóg mikið av góðum heilum. Og vit hava so sanniliga ikki ráð til at skúgva góðar heilar frá okkum við snævuskygni og intoleransu. Eins lítið kunnu vit vera nøgd við, at partur av okkara útbúna fólki ikki kemur heimaftur.

Meðan Visjónsætlanin hevur búskaparvøkstur sum eina fortreyt, so sigur Richard Florida í bók síni Tann kreativi klassin, hvat hann heldur er fortreytin fyri búskaparvøkstri.

Hann sigur, at jú longur vit koma inn í vitunnarbúskapin, jú meiri bundin verður vælferðin og harvið kappingarevni hjá landinum av samanhanginum millum trý viðurskfiti:

tøkni - talent - tolsemi

Hann sigur víðari, at innovatión ella nýmenning av nýggjari framleiðslu og nýggjum framleiðsluhættum gerst meira og meira týdningarmikil fyri vinnulívið. Til hetta krevst sjálvsagt framkomin tøkni.

Men tað er ikki ein og hvør, sum skapar hesa nýmenning. Tað eru tey, sum hava talent. Tað er eitt serligt slag av fólki, og hesi kreativu fólkini, sum eru von við nýhugsan eru sermerkt á ein serligan hátt: Tey hugsa globalt, teimum dámar list, teimum dámar kvalitet og teimum dámar tað óforfalskaða  tað ektaða og at lata seg inspirera av øðrum kreativum menniskjum í bæði arbeiði og í frítið.

Og her koma vit síðan til tað í Føroyum háaktuellu toleransuna  bæði tá tað snýr seg um útlendingar og tey samkyntu. Kanningarnar í USA vísa, at størsti búskaparvøksturin er at síggja í teimum býum, sum hava latið seg upp fyri tilflytarum av øllum slag, meðan tey stagneraðu og intolerantu samfeløgini skapa ongan ella minni vøkstur.

Í 90´unum komu 9 mió. tilflytarar til USA. Í Silicon Valley er næstan fjórðingurin av íbúgvunum og triðingurin av teimum hátøkniligu vísindafólkunum og verkfrøðingunum fødd uttan fyri USA.

Átti at givið okkum politikkarum nakað at hugsað um, tá vit næstu ferð fara at kjakast um útlendingapolitikk ella um korini hjá teimum samkyntu. Tað kreativa, tað opna og toleranta samfelagið skapar tað umhvørvið, har hesi fólkini við talenti - við evnum at skapa nýtt, vilja búgva. Tey flyta ikki til afturlatin samfelag.
Vit mugu hugsa størri. Ganga í størri skóm. Hyggja úteftir.

Føroyskt vinnulív hevur svárar trupulleikar at dragast við, tá vinnan ikki tørvar útbúgvið fólk.

Vit hava ov nógvar fyritøkur í Føroyum, ið hava vaksið seg upp undir heimligu hanabjálkarnar fyri síðan at steðga upp, tí leiðslurnar antin ikki tora ella evna at fara út í heim.

Vit hava heimsins minsta heimamarknað. Og tó - vit hava ivaleyst heimsmet í fyritøkum, ið siga seg hava nóg mikið við heimamarknaðinum.

Hava londini rundanum okkum skund við at koma út í heim, áttu vit at havt eld í einum ávísum stað, tí føroyski marknaðurin er heilt einfalt ov lítil. Næstan uttan mun til hvørja vinnu vit tosa um.

Er tað ikki hugvekjandi, at ein lítil íslendskur banki, sum í 1999 var væl minni enn Føroya Banki, nú er millum 40 og 50 ferðir so stórur sum Føroya Banki. Ikki tí - Føroya Banki er vaksin í hesum tíðarskeiði og kanska nógv eftir føroyskum mátistokki, meðan íslendski bankin bara er galoperaður avstað. Kundi bankavinnan ikki verið eitt av teimum nógv eftirlýstu beinunum aftrat?

Vit skulu venja okkum við, at tað ikki longur er altavgerandi at sveitta og vera góður til hendurnar. Tann tíðin er farin  um vit vilja tað ella ei. Tíðin, tá ið gávuríkir tónleikarar, fótbóltsspælarar og listafólk løgdu sítt lív í eitt flakavirki, tí alt annað var fatað sum fjant og fjas. Á mangan hátt er tað lagnunnar speisemi, at tað nú næstan er øvugt.

Í dag er tað besta tilfeingið ikki kol, fiskur ella seyður. Í dag eru tað heilarnir og menniskjuni.

Minnist fyrr - tá var tað ikki so sjáldan, at man hoyrdi vaksnar menn siga, at tað búðu alt ov nógv fólk í Føroyum. At 30.000 hevði verið eitt hóskandi fólkatal. Tað var tað, sum fiskurin kláraði at bera. Og tað var kanska støðan tá.

Men nú liva vit í einari verð, har mørk millum lond kámast burtur. Har fiskurin rundan um Føroyar umvegis kinesiskar fiskagentur ivaleyst kann kasta meira av sær, enn hann ger í dag.

Tí mugu vit umstilla okkum. Tí mugu vit alla tíðina tillaga okkum. Vit mugu venja okkum við at framleiða hugskot. Føroyar mugu fara frá at vera filetfabrikk til idéfabrikk. Hetta er tann veruliga avbjóðingin. At fáa eyga á møguleikarnar úti í heimi - at klekja hugskot.

Í dag er tað ikki trupulleikin, at vit eru farin upp um tey 30.000  trupulleikin er, at vit eru komin ov stutt upp um tey 30.000.

Hesar avbjóðingar  hesar tillagingar kunnu bert gerast, um vit síggja tað sum eitt teamwork. Einki við at sita og bíða eftir hvørjum øðrum, men at vit hvør í sínum lagi leggja til brots. Polititiska avbjóðingin verður so at skipa góðar karmar, finna okkum góða atgongd til alheimin. Okkara fyrsta stig kundi verið ein EFTA-limaskapur, síðan ein EBS-avtala ella ein EBS-líknandi avtala við ES, og at vit finna samstarvspartnara til vitunnartungar og kostnaðartungar uppgávur kanska India.

******************

Stutta útgávan av Visjón 2015 er at gera Føroyar til eitt av heimsins bestu londum at búgva og vinna í í ár 2015. At skapa vælferð fyri samfelagið  vælferð fyri tann einstaka. Vælferð krevur búskaparvøkstur, men búskaparvøkstur krevur so aftur , at vit hava eina dynamiska og nýmennandi ella innovativa vinnu.

Visjón 2015 hevur longu nú nátt eitt av sínum týdningarmiklu málum. Samfelagið og fólk flest eru farin at hugsa í einum 10 ára tíðarskeiði. Øll hava nú eina hóming av, hvat málið so nøkunlunda og yvirskipað fer at verða, og kunnu tí seta síni egnu mál í eitt Visjón 2015-ljós.

12 grundarsteinar eru fundamentið undir Visjónini, sum fevna um alt frá gransking til ígongdsetan og alheimsgerð. Nú er málið at gera ítøkiligar strategiir til hvønn grundarstein, og tað er mín vón, at arbeiðið verður liðugt til heystar.

Góðu leiðarar  tit eru týðandi medspælarar í Visjónsætlanini. Uttan tykkum leiklut eingin visjón, og uttan visjón eingin framtíð. Eg vóni, at vit saman finna røttu kósina. Í hesum máli eiga vit eina felags søk.

Við hesum orðum seti eg Ársins leiðaradag 2006.

Takk fyri