spøkja aftur, og er tað bara upp aftur prógv um, at hesir havisjúku havnarmenn hava sett sær sum endamál at mergsúgva og oyða alt útjaðaraøkið sum tað er, tí alt skal liggja í Havn! Tað skulu tó ikki stórir [...] Sámal Petur í Grund frá og tók málið í egnar hendur og legði ís á tað. Soleiðis er ein vanlig niðurstøða hjá einum vanligum vágamanni eftir tað, sum hent er í málinum, og nú hevur løgmaður so eisini givið vind [...] havnarmenn ongantíð verið fyrstir við nøkrum í hesum landi. Hetta segði eg nú ein dagin við góðan vinmann, og eftir at hann hevði hugsað seg um eina løtu, fann hann eitt, har havnarmenn hava verið fyrstir. Teir
John Petersen á. Tað er ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflotanum er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at skipini eisini gerast meiri ótíðarhóskandi og minni effektiv. Tað er heldur eingin [...] kvotan við Ísland verður tikin við. Og tí verða hesir bátar noyddir at royna á djúpri leiðum. ? Tað kundi tá verið hugsandi, at hesir bátar fingu stuðul til at sett frystarí umborð, og møguliga eisini um talan [...] ? Nú hava norðmenn ment eina nýggja egningarmaskinu, sum hevur víst seg at virka sera væl. Tað kundi tí verið ein møguleiki at nakrir bátar settu eina slíka egningarmaskinu umborð. Harvið høvdu teir loyst
koyrd úr flotanum, fyri at onnur skip skulu fáa fiskidagarnar. ? Tað er ein ávís ábending um, at tendensurin gongur tann vegin, og tað kann so eisini merkja, at vit fáa eina ávísa útskifting og harvið [...] reglurnar eru ikki heilt greiðar hesum viðvíkjandi, og tí má tað fáast upp á pláss, sigur John Petersen. Landsstýrismaðurin sigur, at stór orka hevur verið løgd í at fáa fiskidagaskipanina at virka. Men enn er [...] við kvotum, sum hóast eina ávísa umsetiligheit vísti seg at virka alt ov illa. Einki var tosað um tað, men onkur hevði illgruna um, at ikki alt fór reiðiliga fram í sambandi við kvoturnar. Møguleikin var
Tað hevur óivað verið eitt vónbrot fyri mong, at filmurin hjá Niels Malmros, Barbara, ikki slapp gjøgnum nálareygað og varð innstillaður til Oscar-virðislønirnar, tó at hann frá danskari síðu var førdur [...] fyri ferðavinnuna. ? Okkara Barbaru-projekt var alla tíðina miðað móti Norðanlondunum, og tí kemur tað ikki sum nakað vónbrot. Vit hava alla tíðina arbeitt út frá, at filmurin ikki fór út um Norðurlond [...] og vóna framvegis, at filmurin kann verða seldur til eitt nú Týsklands og Skotlands, men longur enn tað hava vit ikki gjørt okkum nakrar hugsanir um, sigur Annika. Ætlanin við projektinum var, at gera Føroyar
felag hevur verið eftir honum. ? Tað er kortini stórur saknur í Símuni Eliasen og Magna á Lakjuni, sum eru í Danmark. Símun spælir við Aarhus Fremad, har hann roynir at bróta ígjøgnum, og tað er væl skiljandi [...] nú er, fara tað um nøkur ár at vera eini tvey-trý lið, sum fara at ganga á odda í føroyskum fótbólti, meðan hini halta aftaná. ? Eitt felag sum ÍF kann ikki útvega so nógvar pengar, at tað kann hava eitt [...] kortini, at tað kann gerast soleiðis, at um eitt felag keypir ein spælara frá ÍF, kann ÍF fáa eitt sindur av pengum fyri hann. ? Ein 20 ára gamal spælari, sum verður seldur, hevur kanska verið í felagnum
Jørn Astrup Hansen heldur, at tað er týdningarmikið, at bankaarbeiðið verður hildið atskilt frá øðrum arbeiði. ? Fáa vit eina oljuvinnu í Føroyum, so merkir tað, at tað koma feløg úr útlandinum hendavegin [...] r í nýggja felagnum, so kundi tað takast sum um at vit høvdu valt síðu. ? Men vit vilja fegnir vera bankasamband hjá Atlantic Petroleum. Jørn Astrup Hansen sigur, at tað eftir teirra uppfatan ikki er rætt [...] avmarkað íkast í eina oljuvinnu. ? Tað merkir at felagið ikki kann spjaða íløgur sínar í fleiri »konsortiir«, men má halda seg til eitt avmarkað øki. ? Men vit ynskja teimum alt tað besta framyvir, og teir skulu
meiri vart við okkum, so hevði skilið uttan iva verið betur enn tað er! Roknifjølin Lat meg venda aftur til roknifjølina og nakað av tí sum kundi verið skriva á hana. 15. septembur 1994 tók landsstýrismaður [...] vinnuna sjálva finna útav hesum. Skilji tað hvør í skilja vil - bleiv tað ikki loysnin, at landsstýrið helt fingrarnar burtur og vinnan sjálv fann útav hesum? Tað kom ongantíð nakað skil, ella byrjan til [...] Hetta var júst tað sum Helena vísti á í sambandi við úttalilsini um kanningina hjá §19 nevndini, hvar Atli Hansen og Bjørn ikki drógu somu línu og ynsktu at markera tað í fjølmiðlunum. Tað sama var væl galdandi
Tað er ikki av tilvild, at tað eru hesir báðir persónar, sum í felag leggja fram hetta uppskot, sum ikki bert er ein hóttan móti fakfelagsstættini, men eisini er ein óhugnalig roynd at traðka niður nakrar [...] løgfrøðingur. Uttan mun til um Løgtingið hevur lóggávuheimildina ella ikki, so er tað ein spurningur, sum átti at havt verið nevndur í viðmerkingunum til nevnda lógaruppskot. Ætlanin at »revsa« føroyska [...] inn fyri landsrættin, og fyri allar føroyingar er tað helst heilt óhugsandi, at hesin rætturin at royna mál sítt í hægri rætti verður tikin frá okkum. Tað er sera umráðandi, at allir føroyingar gera sær
eftirtektar teir nevna: »Individets ret til at pleje sin egenart« og til tað krevst: »at man har sine meningers mod«. Tað eru tað tíbetur nøkur ? um fá ? sum hava. Eftir er bert at siga, at vit eru fleiri [...] studentaskúla á VBV í Havn. Las síðani mál niðri, umframt eini 2 ár í Moskva. Har vakti tað undran á fakultetinum, tá ið tað spurdist í Pravda, at Manifestið hjá Marx og Engels varð týtt til føroyskt, og at [...] September, í Vitanum og onkur yrking í Varðanum. Í 60-unum var tað eina mest í Framanum. Um ein var samdur við greinskrivaran ella ikki, so má tað sigast, at stílurin var eyðkendur og beinrakin. Og ikki sum
í Havn, og veit av royndum, hvussu trupult tað er hjá fólki, serliga eldri fólki at fáa nakað burturúr viðgerðini, av tí at tað er so strævið at ferðast. - Tað er høgligari, tá fólk í oynni sleppur undan [...] leiðina hendavegin, um brúk er fyri viðgerð. Móttøku mánadagin - Tað eru altíð bygdafólk, sum noyðast at fara aðrastaðni. Nú kundi tað hugsandi verið soleiðis, at fólk fara út á bygd í slíkum ørindum, sigur Páll [...] Mánadagin letur fysioterapistovan ?Partú³ upp á Áargarði á Sandi. Tað er Páll á Reynatúgvu, fysioterapeutur, sum nú er fluttur heimaftur at búgva og arbeiða í heimbygdini. Spurdur hví hann fer til Sands