Tað gerst meiri og meiri greitt, at studningurin heilt eigur at vera tikin burtur úr fiskivinnuni. 1. mars fellur íløgustuðulin burtur hjá teimum bátum, ið enn hava henda stuðul, og í tí sambandi arbeiðir landsstýrismaðurin í fiskivinnumálum, John Petersen, við einari nýggjari lóggávu fyri studning ella stuðul til fiskivinnuna.
? Vit mugu vera sera varnir tá talan er um stuðul, tí annars kunnu vit lættliga enda aftur í teirri støðu, sum vit vóru í í 80-unum, sigur John Petersen.
? Studningur hevur í ávísum førum verið neyðugur, í styttri tíðarskeiðum og í skiftistíðarskeiðum, men vit eru komin hartil nú, at studningur ikki longur er neyðugur at hava inni í skipanini, sigur landsstýrismaðurin.
Talan verður kortini framvegis um eina ávísa játtan til fiskivinnuna, og tað er hetta lógarsmíð, ið nú verður arbeitt við. Men peningurin skal ikki nýtast sum íløgustuðul ella ískoytisstuðul.
? Peningurin skal í mestan mun nýtast til endurnýggjan av fiskiflotanum. Men kortini við ávísum treytum, sigur John Petersen.
Ikki upp á gjøt
Hesar treytir eru ikki fast ásettar enn, men talan verður um at avmarka aldurin á skipum, sum kunnu fáa stuðul til eitt nú umbygging. Hugsast kundi ein aldur uppá til dømis 5 ár, soleiðis at skip eldri enn hetta ikki fingu nakran stuðul í sambandi við keyp ella umbygging.
Serliga hetta seinna er týdningarmikið, skal flotin endurnýggjast.
? Ansa vit ikki eftir hesum, kunnu vit lættliga enda aftur í somu støðu sum í 80-unum, tá gomul skip vóru umbygd í hópatali. Fleiri av ídnaðartrolarunum vóru tá umbygdir til feskfisk við stuðli, men hetta førdi sjálvsagt onga endurnýggjan við sær, vísir John Petersen á.
Tað er ein sannroynd, at meðalaldurin á fiskiflotanum er vorðin hægri, og hetta merkir alt annað líka, at skipini eisini gerast meiri ótíðarhóskandi og minni effektiv.
Tað er heldur eingin loyna, at hóast flotin er minkaður munandi seinastu árini, so er hann framvegis í størra lagi.
Línuskipini
ein møguleiki
Sum dømi um, hvussu ein møguligur stuðul til fiskivinnuna kundi verið nýttur vísir John Petersen á, at fiskidagarnir hjá størru línuskipunum eru ov fáir í tali, eisini um kvotan við Ísland verður tikin við. Og tí verða hesir bátar noyddir at royna á djúpri leiðum.
? Tað kundi tá verið hugsandi, at hesir bátar fingu stuðul til at sett frystarí umborð, og møguliga eisini um talan bleiv um eina ávísa hagreiðing umborð, sigur landsstýrismaðurin.
Eitt annað dømi, sum John Petersen nevnir er, at hjá minna útróðrarflotanum gongur kanska ikki altíð so lætt at manna bátarnar.
? Nú hava norðmenn ment eina nýggja egningarmaskinu, sum hevur víst seg at virka sera væl. Tað kundi tí verið ein møguleiki at nakrir bátar settu eina slíka egningarmaskinu umborð. Harvið høvdu teir loyst manningartrupulleikan samstundis sum teir, ið vóru við bátinum, fingu eina størri úrtøku, sigur John Petersen.
Hesar egningarmaskinur eru royndar umborð á føroyskum bátum og hava víst seg at virka sera væl.
Men enn er henda lóggáva so á tekniborðinum, og tí kann ikki sigast nakað um tað endaliga uppskoti sum er.