André Niclasen 60 ár

Føðingardagsheilsan

Lærararnir við Klaksvíkar skúla vóru fittir menn undir føroyskari húgvu. Í fríkorterinum mólu teir aftur og fram í skúlagarðinum í ælasliti og summarsins sól. Hendur aftur um bak við pípu í kinnklova. Bæriliga prátandi, lið um lið, millum ljóðkát og leikandi børn.

Í regni ? og tað hendi tá, sum oftum enn ? var eingin at sjá; men hamarnir hómaðust handan tám og døgg og gluggaglar. Í sirmi bóru teir hatt og frakka við uppvendum kraga. Tá vendu pípuhøvdini niðureftir.

Tímarnir fylgdu í formi og innihaldi upphavligum leisti. Eingin tekur jú óráð fyri, sum heldur at forsjónin hevur tillutað sær objektiva heimild til subjektiva útgjaran av mg, tg ella ug til tey minni á leið komnu, alt eftir førimuni ella dagsins møði og hýri.

So ein penan dag kom annar skúlastjóri. Jóhan Petur Joensen (1906-65) ættaður úr Hesti og lærari í Ålborg. Sum eitt strok úr stóru verð, ið læt aðrar hurðar upp og legði nýggjar árar út.

Í dansktímanum las hann upp frá Holberg, Oehlenschläger og Ibsen. Eisini eftir skúlatíð fyri áhugaðum. Hann las livandi og hermdi hugtakandi eftir Erasmus Montanusi, dekninum Per, Jeppa og Nillu.

Ein góður lærari er eitt vælsignilsi fyri lívið, og ein vánaligur: eitt vónbrot! Og heppin var klassin hjá Jóhan Peturi. Serliga í frístíli fingu tey frítt flog. Bað tey lesa teir kønu og skriva hugalig. Afturfyri gav hann teimum ektaðan kritikk.

Genturnar í klassanum vóru: Katrin, Maina, Tormaina, Ásbjørg, Jóngerð, Kirstin P. og Kirstin Klakk. Tær vóru namar og tekkiligar og búnaðust skjótt, og eru nú at finna í fjálgum heimum og tignarligum størvum.

Dreingjamegin sótu so »sibbarnir«: Jaspur, seinni bókavørður. Tryggvi, føroyskur umboðsmaður í Kjøpinhavn. Michael, lærari. Mikkjal, tann fimi, seinni telegrafistur og nú farin. Yngstur var André.

Mentunarinspiratiónin bar helst við sær, at næmingafelagið »Roðin« varð stovnað. Og stórt varð lagt út. Lærararnir og yngru næmingarnir kendu seg menningartarnaðar og hugdu staroygdir at einari plakat, sum ein dagin var uppsligin á realklassahurðini, og sum segði frá: »Fundur verður í »Roðanum« kl. 16.00 við evninum: Michael Mastras greiðir frá Støðu heimsins (!). Eitt evni í vídd og vavi, sum hann í dag, 61 ára gamal, helst hevði borið seg undan at tikið á seg.

Eitt næmingablað sá eisini dagsins ljós, og sum opinberaði ílidnar lívsroyndir í laka, og bar eymar og kveikjandi kenslur upp í roða dagsins. Pegasus reið brynjuklæddur fram við fullfloygdum yrkingum fyri ung og eldri:


»Meg droymdi í nátt so sælan ein dreym,

meg droymdi hon kom til mín so mjúk og

so eym,

sum í ørilsi eg hugtikin at henni leit,

hvørt orð og hvørt eygnabrá at hjartanum

neit??«


Tað gróði um gangandi fót. Jóhan Petur gav rís og avmarkað rós. Tó fekk ein teirra skoðsmálið: at vera eitt lítið geni, tá hesin hevði skrivað ein helst feilfrían frístíl upp á eini 10 síður undir heitinum: »Befolkningens kranke skæbne med egoistiske statsoverhoveder i højsædet (!)«.

Teir kønu eru ósamdir um hvørt lagnunar aðalávirkanin kemur frá umhvørvi lívsins ella frá fedranna arvi.

Tað ættarliðið, sum nú fer um 60 ára aldur, hómar enn seinna kríggið og minnist væl kalda kríggið, Korea, Ungarn og Vietnam. Minnist eisini heimligu tjóðskaparrembingina, bankakrakkið, verkføllini og ikki minst læknastríðið.

*

Hetta lagnukvidna lokabragdið, sum fær dagsins bankamál at líkjast varligum vaðagoti.

Eitt heilsuliga illa hagreitt bygdalag ynskti at varðveita ein lækna (ella handverkara) tey høvdu og dámdu; men hetta beskedna ynski møtti eini kaldari øksl frá »magtens mange mænd ved Holmens Kanal«. Og væl hjálpir av heimligum høvdingum í Tinganesi, læknamyndugleikum landsins, og undir trýsti frá danska læknafelagnum ? hetta snjóhvíta herlið við smyrsli og grøðing í skyldri ? trumfaðu teir eitt principp ígjøgnum.

Prinsipiella orsøkin var ílatin eina bót frá fakfelag til ein lim til støddar: kr. 601,50 (!) Og fyri hetta hissini uppkrav fór borðfullur dampari við politi og hundum, og seinni krígsskipið Rolf Krake um Atlantshav við kós móti Pollinum! Fyri fyrstu ferð í 89 ár sigldi eitt danskt herskip inn móti landi við avdekkaðum kanónum. Og Krake vá á orminum! Kongsins politi og soldátar sigraðu stórt á »sønner af de slagne« og dusaðu sær í »magtens sødme-«.

Og eftir á vali lógu tey illa hagreiddu og verjuleysu. Særd og illa bard. Og nøkur fóru í fangahús, Sådan!

Men, enn í dag eru tær 600 kr. ikki goldnar, ja, ikki ein gang tann eina krónan og hálvtrýss (!). Alt fyri eitt løggut prinsipp og eina maktmanifestatión! Og so hevði eitt nú Abraham Lincoln sagt fyri yvir 100 ár frammanundan at: »Princippir eru og mugu vituliga vera at vika!«.

*


André er triðyngstur av sjey systkjum. Mamman hevði ans og sans fyri máli, hóast avmarkaða skúlagongd. Innisæl, tók sær av heiminum; men hevði greiðar meiningar um lívsins viðurskifti og endamál. Hon hevði eisini lætt við at tala sak teirra minni mentu.

Pápin var sjómaður í yvir 50 ár. Sigldi undir báðum krígnum. Framúr fiskimaður, seinni bestimaður og skipari. Væl hýrdur og hittinorðaður. Við róðrið í havódn, um mánableikar nætur og minuløgd sjóøki, hoyrdist hann murra fram fyri seg, serliga tveir sangir:


»Um millum gyltar borgir,

vit fegnast hvønn dag,

lat heimið verða skirvið,

tó einki er sum tað«.


og so hin:


»Skoða tær stjørnur og verðir,

sum tú á himli sær,

skuldi hon veg tín ei funnið.

Hondin, ið leiðir tær?«.


*


Eftir lokið realprógv fekst André við fyrifallandi arbeiði. So sum at leggja sild og gera tunnur. Seinni fór hann á studentaskúla á VBV í Havn. Las síðani mál niðri, umframt eini 2 ár í Moskva. Har vakti tað undran á fakultetinum, tá ið tað spurdist í Pravda, at Manifestið hjá Marx og Engels varð týtt til føroyskt, og at týðarin var André. Teirra millum plagdi hann at reisa rannsakandi og kritiskar spurningar í samfelagsmálum. Hann er cand.mag. í russiskum og týskum frá Universitetinum í Kjøpinhavn.

Síðani tá hevur hann verið tolkur fyri almennar og privatar fyritøkur og lærari í máli við hægri skúlar niðri og herheima. Nærlagdur og tolin, siga næmingarnir.

Stílurin er maðurin. Longu undir læknastríðnum løgdu fólk merki til ein sermerkt-an penn í bløðunum. Bæði greinar við polemiskum snerti, skemtivísur og yrkingar. Seinni sást sami pennur í 14. September, í Vitanum og onkur yrking í Varðanum. Í 60-unum var tað eina mest í Framanum.

Um ein var samdur við greinskrivaran ella ikki, so má tað sigast, at stílurin var eyðkendur og beinrakin. Og ikki sum so befongdur við herviligu arvasynd føroyinga, at viðgera persónin heldur enn sjálva sakina.

*


Og munnu tað ikki vera fleiri, sum hava keypt Sosialin í leysasølu leygardag í teirri vón, umframt njótilsi av elegantu satiru-tekningunum hjá Óla Petersen, at málteigurin eisini var við í blaðnum.

Hesin málteigur er ikki sum hinir: »So lítli mín, set tú nú á knæið, so skal eg siga tær, at tú ikki dugir - «. Nei, her bleiv djúptøkin vitan á livandi máli løgd ber, um máliskur og vendingar ? sum ofta komu frá almennari vond ? viðgjørdar á einari afturundirgerð av skálkabrosi. Fyri so í seinasta broti, at fáa teg at gletta á tonn, ella bresta út í at flenna. Tílíkt situr, og tú minnist tað.

André hevur týtt fleiri bøkur úr upprunamáli, og eisini skrivað fleiri handrit til skúlabrúks um mállæru og grammatikk. Hesar bøkur koma og eru komnar út á egnum forlagi.

*


Málið hevur verið hansara eygnasteinur frá barni av. Eitt nú málsligar nuansur, at hesi sáru og týdningarmiklu frábrigdi ikki blíva burturbeind úr málinum við mekaniskari og óstortligari orðabókatýðing og málreinsan.

Summi duga tann kunstin at skriva, og nøkur sera væl. Onkrum er beskorið, at duga fleiri heimsmál, umframt tey heimligu. Onnur duga at mála, tekna, syngja ella spæla á ljóðfør, og uppaftur onnur duga at gera mál á leikvøllum. Og hetta gleðir okkum onnur.

Men ein royndur lutur er, at tað er ein vanlukka fyri virki, land og fólk, um tey hegnigastu onkursvegna verða sáldað frá, ella, sum verri er, verða sett undir censur. Djúpast sæð, avdúkar hetta bara maktarinnar maktarloysi, og er til ongan bata í longdini. »Befolkningens kranke skæbne?«.

*


Danir hava eitt hugtak til eftirtektar teir nevna: »Individets ret til at pleje sin egenart« og til tað krevst: »at man har sine meningers mod«. Tað eru tað tíbetur nøkur ? um fá ? sum hava.

Eftir er bert at siga, at vit eru fleiri, sum við áhuga og samhuga hava fylgt tíni sermerktu lívsleið, og sum vilja ynskja tær, André og Dikku við familju tillukku við 60 ára hvarvinum tann 4. januar, og ynskja tykkum alt gott í komandi tíð, og kippa við flagginum fyri farnar dagar.

Vinarliga,

EAN.