Mánadagin letur fysioterapistovan ?Partú³ upp á Áargarði á Sandi.
Tað er Páll á Reynatúgvu, fysioterapeutur, sum nú er fluttur heimaftur at búgva og arbeiða í heimbygdini.
Spurdur hví hann fer til Sands at arbeiða, sigur Páll á Reynatúgvu, at hann og konan Kristianna, sum er sjúkrasystir, altíð hava havt ætlanir um at flyta á bygd, og at tey hava verið so heppin at fáa møguleikan, nú ellis- og røktarheimið Áargarður er latið upp í bygdini.
Strævið hjá fólki
at ferðast
- Eg havi arbeitt nøkur ár í Havn, og veit av royndum, hvussu trupult tað er hjá fólki, serliga eldri fólki at fáa nakað burturúr viðgerðini, av tí at tað er so strævið at ferðast.
- Tað er høgligari, tá fólk í oynni sleppur undan at ferðast í hesum ørindum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Hann veit ikki, um grundarlag er fyri heiltíðarstarvi í hesum sambandi, men hevur við síðuna av fingið umboð fyri felag, sum selur fysioterapi útgerð.
- Hinvegin, so er hugsandi, at fólk aðrastaðni, sum ferðast í Sandoynni, kunnnu leggja leiðina hendavegin, um brúk er fyri viðgerð.
Móttøku mánadagin
- Tað eru altíð bygdafólk, sum noyðast at fara aðrastaðni. Nú kundi tað hugsandi verið soleiðis, at fólk fara út á bygd í slíkum ørindum, sigur Páll á Reynatúgvu.
Mánadagin er móttøka á fysioterapistovuni ?Partú³ frá kl. 14 til 18. Har eru øll vælkomin inn á gólvið at frætta nærri um nýggja tiltakið á Sandi.
Umleið 50 fysioterapeutar eru í Føroyum.