Tað hevur óivað verið eitt vónbrot fyri mong, at filmurin hjá Niels Malmros, Barbara, ikki slapp gjøgnum nálareygað og varð innstillaður til Oscar-virðislønirnar, tó at hann frá danskari síðu var førdur fram sum teirra boð uppá virðisløn.
Men á Ferðaráð Føroya eru tey ikki vónbrotin, tó at ein slík nominering kundi fingið stóran týdning fyri ferðavinnuna.
? Okkara Barbaru-projekt var alla tíðina miðað móti Norðanlondunum, og tí kemur tað ikki sum nakað vónbrot. Vit hava alla tíðina arbeitt út frá, at filmurin ikki fór út um Norðurlond. Sjálvandi høvdu vit vónað og vóna framvegis, at filmurin kann verða seldur til eitt nú Týsklands og Skotlands, men longur enn tað hava vit ikki gjørt okkum nakrar hugsanir um, sigur Annika.
Ætlanin við projektinum var, at gera Føroyar sjónligar í Norðurlondum sum eitt ferðamál, og gjøgnum hetta projekt at tvinna filmin Barbaru saman við ferðavinnu.
Barbara
væl eydnað
Stjórin á Ferðaráð Føroya sigur, at projektið eftir hennara metan eydnaðist sera væl.
? Í sambandi við frumframførsluna bjóðaðu vit størstu bløðunum og fremstu miðlunum í Norðurlondum til Føroya. Úrslitið gjørdist, at umframt at filmurin fekk nógva umrøðu, so vóru í so at siga øllum bløðum eisini aðrar greinar um Føroyar. Hetta gav eitt lýsingarvirði, sum er ótrúliga stórt, sigur Annika Joensen.
Eisini var fyriskipaður ein sonevndur Barbaru-túrur fyri føroysku ferðasmiðunum. Hesir fóru so til teirra útlendis sambond og greiddi teimum frá um hetta tiltak. Á henda hátt kom Barbara at spæla ein stóran leiklut í hesi serligu marknaðarherferð.
Og úrslitið hevur sanniliga ikki latið bíða eftir sær.
Stórur áhugi
? Filmurin hevði frumframførslu í september, og tað merkir, at ein hópur av fólki hevur sæð filmin í heyst og vetur. Eisini hevur Barbara júst havt frumsýning í Svøríki, so ikki kann sigast annað, enn at hann hevur rokkið víða.
? Og fyrstu ábendingarnar sýna longu nú, at áhugin er sera stórur. Ferðasmiðirnir í Danmark boða frá hópinum av fyrispurningum, og longu nú eru eisini fleiri bíleggingar gjørdar. Tað sama frætta vit frá okkara egnu skrivstovu í Danmark, sigur Annika Joensen.
So longu nú bendir nógv á, at Barbara kemur at hava væntaða virkningin. Og hetta gevur eisini góðar vónir fyri ferðaárið í ár.
? Eg eri ótrúliga spent upp á, hvussu summarið fer at hildnast, sigur Annika Joensen, stjóri á Ferðaráð Føroya, sum altso ikki hevði sett nøsina upp eftir øðrum enn Norðanlondum í sambandi við filmin um Barbaru.










