Mikumorgunin 11. februar var av tí allar hálasta, sum vit hava uppliva í vetur. Fólk, sum noyddust av húsum, høvdu trupult við at fóta sær.
Tílíkar morgnar kann ein vænta sær bæði líkt og ólíkt, men at hava ilt við at fóta sær innandura, man ikki koma oftani fyri.
Sambandstingmaðurin Atli Hansen hevur henda morgunin skrivað eina grein til bløðini, har hann bæði glíður og skoytar, ja nærum fer í snirr.
Yvirskriftin, eitt sindur undirlutakend, tilleggur Helenu Dam á Neystabø ávísar trupulleikar, meðan innihaldið ber brá av at val er í hondum, og at Atli Hansen og undirritaði eru í sama valdømi.
Atli Hansen almannakunnger í hesi grein, at hann verður millum teirra, sum ætla sær at stilla upp til komandi val.
Atli metir
Atli Hansen metir ikki, at Sjálvstýrisflokkurin hevur so nógv at skriva um á roknifjølini, og sipar til floksins lut í samgongusamstarvinum seinastu 3 árini. Ja, hann fer so langt, at hann metir ikki nakað nevnivert at vera komið burturúr hjá Sjálvstýrisflokkinum hetta tíðarskeiðið.
Atli Hansen metir ikki, at løgting og landsstýri hava fingið nakað burturúr at hava eygleiðarar við í bankakanningini, nakað sum eg hugsi, at flestu føroyingar annars hava følt sum ein tryggleika og borgan fyri at kanningin er á einum rímiligum støði.
Atli Hansen kennir ikki nakað til ósemju millum hann og Bjørn á Heygum um arbeiði hjá §19 nevndini, nakað sum er komið ógvuliga greitt fram í fjølmiðlunum seinastu dagarnar.
Atli Hansen sigur, at felags fyri sjálvstýrisfólkini á samgongufundum, var, at tey ongantíð søgdu nakað, og skilið var hareftir. Her skal eg geva honum rætt í, at høvdu vit í sjálvstýrisflokkinum gjørt meiri vart við okkum, so hevði skilið uttan iva verið betur enn tað er!
Roknifjølin
Lat meg venda aftur til roknifjølina og nakað av tí sum kundi verið skriva á hana.
15. septembur 1994 tók landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins við ábyrgdini fyri m.a. samskiftis- og mentanarmálum.
25. juni 1995, altso 9 mánaðar eftir, bleiv stásilig kirkja vígd í Gøtu. Dronning Margretha, nærum allir norðurlendsku biskuparnir og mong onnur luttóku við hetta hátíðarhald.
Kirkjan hevði staðið í ger í mong ár og hóast kirkjufólkið kytti seg í ein mun sum er alla æru vert, so vóru útlitini fyri liðugtger ikki tey ljósastu.
Fyri at brúka tíni egnu orð til kirkjuráði á staðnum Atli, so setti landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins sær fyri, at kirkjan skuldi gerast so mikið liðug, at hon kundi vígast og takast í brúk tann 25. juni 1995.
Landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins skaffaði neyðuga peningin til liðugtgerðina.
Eisini syrgdi landsstýrismaður sjálvstýrisflokksins fyri, at vígslan bleiv ein liður í drotningarvitjanini og at norðurlendsku biskuparnir vóru við.
Syrgiligt, at tingmaður av staðnum skal halda so lítið um stásiligu kirkjuna, at hon skal koma undir tað sum ikki er nevnivert!
Væl veit eg, at kirkjan hevði aðrar trupulleikar enn liðugtgerðina at dragast við, sum ikki blivu betri við at kirkjuráðsformaðurin stakk halan millum beinini stutt eftir vígsluna.
Samferðslan
At enda í greinini kemur Atli Hansen inná Skotlandssiglingina og samferðslupolitikkin sum heild hetta tíðarskeiði.
Hann greiðir frá, at hann á samgongufundunum um hetta evnið ávaraði móti loysnini sum bleiv á Skotlandsleiðini og bað landsstýrið um at halda fingrarnar burtur og lata vinnuna sjálva finna útav hesum.
Skilji tað hvør í skilja vil - bleiv tað ikki loysnin, at landsstýrið helt fingrarnar burtur og vinnan sjálv fann útav hesum?
Tað kom ongantíð nakað skil, ella byrjan til skil á samferðsluøkinum. Landsstýrismaðurin rætti ikki hond frá síðu at gera ætlanir og tá íð so óhappini hendu, ja so var alt bara panikkur, og eingin skilagóð loysn lá klár.
Jú Atli, sanniliga vóru ætlanir á samferðsluøkinum, men viljin til at stuðla var ikki altíð til staðar.
Av teimum ætlanum/og útførdum ætlanum innan samferðsluøki, sum undirritaði heldur vera nevniverdar, eru m.a. hesar:
?yvirtøka av uttanlandssamskiftinum yvir telefon.
?nýggj fjarskiftislóggáva.
?Telefonverkið sum partafelag.
?nýggj lóggáva um postflutning.
?postverkið sum partafelag.
?Skotlandssiglingin skipað í partafelag.
?nýtt skip til sigling um Skopunarfjørð.
?annað skip til Skálafjarðarsiglingina.
?annað skip til sigling um Suðuroyarfjørð.
?møgulig ferðafólkaflúgving til Suðuroynna.
?umbygging av Másanum.
?víðkan av flogvøllinum í Vágum.
?fast samband um Vestmannasund.
At Sambandsflokkurin, ella formaðurin í tingbólki Sambandsflokksins, heldur ikki sær hesi mál sum nevniverd, fer veljarin kanska at leggja sær í geyma til komandi val.
Markerings-
trupulleikar
Yvirskriftin á greinini tillegði formanninum í Sjálvstýrisflokkinum at hava markeringstrupulleikar.
Her kunnu vit ikki annað enn verða ósamdir. Formaðurin í tingbólki sjálvstýrisfloksins, Helena Dam á Neystabø, hevur ongantíð havt trupulleikar við at markera seg.
Hon hevur í kraft av teim álitispostum hon hevur havt, fingið rættuliga stóra uppmerksamheit í fjølmiðlunum og hevur ongantíð havt trupulleikar av hesum.
Trupulleikar av sínum markeringum fær ein fyrst, tá markeringin elvir til stríð, til dømis innanflokks, tá tingmenn markera seg móti hvørjum øðrum, ella tingmaður móti landsstýrismanni í sama flokki.
Hetta var júst tað sum Helena vísti á í sambandi við úttalilsini um kanningina hjá §19 nevndini, hvar Atli Hansen og Bjørn ikki drógu somu línu og ynsktu at markera tað í fjølmiðlunum.
Tað sama var væl galdandi, tá formaðurin í tingbólki sambandsfloksins fanst at løgmanni í sambandi við samgongufundirnar, sum nú eftir øllum at døma eru komnir inn í varman aftur.
Tá var trupulleikin so stórur, at formaðurin í tingbólkinum bleiv burtur og kom ikki afturíaftur fyrrenn sjónvarpið kom fram á hann aftaná at Hvalvíkingar høvdu fingið hann í rætt.