kærleiki okkara til tín, enn klárt rist inn í klettin. At hyggja inn í eyguni á abba fær ein at droyma seg burtur. Eyguni á hesum manni siga nógvar søgur, tey strála av lívsgleði og tey strála av at hava [...] opnaði tú ein nýggjan heim fyri okkum abbabørnum. Vit sótu pinnastill og lurtaðu, meðan tú tók okkum við á ferð saman við ísbjørnini Nano í Grønlandi, og tá tú greiddi frá hvussu var í Føroyum undir krígnum [...] læt tú okkum vinna, fyri at vit skuldu hava tað stuttligt. Fyri okkum var tað altíð serstakt at vinna á manninum, vit sóu som ómetaliga nógv upp til. Abbi, altíð hevur tú lovað okkum framat og givið okkum
Minnist fyrsta dagin tá eg kom umborð. Tá tey hoyrdu, at eg kom úr Føroyum, fall tosið alt fyri eitt inn á túrin, sum skuldi gerast til Føroyar. Neyvan er gingin nakar dagur, hetta seinasta hálvtannað árið, [...] at umbyggja skipið dróg so nógv út, vórðu tað mong, sum máttu fara heim og kundu tí ikki verða við á ferðini til Føroyar. Hetta var tað, sum tey flestu vóru ógvuliga kedd um, men vónandi bíðst høvið hjá [...] ella longri tíð, og ikki gloyma vit teir trúðboðarar úr Føroyum, sum komu at geva okkum nøkur góð orð á vegnum - hjartans tøkk skulu tit hava fyri tað. Móttøkan í Føroyum, bæði í Tórshavn og í Klaksvìk, var
biðið meg skriva eina minningargrein um Inga, og akkurát í hesi løtu er tað nokk so nógv sum bankar upp á. Skal eg taka eina gjøgnumgongd av lívi hansara, ella skal eg kalla ein spaka ein spaka og skriva um [...] um tað sum eg veruliga kendi hann fyri. Eitt myrkt sunnukvøld um heystið í 1990 møtti eg Inga á horninum hjá Valdemar Lützen í Vágsbotni, har Miðlahúsið nú heldur til. Innanfyri í sýnisglugganum stóð vakurt [...] Vit kendust. Hann smíltist eitt sindur avmált, og spurdi meg varliga, um eg ikki hevði hug at koma á Heilbrigdið í nakrar dagar at hvíla meg. Mín løta var ikki heilt komin enn, eg helt fyri, at so galið
alt, ið var grunt, popput ella lættisoppaligt. Poul Madsen var í fleiri førum talari á fundum í Kristnastovu, bæði á Oxford Allé og Birmavej 36. Altið hevði hann eitt gott, og viðkomandi orð til okkara [...] samkomum. Heilsan bilaði seinastu tíðina, men Poul Madsen var virkin til tað síðsta.Tað eru bert tríggjar vikur, síðani seinasta talan varð hildin. Men nú var skeiðið komið at enda. Ein kappi er fallin á andaliga [...] hansara, sum vóru merktir av djúpum myndugleika, innliti og alski til skriftina - og tó borið fram á ein einfaldan hátt, so øll kundu fylgja við. Hann fekk sagt so nógv við fáum orðum. Svenning av Lofti
gleðiboðskapin, eisini at vísa blíðskap og bjóða fólki inn á sjómansheimið. Her hevði mamma ein altavgerðandi leiklut. Oftani var øll familjan við á hesum ferðum, men vit fýra systkin vóru sera tøtt, so onkuntíð [...] komu frá eini lítlari bygd í Føroyum, fingu á henda hátt mangar upplivingar og fingu víðkað okkara sjónarring, og hevur tað eisini verið við at sett sín dám á okkum øll. Sjálvt um tað ofta var smátt við [...] við sorgblídni tær góðu løturnar vit høvdu saman við mammu tey seinastu 5 árini á Ellis- og Røktarheiminum. Tá ein kom á vitjan, føldi ein seg heima og kom eisini at verða góður við hini búfólkini og
Meyer var føddur á Tvøroyri 7. mars 1929. Sum smádrongur misti hann pápan ið sló út vestanfyri Mykines. 14 ára gamal fór hann til skips. Sjólívið dámdi honum væl, og 10 ár seinni fór hann á skiparaskúla. [...] hon upp starv sítt í Tórsgøtu og fór á offisersskúla Frelsunarhersins í London. Síðani bar leiðin til Íslands, har hon byrjaði at arbeiða í samkomu Frelsunarhersins á Ísafirði. Hon var saman við Immu og [...] aftur á gamlar dagar. Brynhild hevur búð í nógv ár í Tønsberg, men í 1998 flutti hon til Sketsmo uttanfyri Lillestrøm, har hon var ein trúfastur soldátur í samkomuni. Tey síðstu árini var heilsan ikki góð
Fyri Mentamálaráðið skal eg bera tær eina heilsan og ynskja tær hjartaliga til lukku við 75-ára føðingardegnum. Landsstýriskvinnan í mentamálum, Helena Dam á Neystabø, er ikki í landinum, og kundi tíverri [...] hjartaliga heilsan við góðynskjum. Mentamálaráðið vil eisini nýta høvi at takka tær fyri títt áhaldandi og ótroyttiliga stríð føroyskum máli at frama, bæði meðan tú hevur sitið í starvi tínum á Fróðskap [...] Landsstýriskvinnan ætlar at leggja álitið til aðalorðaskifti í Løgtinginum nú á ólavsøku. Vit eru í dag komin saman at heiðra orðabókina á sjeytifimm ára degnum. Vit, sum hava fylgt við í tínum málarbeiði hesi
Tá ið Tinganes var sokkin á Kappanum og manningin var komin umborð á hini skipini sum vóru har, spurdi skiparin á Vesturvón skiparan á Tinganesi, um hann kundi vísa sær á tveir góðar menn, sum hann kundi [...] fekk ikki langt lív lagað. Skipið liggur fyri akker á Vestaru Vág í Havn, og óhappið hendir. Ì nógvum vindi drívur skipið inn á Tinganesi, hol kemur á afturskipið og tað sakk. Hilmar sigur, at ein danskur [...] áhugan at sigla. »Mundi fallið í krígnum á súkklu« Á heysti í 1936 fer Hilmar tí við Tjaldrinum til Danmarkar, har hann fær arbeiði sum “landbrugslærling” á einum bóndagarði tætt við Haderslev, har hann
Ein seinkað heilsan til »Orðabókina« á sjeytifimm ára degnum
frá luttøku hjá Hansu á 215953 ella Martin á 319109 í seinasta lagi 20. juni. Tað hevði glett meg nógv, um tit, ið koma, møttu í troyggjuni hjá tí liðnum, tit halda við. Heilsan Knút Olsen HB FAN NR 1 [...] Tey, ið vilja hátíðarhalda dagin saman við okkum, verða biðin um at siga frá áðrenn 4. juli á 791189 ella á johan.henrik.olsen@gmail.com ella ingrid.nord.olsen@gmail.com Brúdleyp Leygardagin, 27. juni [...] fyri innbodnum. Eftur døgurðan verður vælkomst kl. 19 á Vallalíð 3, Tórshavn. Brúdleyp Sunneva Thorsteinsson og Niels Hovgaard verða vígd 4. juli kl. 14 á Minnisvarðaøkinum í Vági. Brúdleyp Leygardagin 4.