– Tú roynist betur og betur …

KVØÐA

Martin Næs

-----------

 

Góði Jóhan Hendrik!

Fyri Mentamálaráðið skal eg bera tær eina heilsan og ynskja tær hjartaliga til lukku við 75-ára føðingardegnum.

Landsstýriskvinnan í menta­málum, Helena Dam á Neystabø, er ikki í landinum, og kundi tíverri ikki vera hjástødd her í dag, men frá henni fært tú eina hjartaliga heilsan við góðynskj­um. Mentamálaráðið vil eisini nýta høvi at takka tær fyri títt áhaldandi og ótroyttiliga stríð føroyskum máli at frama, bæði meðan tú hevur sitið í starvi tínum á Fróðskaparsetrinum, og eisini aftaná at tú fórt úr lívs­starvi tínum á Føroyamáls­deildini. Eg kann nevna at ein av seinastu almennu uppgávunum, tú hevur havt, var at vera partur av teirri málmanning, sum mannaði Málstevnunevndina í 2006, og sum handaði lands­stýrismanninum álitið um almennan málpolitikk, Málmørk í 2007. Landsstýriskvinnan ætlar at leggja álitið til aðalorðaskifti í Løgtinginum nú á ólavsøku.

 

Vit eru í dag komin saman at heiðra orðabókina á sjeytifimm ára degnum. Vit, sum hava fylgt við í tínum málarbeiði hesi 40 árini, fegnast um, at tað hevur eydnast vinmonnunum Anfinni Johansen og Jonhardi Mikkelsen at fáa savnað og útgivið hesar túsund síðurnar av orðum um orð og málburð og staving og bending – eina bók aftrat um tað føroyska málið, sum vissuliga má sigast at hava verið títt hjartamál.

Hóast vit her hjá okkum mangan eru ósamd um líkt og ólíkt, - eisini og kanska serliga í málspurningum – so kemst ikki uttanum, at tað eru stríðsmenn sum Jóhan Hendrik, ið eiga stóra æru av, at vit hava eitt so fjølbroytt mál. Tað er soleiðis í øllum lívsins viðurskiftum, at tekur tú títt starv í álvara, mást tú verða maður fyri at taka støðu. Hetta kann við hvørt vera torført, og tað hevur tað ivaleyst eisini mangan verið hjá Jóhan Hendriki, men eg hugsi, at tað er hetta, nógv okkara fara at minnast Jóhan Hendrik Winther Poulsen fyri. Tú tordi, at hugsa málsliga øðrvísi og koma við uppskotum og hugskotum, sum vóru nýggj og sum líktust frá. Fyri hetta kanst tú lætt fáa mótgang og ábreiðslur, men her kann leggjast aftrat: heldur fáa ábreiðslur fyri at taka støðu, enn fyri ikki at taka støðu.

 

Sum vera man eru nógvar søgur um ein mann, sum hevur starvast í einum so serstøkum yrki sum Jóhan Hendrik. Eg havi hoyrt fleiri, men fari at taka eina fram her.

Á Landsbókasavninum arbeiddu vit fyri nøkrum árum síðan við at fyrireika bóka­savns­tænastuna til ta nýggju edv-tíðina. Ein partur av hesum arbeiði var at útvega nýggja skrásetingarskipan til bóka­savns­tænastuna og við henni fylgdi mangt og hvat, eitt nú at týða øll hesi útlendsku bókasavns­teldu­hugtøkini til okkara egna tungumál. – Ein dagin fekk eg at vita, at vit skuldu bíleggja 300.000 strikukotur, sum skuldu setast á bøkurnar, soleiðis at tær lættari kundu lænast út um telduskipanina.

- Strikukotur! hugsaði eg. Ikki talingur um. Vit mugu hava eitt annað orð, og sóknaðist innanhýsis eftir einum boði upp á týðing av orðinum strikukota. Men í tí skundinum kom einki boð.

So varð leitað, og hetta var als ikki einastu ferð, niðan um garðin á Føroyamálsdeildini, til Jóhan Hendrik, og 2 dagar seinni hevði hann eitt boð: Grindil.

 

Hetta orðið við ymiskum samansetingum hevur so verið brúkt síðan, eg veit ikki, hvussu fast tað hevur fest røtur enn, men søgan sigur:

at ein dagin stóð Jóhan Hendrik við kassan í FK í miðbýnum og skuldi gjalda fyri vøruna, hann hevði lagt sær í kurvina. Til stuttleika tók hann ein mjólkarpakka og spurdi avgreiðslugentuna, um hon visti, hvussu hetta æt á okkara móðurmáli, og so peikaði hann á grindilin:

- Hatta, hatta er ein strikukota, segði gentan.

Til tað svaraði professarin: nei, góða hatta eitur ein grindil.

Tá svaraði avgreiðslugentan læandi: Hatta man okkurt býtt á Setrinum hava funnið uppá!

 

Í bókini ’Mál í mæti’, sum tú og Anfinnur gleddu okkum við fyri fimm árum síðan, stendur ein stubbi, sum kallast Leivur. Her skrivar tú, at hetta mansnavnið eins og mong onnur í sama bendingarflokki ’verður tíðum óbeint viðfarið til bending’. Og so nevnir tú, ’at málrøktar­maðurin fram um so mangar, Jóhannes av Skarði, sáli, mælti einaferð til, at skúli okkara átti í eitt heilt ár at lagt dent á at læra næmingarnar at benda fólka­nøvn. Hetta er hugmynd, sum vert er at geva gætur!’

Góði Jóhan Hendrik. Munurin á tær og øðrum góðum málmonnum er tann, at tað slagið, tú umboðar, roynist betur og betur, sum árini ganga, hitt slagið gevst tá ið vanlig fólk eru í bestu árum.

Eg skal enn einaferð ynskja tær hjartaliga til lukku við degnum, takka tær fyri valaverk og ynskja tær og tínum alt tað besta, loyvi mær at enda við seinasta setningi í nýggju Orðabókini:

At enda ynski eg øllum, sum lurta, gott summar!

Takk fyri.