Heri Mohr
Tá ið Føroysk Orðabók kom út í 1998, fegnaðust bæði leik og lærd. Eitt megnarverk í okkara bókmentum: 1596 síður, umleið 30000 orð við frágreiðingum - sum óivað finst á mangari reol í Føroyum, (hóast tað orðið stendur ikki í bókini). Hann, ið hetta skrivar, brúkar orðabókina dag og dagliga.
Men tað er ein mangul, at nógv orð, sum verða brúkt í dagligari talu, ikki eru at finna í bókini, eitt nú navnorðið mangul. Konvoluttur, sum hevur verið til keyps í bókahandlunum í Havn frá fyrsta degi av, er ikki at finna í bókini, men í hansara stað finna vit orðið brævbjálvi, sum merkir »umslag um bræv ella samanløgd køka«. Her í Havn (og óivað aðrastaðni við) hava vit altíð lagt ella koyrt bræv og kort í konvolutt, áðrenn tað verður tveitt í postkassa. Tað kann koma fyri, at pappírsumslag og tape verður brúkt, um konvoluttur ikki er í húsinum, og tað riggar væl, men tá tosa vit ikki um konvolutt.
Hvussu ber tað til, at belgiari eitur belgi og kanadiari eitur kanadiamaður í orðabókini? Flest allir føroyingar siga, at í Belgia búgva belgiarar, og í Kanada búgva kanadiarar o.s.fr.
Og hvussu ber tað til, at næstan øll lond í Europa eru nevnd í bókini, men so at siga onki av londunum í Asia, Afrika og Norður- og Suðuramerika eru nevnd. Ermarsund og Oyrasund eru, men ikki Svartahavið o.s.fr.
Og hvat skulu vit halda um tað, at nautisk tól ella amboð, sum eru ómissandi hjá bátum, skipum og flogførum, eru ikki í orðabókini! Kann sjómansskúlin undirvísa við ongum nautiskum amboðum? Og hvat siga tannlæknar til tað, at forlornar tenn ikki sampakka við føroyska tungu? Handilstenn! Jamen, hvussu so við teimum ymisku gjørdu limunum: hendur, armar, bein. Tosa vit tá um handilsbein ella handilseyga? Og ikki um protesur?
Verri er tó statt við okkara latínska alfabeti, sum máttmiklir menn ósmæðið og eirindaleyst hava svævað. Í skrift og talu eru vit strongd; gjørd ógreið, fløkt, stereotyp. - Tað sakar kanska einki, at c,q, w, x, z eru tveitt á bláman, bara vit rótføroyskt kvøða um felags lagnu og felags blóð.
Sum rosinan í pylsuendanum so mugu vit staðfesta, at orðið alfabet finst als ikki í orðabókini!Og heldur ikki orðið makkverk.
Fjølmiðlarnir og onnur, sum skriva og tala (eitt nú frá tingsins røðarapalli), avskepla og skamfíla okkara móðurmál á so álvarsligan hátt, at málsligar nuancur, myndir og hittinorð fara so líðandi og hvørva. Málið, tað málmríka, livandi, kveikjandi amboðið, verður stirvið, sálarleyst og - mishátt.
Nøkur dømi úr dagligu talurúgvuni.
Orðið varmi er at kalla bannlýst í okkara fjølmiðlum, nú er alt hiti, hóast tað er kalt ella heitt, og er tað nakað, vit ikki hava í Føroyum, so er tað hita.Vilja vit hava hita, so mugu vit fara, har veðurlagið er subtropiskt ella tropiskt.
Hóast harraboðini um ikki at siga varmi, men hiti, tá ið vit tosa um tað, sum upptekur okkum rættiliga nógv, nevniliga veðrið, so er tað tó enn loyvt okkum at siga Varmakelda, varmadunkur, varmafløska, varmapúta, kom og verm teg. Er tað loyvt at koma úr varma í hita; - ella skulu vit siga úr hita í hita? Í øllum øðrum londum (Onglandi, Týsklandi, Danmark o.ø.) kenna tey munin millum varma og hita (warm and hot, varme og hede o.s.fr.).
Fyri ikki so nógvum árum síðan dugdi hvørt mansbarn at siga temperaturur, tá ið talan var um kuldastig og hitastig, og tað duga sjálvandi øll fólk í framkomnum londum. Men so er ikki hjá okkum,tí her er ongin varmi, hann hevur mist sín elligamla heimarætt í dagligari talu. Orðið hiti er hjá okkum, so løgið tað ljóðar, vorðið synonymt við temperatur.
Fyri at vita, hvussu kalt ella heitt tað er, ella tá ið fepurin skal takast, er neyðugt at hava eitt termometur, uttan mun til hvar í verðini vit eru stødd. Hesi bæði orðini - temperaturur og termometur - hava ikki innivist í tí føroysku orðabókini, men systkinabarnið barometur hevur snikkaleyst sníkt seg ígjøgnum nálareygað.
Heimføðisligt stórlatni, í hesum føri mótvegis øðrum tungumálum um okkara leiðir, slóðar ikki fyri góðum.
Ú/F fráboðar dagliga, at »tíðindini koma um eitt lítið bil«. Tey gomlu (í Havn) høvdu óivað sagt um eina lítla løtu í staðin fyri um eitt lítið bil.
Orðið bil er kalt og einsamalt. Í Havn hevur tað verið lítið brúkt. Orðið løta hinvegin er fjálgt og mjúkt og gevandi. Øll hava vit ástarløtur, fríløtur, summarløtur, gleðisløtur, sorgarløtur, bíðiløtur. Hesar og óteljandi aðrar løtur eru sjálvt lívið, tilveran. Vit bíða í løtum - eisini teimum áðrenn tíðindini koma - men sjáldan í bilum. (Her verður ikki hugsað um tað, sum koyra á fýra hjólum)
Eisini orðini fleiri enn og meira enn eru vorðin fløkjaslig. Vit fáa t.d. at vita, at fleiri enn 1000 sóu dystin ella fleiri enn 100 lótu lív. Flest allir føroyingar høvdu sagt, at meira enn 1000 sóu dystin og meira enn 100 lótu lív ella t.d., at hann hevur meira enn 100 krónur í lummanum, men fleiri túsund í bankanum.
Tað ber ikki til at siga, at nú er tað fleiri enn nokk, tá ið vit meina, at nú er tað meira enn nokk, og nú er tað nóg mikið við hasum tvætlinum. Í ÚF starvast meira enn 20 fólk, men í DR starvast nógv fleiri.
Okkara tingmenn og fleiri við teimum meta um eina meting; næstan ongin sigur, hvat tey halda um tað ella tað. Tey siga t.d.: Vit meta, at hallið verður stórt, og okkara meting er - Í vanligari talu høvdu vit sagt: Vit halda ella vænta, at hallið verður stórt, og okkara áskoðan er -
Í meira enn 100 ár hava føroyingar fegnast um góðar málmenn hjá TB, og skjótt kunnu vit siga tað sama um HB og KÍ, men ein lítil hóttan hevur tikið seg upp, av tí at frálíka góðir frásøgumenn í ÚF eru farnir at brúka heitið málverji um málmannin. Hetta kann geva lurtarunum trupulleikar, av tí at næstan alt fótbóltsliðið í roynd og veru er málverji, tá ið á stendur, men liðið hevur ongantíð meira enn ein málmann á vøllinum. Hetta áttu frásøgu- menninir at skrivað sær aftan fyri oyrað.
Í mong harrans ár hava termostatur verið í hvørjum húsi og á hvørjum skipi, og í meira enn 40 ár hava vit brúkt termorútar, og teir verða eisini gjørdir í Føroyum. Fólk fáa sjúkrahjálp við termoterapi frá terapeutum. Termodrakt er frálíkt klæði í kulda o.s.fr. Hesi orð eru vanlig í dagligari talu, men tey finnast ikki í tí føroysku orðabókini. Hevði ein fremmandorðabók ikki verið hent?
Tað stendur illa til, tá ið havnarmaður við vánaligum stevi í góðari málføring, fær ilt í eygað og oyrað orsakað av klombring í dagligari skrift og talu.
P.S. Havi lisið greinina hjá Regini Eikholm í bløðunum seinastu viku.
Sum ikki einaferð fáa vit frá honum væl skrivað og væl definerað varskó um vandamál, ið hótta okkara mentalu tilveru á hesum oyggjum.
Hesaferð um tær sera álvarsligu talibanútreinsingar í okkara móðurmáli, vit hava verið og framhaldandi eru fyri; um okkara fyrr frælsa, sjálvberandi alfabet, men nú ikki annað enn ein rudimenter (kriplað) bókstavarøð.
P.P.S. Tað kemur fyri, at fjølmiðlarnir siga/skriva vacum. Hetta er skeivt; orðið vacuum merkir lufttómt, og bæði u-ini hoyrast.