Poul Madsen farin heim til Harran

Mikumorgunin 1. juli andaðist Poul Madsen í heimi sínum í Stenløse, 93 ára gamal. Hann var ivaleyst ein av størstu bíbliulærarum, Danmark hevur átt í nýggjari tíð. Eisini Føroyar og føroyingar lógu honum nógv á hjarta.

Poul Madsen stovnaði samkomuna Kristent Fællesskab, har mangir danir - og føroyingar við - hava havt sítt andaliga heim. Saman við Rino Lange var hann eisini leiðari av Operatión Josva, eini evangeliskari miðstøð uttan fyri Odense, sum virkaði um alt landið í nøkur ár.

Fleiri føroyingar vóru við í Operation Josva. Eisini kona mín, Susan, og eg vóru við í tíðarskeiðinum 1972-73 – og hetta árið gjørdist avgerandi fyri okkum. Tí tað var har, vit tóku stig til verkið, sum seinni fekk navnið Kristnastova. Eg minnist, hvussu Poul Madsen stuðlaði okkum í at fara undir hetta verk. Aldri gloyma vit bíbliutímar hansara, sum vóru merktir av djúpum myndugleika, innliti og alski til skriftina - og tó borið fram á ein einfaldan hátt, so øll kundu fylgja við. Hann fekk sagt so nógv við fáum orðum. Svenning av Lofti segði onkuntíð – og hann er útbúgvin prentari – at tala Poul Madsen var so væl orðað, at hon var klár til at vera sett í blýggi (t.v.s. klár at prenta).

Poul Madsen var blaðstjóri á tíðarritinum “Mod Målet” heilt frá 1947 – og tað eru bert nakrir mánaðir, síðani seinasta blaðið kom. Tað sigur nakað um kall og áhaldni hansara.

Umframt at útleggja skriftina hevði hann altíð viðkomandi og aktuellar viðmerkingar í blaðnum undir teiginum “Hvad ser du?”. Har viðmerkti hann ofta samfelagsligu og politisku støðuna í andaligum ljósi – fyrst og fremst í Danmark, men eisini í Europa og heiminum sum heild. Lýsingar og viðmerkingar hansara vóru altíð beinraknar og merktar av gløggari vitan og vísdómi.

Poul Madsen skrivaði fleiri bøkur, sum hava verið nógv lisnar – bæði í Danmark og heima í Føroyum. Flestu teirra høvdu bíbilsk evni - tvær eru umsettar til føroyskt. Hann skrivaði og umsetti eisini nógvar sangir, sum serliga Kristent Fælleskab hevur nýtt.

Poul Madsen var ein hábærsligur maður. Tað var altíð tign og myndugleiki yvir tí, hann bar fram. Hann skýggjaði alt, ið var grunt, popput ella lættisoppaligt.

Poul Madsen var í fleiri førum talari á fundum í Kristnastovu, bæði á Oxford Allé og Birmavej 36. Altið hevði hann eitt gott, og viðkomandi orð til okkara. Hann vitjaði eisini í Føroyum fleiri ferðir og luttók í ymiskum samkomum.

Heilsan bilaði seinastu tíðina, men Poul Madsen var virkin til tað síðsta.Tað eru bert tríggjar vikur, síðani seinasta talan varð hildin.

Men nú var skeiðið komið at enda. Ein kappi er fallin á andaliga vígvøllinum, og vit minnast hann við stórum takksemi til Harran.

Øssur Berghamar



Jarðarferðin verður úr Stenløse Kirke leygardagin 11. juli kl. 13.