Heilsan til Gunnar abba

Heilsan til Gunnar abba á Eiði á 90 ára degnum. Løturnar yviri í Gjógv eru óteljandi, og sita tær fastar í minnunum, sum nakað heilt serligt, nakað sera gott man ongantíð kemur at gloyma.

Altíð hevur verið stuttligt og spennandi at sleppa yvir í Gjógv at vitja ommu og abba. Tá tú abbi byrjaði at siga frá søgum, opnaði tú ein nýggjan heim fyri okkum abbabørnum. Vit sótu pinnastill og lurtaðu, meðan tú tók okkum við á ferð saman við ísbjørnini Nano í Grønlandi, og tá tú greiddi frá hvussu var í Føroyum undir krígnum.


Ógloymandi løtur hava vit eisini havt saman við tær í kjallaranum, har tú lærdi okkum bæði at brúka hamara og sag, at buka fisk og gavst okkum eina kenslu av, at okkara hjálp var kærkomin, tá slagtið var fyri.


”Abba’sa bátur” hevur eisini eitt serstakt pláss í okkara minni. Einum rennir til hugs løturnar har ein rúgva av fiski, men ikki minni av lærdómi og lívskunnleika er komin innanborða.


Mangt kortspælið hevur tú spælt ímóti okkum. Spennandi var at taka eitt “Kasino” í køkinum ímóti tær. Altíð læt tú okkum vinna, fyri at vit skuldu hava tað stuttligt. Fyri okkum var tað altíð serstakt at vinna á manninum, vit sóu som ómetaliga nógv upp til.


Abbi, altíð hevur tú lovað okkum framat og givið okkum kensluna av, at einki hevði størri týdning enn júst vit. Vit sluppu eisini altíð at “hjálpa abba”. Vit vóru ongantíð í vegin. Tú hevur lovað okkum frammat, fyri at læra okkum, um tað var umborð á bátinum ella til slagtið í kjallaranum. Altíð hava vit sloppið at roynt okkum, og altíð hevur tú verið positivur og róst okkum, sjálvt um vit kanska slett ikki dugdu.


Bæði tú og omma hava altíð givið tykkum tíð til okkum. Vit minnast teir nógvu túrarnar bæði Norður í Á, har vit grillaðu og fangaðu síl, og Eystur undir Krúp, har tú, abbi, hevur rist nøvnini hjá okkum abbabørnum inn í klettin, og standa tey eins og kærleiki okkara til tín, enn klárt rist inn í klettin.


At hyggja inn í eyguni á abba fær ein at droyma seg burtur. Eyguni á hesum manni siga nógvar søgur, tey strála av lívsgleði og tey strála av at hava livað eitt langt og eydnusamt lív. Hetta hevur man altíð merkt, tá man hevur verið saman við abba. Ein kennir seg altíð væl, tá ið abbin er til staðar, og virðingin fyri honum er sera stór. Honum nýtist ikki at brúka tey mongu orðini, nei eitt eygnabrá frá honum er ofta nógv mikið til at siga hvat og hvussu.


Abbi, nú tú ert vorðin 90 ára gamal, er tað enn lívsgleði og vísdómur, sum avspeglar títt lív. Ígjøgnum teg hava vit lært lívsgleði og síggja eisini gjøgnum teg týdningin av at gera tað sum er rætt, og tora at standa innfyri tí, sum man er og trýr uppá. Tú hevur verið og ert okkum ein fyrimynd, og tað takka vit tær fyri!


Vit elska teg abbi!

Hjartaliga tillukku!


Abbabørnini á Hvítakletsvegi 15