hann kom til Eiðis. Onkra ferðina hevur EB/Streymur havt trupulleikar, tá teir hava verið spælførandi á heimavølli. Hesa ferð vóru eingir trupulleikar. At EB/Streymur fekk brotsspark og kom á odda undan steðginum [...] takkaði fyri. 10. umfar EB/Streymur?TB 4?0 (1?0) 1?0: Oddvin Zacharissen br 34. 2?0: Marni Djurhuus 49 3?0: Ingi Hansen 64. 4?0: Oddvin Zacharissen br 83. Dómari: Petur Skarðenni EB/Streymur: 16. Gunnar á Steig [...] Tað var nógvur vindur, og í fyrra umfarinum hevði TB hann undan. Tað stutta av tí langa er, at EB/Streymur vann 4?0. Tað er størsti sigur, sum teir nakrantíð hava vunnið í bestu deildini. Teir eru nú komnir
Klaksvík í dag vann KÍ 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Heimamenninir fegnast sjálvandi ógvuliga nógv um sigurin, men tað er heilt væl skiljandi, at teir í EB/Streymi eru ógvuliga vónbrotnir. Teir vóru [...] málið tók bólturin í Emil Weihe Joensen. ##med2## So sá tað út til, at heldur enn trý stig fór EB/Streymur at vinna eitt stig. Men KÍ gav ikki skarvin yvir. Innskifti Páll A. Klettskarð snittaði við høvdinum [...] 6-0 heimasigrinum ímóti ÍF. Nú sær hann út til heilt at vera komin fyri seg aftur. ##med3## KÍ – EB/Streymur 2-1 (1-0) 1-0: Mads Bo Mikkelsen 1-1: Boubacar Dabo 2-1: Páll A. Klettskarð br Dómari: Svend Funder
seks stigum. EB/Streymur hevur eitt stig, og tað er ikki undarligt, at Sigfríður S. Clementsen og hansara menn eru vónbrotnir, nú teir hava tapt fyri aðru ferð í ár. Í kvøld svaraði EB/Streymur dyggiliga [...] Johnsen til 2-2. So reið um snarið. Báðir partar løgdu nógv fyri í royndini at vinna seg á odda. EB/Streymur var meiri í álopsstøðu, og gestirnir høvdu møguleikar. Men fýra minuttir undan dystarloki var tað [...] Bergur Poulsen, og níggju minuttir eftir steðgin var Bergur Poulsen aftur upp á spæl, tá ið hann legði EB/Streym á sigurskós. Fimm minuttir seinni javnaði vongverjin í høgru hjá 07 Vestur Kevin Egell Johnsen
Gunnar Zachariasen 72. 4-1: Levi Hanssen 85. 5-1: Leif Niclasen 90.+3. EB/Streymur samantaldur vinnari við málmuninum 7-3 EB/Streymur: René Tórgarð – Dánjal Davidsen, Egil á Bø, Marni Djurhuus, Rógvi E. [...] Jóannes Hansen ----- EB/Streymur skrivaði søgu í europeisku meistarakappingini týskvøldið. 5-1 heimasigurin í góðveðrinum týskvøldið var tann størsti, sum føroyskt felag nakrantíð hevur vunnið í altjóða [...] mótstøðu, tí turkiska liðið vann 4-0 á heimavølli og 5-0 á útivølli. Stór avbjóðing Nú fyrireikar EB/Streymur seg at spæla á útivølli ímóti Dinamo Tbilsi í Georgia. At fyrri dysturin er á útivølli ber við
at flyta úr EB/Streymi og til HB. Eisini ljóðar fyri vist, at Gert Hansen fer at flyta til Víking, og at Hans Pauli Samuelsen ikki fer at halda fram í barndómsfelagnum. Í gjár vann EB/Streymur 2-0 á heimavølli [...] ár vart EB/Streyma málið. René hevur sambært faroesoccer.com spælt 247 dystir í Effodeildini, 47 steypadystir, fimm stórsteypadystir, fimtan europeiskar dystir og tríggjar landsdystir. EB/Streymur hevur [...] vunnið nógv, og René var við til at tryggja EB/Streymi FM í 2008 og 2012, og hann var við til at vinna steypafinalurnar í 2007, 2008, 2010 og 2011. EB/Streymur ætlar at dúva upp á spælarar, sum eru uppvaksnir
noyddust havnarmenninir krøktir suður aftur. EB/Streymur vann 3-0, eftir at hálvleiksleiðslan var 1-0. Tað vóru tveir av ungu spælarunum, sum syrgdu fyri málunum hjá EB/Streymi. 18 ára gamli Hans Ejdesgaard setti [...] niður. Trý lið kappast um at sleppa undan hinum niðurflytingar plássinum. Eftir dystin í kvøld er EB/Streymur á 7. plássi við 28 stigum, FC Hoyvík hevur 26 stig, og HB hevur 24 stig. Triði síðsta umfar verður [...] sum stríðast fyri at sleppa undan niðurflytingini. Tá sær skráin soleiðis út: Skála-Víkingur, AB-EB/Streymur, HB-TB, FC Suðuroy-FC Hoyvík og NSÍ-07 Vestur.
3-0 KÍ-B68 3-0 EB/Streymur-ÍF 2-1 Víkingur-NSÍ 1-1 Støðan EB/Streymur 27 Víkingur 22 KÍ 21 ÍF 18 HB 18 B36 18 TB 16 NSÍ 11 B68 11 FC Suðuroy 3 13. umfar Leygardagin 16. juni EB/Streymur-Víkingur B36-KÍ [...] Bartal Eliasen brotsspark, sum EB/Streyma málverjin René Tórgarð bjargaði. Hetta var sætta landskappingardysturin á rað, at EB/Streymur vann fulla úrtøku, og EB/Streymur hevur spælt tíggju landskappingar [...] deildini á skránni. Úrslitini lagaðu seg soleiðis, at EB/Streymur við 2-1 heimasigri á ÍF rættuliga styrkti um sína støðu sum oddalið. EB/Streymur er nú fimm stig frammanfyri næsta kappingarneytan, sum
meistarakandidatarnir í B36. Í Gundadali høvdu teir vitjan av EB/Streymi, sum við fleiri fyrrverandi B36 spælarum á liðnum feldi heimaliðið. EB/Streymur vann 3?1, og stóri maðurin hjá gestunum var Magni á Lakjuni [...] úrslitið hjá EB/Streymi í Gundadali ber við sær spurningin, um tað nú er møguleiki fyri, at eitt heilt annað lið, enn tey, sum higartil hava vunnið FM, skal verða sigursharri í landskappingini. Um EB/Streymur [...] snitt yvir síðsta umfarinum, enn tað frammanundan hevur verið spátt um. Í síðsta umfarinum skal EB/Streymur á útivølli spæla ímóti Skála! HB og NSÍ hava verið roknað millum gullfavorittarnar. Tað eiga tey
kappingini, so hava teir ikki ráð til fleiri sovornar hálvkiksarar. Talan var um fínan fótbóltsdyst. EB/Streymur liðið var ikki komið á Skála fyri at grava seg niður og dyrgja eftir málleysum javnleiki. Heimaliðið [...] teir stóðu seg væl. Teir vunnu nógv, og teir vóru knáir í avspælinum. Í miðvallarborðunum hevði EB/Streymur bóltsnillingar. Hans Pauli Samuelsen í vinstru var so hugflogsríkur og vandamikil, sum hann plagar [...] upp um málverjan, dalaði bólturin niður í nettakið. Málið ørkymlaði Eisini eftir steðgin legði EB/Streymur betri fyri, og tá ið tíggju minuttir vóru farnir, eydnaðist teimum at seta hol á. Skála miðverjan
legði EB/Streymur á heimavølli rygg til 5-1 tap á heimavølli ímóti Víkingi. Hálvleiksstøðan var 1-0 til heimaliðið. Leif Niclasen skoraði málið dygst undan steðginum. Síðani tá hevur EB/Streymur ikki funnið [...] funnið vegin til meskarnar í mótstøðumálinum. Tað vil siga, at EB/Streymur hevur spælt 315 minuttir uttan at skjóta mál. Tað var ætlað og vónað, at Arnbjørn Hansen skuldi verða stóri málskjúttin í ár. [...] skulu sleppa av aftasta plássi, sigur stinni miðverjin Andras Olsen. Í fýra heimadystum hevur EB/Streymur bara einaferð vunnið fulla úrtøku – 1-0 ímóti Suðringum. Hóast gongdin higartil ikki hevur verið