Sundalagið í steypafinaluni

Í kvøld hevur EB/Streymur tryggjað sær pláss í finaluni um løgmanssteypið. Í Streymnesi vann heimaliðið 2-0 á B36. Í Gundadali vann B36 2-1, og harvið tryggjaði EB/Streymur sær finaluplássið við samantalda úrslitinum 3-2.

Hetta er fjórða árið á rað, at EB/Streymur er annað av liðunum í finaluni. Á summarfestivalinum í Klaksvík skal EB/Streymur spæla ímóti ÍF.

Fyrra málið í Streymnesi skoraði Sorin Anghel í 62. minutti.

Fimm minuttir fyri leiklok var innskifti Leif Niclasen feldur í gjøgnumbroti. Kristoffur Jakobsen umsetti brotssparkið til mál og harvið 2-0.

Heimafagnaðurin er ógvuliga stórur í góðveðrinum við Margáir í løtuni. Hetta er fjórða árið á rað, at EB/Streymur hevur spælt seg í steypafinaluna. Í 2009 tapti EB/Streymur 3-2 ímóti Víkingi. Í 2008 vann EB/Streymur 3-2 ímóti B36, og í 2007 vann EB/Streymur 4-3 á HB.

 

EB/Streymur-B36 2-0 (0-0)

1-0: Sorin Anghel 61.

2-0: Kristoffur Jakobsen br 86.

EB/Streymur: René Tórgarð ? Kristoffur Jacobsen, Marni Djurhuus, Egil á Bø, Dánjal Davidsen ? Gudmund Nielsen (Bjarni Jørgensen, 62.), Gert Hansen, Pætur Dam Jacobsen, Daniel Udsen (Leif Niclasen, 79.) ? Sorin Anghel (Arnar Dam, 69.), Arnbjørn Hansen

B36: Jóan Pauli Dahl Jakobsen ? Johan Ellingsgaard (Hjalgrím Elttør, 46), Fróði Clementsen (Dimitrij Jankovic, 78.), Oddmar Færø, Herbert í Lon Jacobsen ? Bárður Olsen, Klæmint Matras, Róaldur Jacobsen, Heini í Skorini (Høgni Eysturoy, 23.) -

Christian R. Mouritsen, Jákup á Borg