Tvær ferðir fyrr í ár var tað ógvuliga dramatiskt, tá ið KÍ í Streymnesi vann við einum máli. Fyrru ferðina endaði tað 1-0, og seinnu ferðina skoraði KÍ 2-1 sigursmálið meiri enn fimm minuttir eftir, at vanliga leiktíðin var farin.
Í góðveðrinum í Klaksvík í dag vann KÍ 2-1 á heimavølli ímóti EB/Streymi. Heimamenninir fegnast sjálvandi ógvuliga nógv um sigurin, men tað er heilt væl skiljandi, at teir í EB/Streymi eru ógvuliga vónbrotnir. Teir vóru 11 ímóti 9, tá ið teir vóru fimm ímóti einum í KÍ brotsteiginum. Bólturin endaði hjá innskifta Jens Erik Bruhn, sum átti innleggið, tá ið Boubacar Dabo javnaði til 1-1. Jens Erik Bruhn var saman við fleiri liðfeløgum fyri opnum máli. Hann smekkaði til, og bólturin fór í málið. Stórur fagnaður millum gestirnar, men hjálpardómarin veitraði fyri rangstøðu, tí á veg í málið tók bólturin í Emil Weihe Joensen.
##med2##
So sá tað út til, at heldur enn trý stig fór EB/Streymur at vinna eitt stig. Men KÍ gav ikki skarvin yvir. Innskifti Páll A. Klettskarð snittaði við høvdinum og eftir langa framlegging bóltin fram til innskifta Kristoffer Ødemarksbakken, sum rann inn úr vinstru og í brotsteigin. Har fór hann um koll í nærdysti við Andras Ó. Olsen, og danski dómarin peikaði á brotssparksblettin.
Árni Frederiksberg var ikki á listanum í dag, tí hann var sjúkur. Hann plagar at taka sær av brotsspørkum, og í dag var tað Páll A. Klettskarð, sum úr 11 metrum sendi bóltin í málið. KÍ vann 2-1, og Páll A. Klettskarð skoraði fyri 17. ferð í ár, og nú hevur hann sambært faroesoccer skorað 200 mál í landskappingini. Málið varð skorað í 99. minutti. Serliga var tað í sambandi við, at Jonn Johannesen lá skaddur á vøllinum, at dómarin legði tíð aftrat.
-Hetta var heilt sjúkt. Vit vóru pressaðir í botn, og sjálvur gav eg teimum ein heilt stóran møguleika, sum eg tíbetur megnaði at bøta um aftur. Teir høvdu allar møguleikar at vinna øll stigini, og eg havi ilt av teimum, at tað ikki eydnaðist. Men sjálvandi fegnast vit um øll stigini, og hetta verður gott at hava í viðførinum til Finnlands í morgin, sigur Jóannes K. Danielsen, sum í dag var liðformaður hjá KÍ, í samrøðu við Trygva Absalonsen í FM1 útvarpinum.
Sigfríður S. Clementsen venjari hjá EB/Streymi er ógvuliga vónbrotin:
-Spælararnir løgdu so ógvuliga nógv í avrikið, og talan var um spennandi og tætta uppgerð. At enda høvdu vit allar møguleikar at vinna øll stigini, og nú standa vit eftir við ongum. Hugburðin og avrikið kunnu vit taka við okkum, men vit høvdu fegnir viljað havt stigini við okkum til hús. Eg havi sagt tað áður, og eg endurtaki meg sjálvan. Stóru liðini nýtast ikki at fáa hjálp frá dómaranum. Í dag var ikki serliga góður danskur dómari í Klaksvík. Vit kendu, at nógvir ivadómar koppaðu ímóti okkum, og um tað var brotsspark í nærdystinum millum Andras Ó. Olsen og Kristoffer Ødemarksbakken, so var tað eisini brotsspark í nærdystinum millum Suna Herman Petersen og Jóannes K. Danielsen, sigur Sigfríður S. Clementsen í samrøðu við FM1 útvarpið.
At KÍ síðstu løtuna spældi 9 ímóti 11 komst av, at miðvallarin Albert Ejupi varð vístur av vølli, og at innskifti Jonn Johannesen síðani varð borin skaddur av vølli.
Mads Bo Mikkelsen legði dygst undan steðginum úr vinstru KÍ á odda 1-0. Hetta var annað málið hjá honum í ár. Mads Bo Mikkelsen hevur verið nógv skaddur, síðani hann í fyrsta umfari skoraði eitt av málunum í 6-0 heimasigrinum ímóti ÍF. Nú sær hann út til heilt at vera komin fyri seg aftur.
##med3##
KÍ – EB/Streymur 2-1 (1-0)
1-0: Mads Bo Mikkelsen
1-1: Boubacar Dabo
2-1: Páll A. Klettskarð br
Dómari: Svend Funder Danmark
KÍ: Mark F. Jensen – Jóannes K. Danielsen, Alexander Berntson, Børge Petersen, Ahmed Latif – René Shaki Joensen, Albert Ejupi, Dan í Soylu – Mads Bo Mikkelsen, Joseph Michael Williams, Pætur J. Petersen
EB/Streymur: Jóannes Ey. Davidsen – Bergur J. Poulsen, Mikkjal Hellisá, Andras Ó. Olsen, Rógvi Egilstoft – Virgar Jónsson, Mathias Blårud – Jóhann Hansson Joensen, Emil Weihe Joensen, Óli Eyðsteinsson Poulsen – Filip Djordjevic