Í gjárkvøldið var síðsti dysturin í 11. umfari. Í grannauppgerðini við Løkin í Runavík vunnu meistararnir í NSÍ 2-0 á B68. Harvið er NSÍ rættuliga við í kappingini um bíligari heiðursmerkini, meðan B68 er á sjeynda plássi og trý stig frá næstaftasta plássinum.
Vánirnar hjá B68 eru ikki minst treytaðar av, hvussu tað fer at hilnast í teimum trimum heimadystunum, sum eru á skránni í teimum fýra umførunum, ið eru eftir undan summarsteðginum. Higartil hevur B68 bara megnað tvey stig á heimavølli. Nú skulu toftamenn á Svangaskarði spæla ímóti Víkingi, Skála og B71.
Í toppinum øktist frástøðan frá EB/Streymi og aftur til B36 til níggju stig og til tíggju stig aftur til HB, sum í løtuni tykist vera liðið, ið er longst frá tí, sum tað undan kappingarbyrjan varð roknað við.
Tapa ikki
Eftir ellivu umfør sigur støðutalvan, at EB/Streymur enn ikki er farið av vøllinum uttan at hava fingið úrtøku. Oddaliðið er níggu ferðir farið av vøllinum við fullari úrtøku, og tvær ferðir er tað endað við javnleiki – 1-1 í Gundadali ímóti B36 og 2-2 á Sandi.
At samansetta liðið er nógv tað støðugasta sæst aftur og aftur á úrslitunum. Í hesi vikuni megnaðu tey bæði havnarfeløgini lítið ímóti oddaliðnum. HB tapti á heimavølli ímóti KÍ, og B36 megnaði ikki meiri enn málleysan javnleik á Skála.
Spurningurin er nú, um ella nær EB/Streymur fer at tapa. Spælið hjá teimum er ikki altíð í toppi, men tað eru úrslitini. Orsøkin er, at teir hava fleiri spælarar, sum eru førir fyri at skjóta mál, hóast møguleikarnir eru fáir og smáir. Tað duga Arnbjørn Hansen, Sorin Anghel, Hans Pauli Samuelsen og Bárður Olsen, og nú hava teir funnið danskan álopsspælara, sum ivaleyst ikki fer at standa aftanfyri omanfyri nevndu. Hann hevur í hvussu so er áður víst, at hann hevur havt máltev á hægri støði enn teir í bestu føroysku deildini.
Hagtølini
Tað kemur ikki ofta fyri, at meistararnir ongantíð tapa. Í fjør vann NSÍ FM fyri fyrstu ferð. Á vegnum ímóti fyrsta meistaraskapinum fór NSÍ fýra ferðir av vøllinum við ongari úrtøku. Tá ið HB í 2006 vann óvæntaða FM heitið, løgdu teir svørtu og reyðu fýra ferðir rygg til tap, og tá ið B36 í 2005 varð meistari, var tað eftir at hava tapt tríggjar ferðir.
HB var meistari í 2002, 2003 og 2004. Fyrsta árið vóru trý tap á listanum, og tey bæði seinnu árini tapti HB eina ferð hvørt árið. Og soleiðis hevur tað verið nógvu tey seinastu árini. Meistaraliðið hevur tapt í hvussu so er eina og ofta fleiri ferðir. Tá ið VB vann fyrsta og higartil einasta FM heitið í 2000, taptu vágbingar tvær ferðir.
Men tað er komið fyri fleiri ferðir, at meistaraliðið ongantíð hevur tapt á veg ímóti gullinum. Síðsta dømið um hetta var í 1989, tá ið B71 vann FM fyri fyrstu og higartil einastu ferð. Sandoyingar vunnu trettan ferðir, og fimm ferðir vóru teir partur av javnleiki. Tá ið ÍF vann fyrsta og higartil einasta FM heitið í 1979, var tað uttan at leggja rygg til tap. Fuglfirðingar vunnu ellivu dystir, og tríggjar ferðir endaði tað við javnleiki.
HB hevur tvær ferðir vunnið FM við fullum stigatali. Bæði í 1973 og í 1975 vann HB allar tíggju landskappingardystirnar. Í 1978 var HB meistari uttan at tapa. Ta ferðina var HB fýra ferðir partur av javnleiki. Klaksvíkingar hava eisini vunnið FM við fullum stigatali. Tað gjørdu teir í 1969, tá ið teir allar átta ferðirnar fóru av vøllinum við fullari úrtøku.
EB/Streymur fer ikki at megna óføru metini, sum HB og KÍ settu fyri 30-40 árum síðani. Men EB/Streymur er á veg ímóti sama slagi av avriki, sum sandoyingar vístu í 1989. Um teir fara at megna tað fæst at síggja í seinasta lagi í oktober. Sunnudagin hava klaksvíkingar møguleika sum teir fyrstu í ár at steðga oddaliðnum, sum tað higartil ikki hevur borið til at vunnið á!









