Sundalagið vendi streyminum

Eftir onga úrtøku í fýra royndum á útivølli eydnaðist tað at venda gongdini hjá EB/Streymi, sum í átta teimum seinastu umførunum verður seks ferðir á heimavølli

Fótbóltur

 

Tað liggur til høgra beinið hjá EB/Streymi. Aðra staðfesting ber tað illa til at koma til, eftir at fyrsta umfarið í síðsta triðinginum av hesum kappingarárinum í gjár varð avgreitt.

Tað hevur ikki verið sannførandi hjá oddaliðnum í summar. Tølini siga, at EB/Streymur hevur tapt á útivølli fýra ferðir upp í slag, og fyri einari viku síðani vístu vit í hesum teigi á, at tað var meiri soltna úrtøkan hjá kappingarneytunum heldur enn úrtøkan hjá oddaliðnum, sum var orsøk til, at EB/Streymur framvegis var greitt oddalið.

Hesa ferð var EB/Streymur á Sandi. Toppliðið vann 2-1, og tað er eingin ivi um, at hetta var ein tann týdningarmiklasti sigurin á árinum hjá teimum í Sundalagnum. Fulla úrtøkan ber við sær, at tað framvegis eru átta stig frá toppinum og aftur til B36, sum er næstfremst.

Fyri tveimum árum síðani kiksaði tað orduliga hjá EB/Streymi fram ímóti kappingarenda. Møguleikin fyri endurtøku spøkir sjálvandi í huganum hjá bæði teimum í Sundalagnum og teimum, sum royna at hanga uppi í oddaliðnum. Men eftir sigurin á Sandi er tann møguleikin nógv svunnin.

Tølini siga, at tað hevur hilnast væl betri á heimavølli hjá oddaliðnum, enn tað hevur gjørt á útivølli. EB/Streymur hevur spælt átta heimadystir, sum teir hava vunnið fulla úrtøku burturúr. EB/Streymur hevur verið ellivu ferðir á útivølli, og úrtøkan hevur bara verið seytjan stig. Eitt nú tí fýra útidystir á rað vórðu taptir, áðrenn EB/Streymur í gjár vitjaði á Sandi, har tað fyrr í ár endaði 2-2.

Átta umfør eru eftir av hesum kappingarárinum, og tað tykist vera reitt upp til fyrsta FM heitið hjá EB/Streymi. Seks av hesum átta ferðunum skal oddaliðið spæla á heimavølli, og sambært úrslitunum higartil í ár skuldi tað boðað frá góðum.

 

Gomlu sigursharrarnir í skugganum

Sandoyingar taptu tepurt ímóti EB/Streymi, og tað er lætt at skilja, at teir í B71 iðra seg. Sandoyingar eru framvegis undir niðurflytingar strikuni, og harvið er tað framvegis stórt trýst á teimum.

Avrikið og úrslitið hesa ferð vísti, at B71 hevur møguleika at bjóða øllum av, og tað kennist sum um, at tað býr meiri í liðnum, enn at tað skal flyta niður. Hjá Skála stendur tað uppaftur verri til. Tá ið skálamenn 14. september fara at vitja á Sandi verður talan um lagnuløtu. Tá hava skálamenn longu frammanundan havt vitjan av KÍ.

Á sínum 104 ára føðingardegi hevði KÍ vitjan av HB. Nú eru tað nógv ár síðani, at hesi bæði feløgini vóru einaráðandi. Avrikið hesa ferð boðaði ikki frá meistaraspæli, og úrslitið var vónbrot fyri báðar partar. Nú ber ikki til at ímynda sær, at HB skal endurtaka bragdið, sum varð útinnt í fyrraárið, tá ið teir – við hjálp frá KÍ – tóku EB/Streym á málstrikuni. Og úrslitið flutti ikki KÍ so mikið úr botninum, at tað á nakran hátt er víst, at 105 ára føðingardagurin ikki skal haldast í næstbestu deildini!

Fuglfirðingar og toftamenn eru eisini við í kappingini um at sleppa undan niðurflyting. Hjá NSÍ og Víkingi snýr tað seg um at røkka heiðursmerkjunum. Í løtuni tykist Víkingur vera besta boðið upp á avbjóðara til B36 – í kappingini um silvurmerkini.

Tað skal ganga verri enn illa, um EB/Streymur ikki í átta heimadystum – og tá ið oddaliðið fer at vitja á Skála og í Runavík – fer at tryggja sær fyrsta FM heitið og fyrstu greipuna. Sunnudagin vendu teir á oddaliðnum sær ímóti keðiliga rákinum, sum teir hava verið í síðani eina ferð tíðliga í summar!