Christiansen í Vestmanna hevur tikið stig til at keypa bilin, og Anfinn Bláhamar í Vestmanna umsitur bilin fyri kommunurnar. Bilurin er praktiskur og er skøddur soleiðis, at hann kann koyra í øllum veðri
Bygdarráðið í Vestmanna heitir í tíðindaskrivi sínum á allar partar um at samstarva um verkætlanina, og bygdarráðið heldur, at sæð frá einum umhvørvissjónarmiði er skilabest at royna at fullnýta verandi [...] høgur, tí tað er skilabest bæði samfelagsbúskaparliga og umhvørvisliga, stendur at lesa í tíðindaskrivinum, sum Vestmanna Bygdarráð sendi út mikudagin.
Vestmanna Skattainntøkurnar hjá Vestmanna kommunu eru at kalla óbroyttar fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør. Borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sigur, at sambært Taks eru [...] nettominking í inntøkum upp á einar 150.000 krónur. Karl vísir á, at undantikið inntøkumissin orsakað av broytingunum í FAS-skipanini eru skattainntøkurnar hjá kommununi heldur hægri higartil í ár í mun til [...] fyrstu mánaðirnar í fjør, men sum árið leið, vísti tað seg, at inntøkurnar fyri desember gjørdust tær lakastu í árinum. Nú bendir so alt á, at skattainntøkurnar verða á leið tær somu í ár sum í fjør. Spurdur
Í kvøld verður søguligur dystur í høllini í Vestmanna. Tá verður tann fyrsta FM-hálvfinalan nakrantíð í manshondbólti. Tað verða VÍF og H71 sum fara á vøllin. Spælt verður best av trimum dystum. Returdystur [...] FM 93,9, FM 94,8, FM 95,5 og FM 98,7. Samsent verður við STAÐIÐ FM 101 í Vestmanna. Ljóðsamrøður koma út á in.fo tá dysturin í kvøld er liðugur. [...] Returdystur verður sunnudagin klokkan 16 í Hoyvíkshøllini. Ein møgulig triðja FM-hálvfinala verður spæld mikukvøldið. Sjúrður H. Hoydal, trúgvur og drúgvur frásøgumaður hjá FM1 sigur sjálvandi eisini frá F
koma úr salinum eisini, siga fyrireikararnir. Fyrsti veljarafundurin verður sum nevnt í auluni í Vestmanna skúla í annaðkvøld klokkan 19.30. [...] valfeløgini í Norðurstreymoy skipað so fyri, at tríggir veljarafundir eru á skránni komandi dagarnar. Tað siga valfeløgini, sum hava tikið stig til fundirnar. Tann fyrsti fundurin verður í auluni í Vestmanna [...] 19.30. Hin næsti verður mánakvøldið 24. august klokkan 19.30 í Arbeiðsmannafelagshúsinum í Kollafirði, og tann triði veljarafundurin verður í Eydnuni á Oyrarbakka mikukvøldið 26. august klokkan 19.30. -
Bátastevnuni í Vestmanna í gjár, so fyrireikararnir vænta aftur nógv fólk í dag. Dagurin í dag er stóri bátastevnudagurin, har felags innsigling verður skipað av Fútakletti við gamla postbátinum »Ólavi« í oddinum [...] stóri Bátastevnudansurin við Kim Hansen band og Vestmonnum í stóra Tjaldinum á kei’ini. Øll eru sjálvandi vælkomin á bátastevnu í Vestmanna í dag eisini. [...] oddinum. Tá ið bátarnir eru komnir at bryggju, verður suppa til øll í stóra tjaldinum á kei’ini, har millum 1.500 til 2.000 pleyga at fáa sær suppu. Harmonikutónleikur verður meðan suppan verður etin og fólk
Tá Faroe Origin varð stovnað, keypti felagið virkini í Runavík, Vestmanna og á Toftum. Í dag rekur felagið bert virkið í Runavík. Virkið í Vestmanna varð selt fyri tveimum árum síðani, og virkið á Toftum [...] Origin er felagið, sum í 2011 keypti rovini úr gamla Faroe Seafood. Tá settu Framherji, Varðin og Bacalao íalt 50 mió kr. í felagið, men tann peningurin var burtur fyri góðum ári síðani. Í fjør vórðu 14 mió [...] mió kr. afturat teknaðar í nýggjum partapeningi, og Kringvarpið visti í dag at siga, at eigararnir aftur nú seta 14 mió kr. í felagið. David Jacobsen, tekniskur stjóri, sigur við Kringvarpið, at ein stórur
Liðkappingin í talvi er nú komin so mikið langt, at 8. av teimum tíggju umførunum er á skránni í dag. Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14. Tað verður telvað í Havnini, har vestmenningar vitja, og í Klaksvík [...] Klaksvík 1-Toftir Vestmanna-Havnin Sandavágur er klárt á odda við 20 stigum, Klaksvík 1 hevur 17 stig, Havnin hevur 16 stig, Klaksvík 2 hevur 11,5 stig, Toftir 10,5 stig, og Vestmanna er aftast við 9 stigum
Magnstøðin í Vestmanna hevur staðið til sølu í longri tíð. Hanna Fonsdal, sum er sjúkrarøktarfrøðingur, og Pauli Zachariasen, sum er útisiglandi maskinmeistari, hava keypt Magnstøðina í Vestmanna. Pauli og [...] og Hanna siga við Portalin, at tað ongantíð lá í kortinum, at tey skuldu keypa støðina. Hanna, sum er dóttir til fyrrverandi eigaran, sigur, at áhugin fyri støðini ikki hevur verið so stórur, og av tí [...] hevur gjørt at vit ikki vilja at støðin stongir. Nakrar umbyggingar og uppíbyggingar verða gjørdar í næstum, so handilin verður meira ein handil enn ein kiosk.
Í hesum døgum eru fýra ár, síðani Fiskivinnuskúlin í Vestmanna flutti í tann nýggja skúabygningin, og hesi fýra árini hevur tann gamli skúlin staðið tómur. Bjarni Wilhelm, deildarstjóri í mentamálaráðnum [...] stig verða tikin til at selja húsini í summar, sigur deildarstjórin. Tað var í 1989, at landið keypti húsini í Vestmanna til at hýsa Fiskivinnuskúlanum. Húsini eru í trimum hæddum, og hvør hæddin er umleið [...] num, sigur, at tey hava havt samskifti við fólk, sum hava havt áhuga í húsunum, men at einki ítøkiligt er komið burturúr. -Tað hevur verið frammi, at vit áttu at selt húsini, uttan at nøkur niðurstøða