Liðkappingin í talvi er nú komin so mikið langt, at 8. av teimum tíggju umførunum er á skránni í dag. Fyrstu leikirnir verða fluttir klokkan 14. Tað verður telvað í Havnini, har vestmenningar vitja, og í Klaksvík, har hinir báðir dystirnir eru.
Klaksvík 1 fær vitjan av toftamonnum, og Klaksvík 2 fær vitjan av sandavágsmonnum.Sandavágs Talvfelag er greitt oddalið og hevur seinnapartin møguleika at taka enn eitt stórt stig fram ímóti FM heitinum.
Klokkan 14:
Klaksvík 2-Sandavágur
Klaksvík 1-Toftir
Vestmanna-Havnin
Sandavágur er klárt á odda við 20 stigum, Klaksvík 1 hevur 17 stig, Havnin hevur 16 stig, Klaksvík 2 hevur 11,5 stig, Toftir 10,5 stig, og Vestmanna er aftast við 9 stigum.