Fleiri pengar í gamla Fiskavirking

Faroe Origin, sum á sinni keypti Faroe Seafood, hevur fingið tilført 14 milliónir krónur í nýggjum partapeningi

Faroe Origin er felagið, sum í 2011 keypti rovini úr gamla Faroe Seafood. Tá settu Framherji, Varðin og Bacalao íalt 50 mió kr. í felagið, men tann peningurin var burtur fyri góðum ári síðani. Í fjør vórðu 14 mió kr. afturat teknaðar í nýggjum partapeningi, og Kringvarpið visti í dag at siga, at eigararnir aftur nú seta 14 mió kr. í felagið.

 

David Jacobsen, tekniskur stjóri, sigur við Kringvarpið, at ein stórur trupulleiki hevur verið rávørugrundarlagið.

 

Tá Faroe Origin varð stovnað, keypti felagið virkini í Runavík, Vestmanna og á Toftum. Í dag rekur felagið bert virkið í Runavík. Virkið í Vestmanna varð selt fyri tveimum árum síðani, og virkið á Toftum verður leigað til Vaðhorn.