Vestmanna
Skattainntøkurnar hjá Vestmanna kommunu eru at kalla óbroyttar fyrstu fýra mánaðirnar í ár í mun til somu mánaðir í fjør.
Borgarstjórin í Vestmanna, Karl A. Olsen, sigur, at sambært Taks eru nettoinntøkurnar av skatti í hesum tíðarskeiði minkaðar við 0,56%, sum má sigast at vera ein evarska lítil minking.
- Vit kunnu siga, at minkaðu inntøkurnar stava frá broytingunum í FAS-skipanini, har kommunuskattur ikki longur verður goldin av FAS-inntøkum. Vit rindaðu umleið 450.000 krónur til FAS-skipanina í fjør, meðan inntøkurnar vóru umleið 600.000 krónur. Nú missa vit 600.000 krónur um árið og sleppa samstundis undan at rinda tær 450.000 krónurnar eftir nýggju skipanini. Hetta er soleiðis ein nettominking í inntøkum upp á einar 150.000 krónur.
Karl vísir á, at undantikið inntøkumissin orsakað av broytingunum í FAS-skipanini eru skattainntøkurnar hjá kommununi heldur hægri higartil í ár í mun til somu tíð í fjør.
Hægri meting
Borgarstjórin sigur, at tá kommunustýrið legði fíggjarætlanina fyri árið í ár, væntaðu tey, at inntøkurnar fóru at verða heldur størri í ár, enn tær higartil hava víst seg at vera.
- Vit bygdu inntøkusíðuna á fíggjarætlanini á 10 teir fyrstu mánaðirnar í fjør, men sum árið leið, vísti tað seg, at inntøkurnar fyri desember gjørdust tær lakastu í árinum. Nú bendir so alt á, at skattainntøkurnar verða á leið tær somu í ár sum í fjør.
Spurdur um hægra inntøkumetingin í verandi fíggjarætlan merkir, at kommunan so eisini setti heldur størri tøl á útreiðslusíðuna, enn tey høvdu gjørt, um tey kendu inntøkugrundarlagið betri, sigur Karl:
- Í fyrsta lagi vil eg siga, at støðan hjá okkum er góð í mun til støðuna, sum nógvar aðrar kommunur eru í. Men rætt er, at útreiðslusíðan í dag samsvarar ikki heilt við inntøkusíðuna, nú vit ikki kunnu vænta okkum størri skattainntøkur í ár.
At endurskoða
Borgarstjórin vísir á, at kommunustýrið í næstum fer at endurmeta fíggjarætlanina.
- Vit hava higartil í ár roynt at tálmað útreiðslusíðuna, og nú í summar fara vit at gera eina eykafíggjarætlan, har vit fara at tálma onkrar útreiðslur.
Karl vísir á, at bygdarráðið fer at taka støðu til at minka um onkrar rakstrarútreiðslur – ella at draga onkrar íløgur, sum eru samtyktar, yvir longri tíð, soleiðis at kostnaðurin býtir seg yvir eitt longri tíðarbil.
Ongar uppsagnir
- Vit fara ongan at siga úr starvi. Umsitingin av kommununi er lítil sum er, og umframt borgarstjóran eru bert trý fólk í sjálvari umsitingini. Vit hava heldur ikki nógv fólk úti á vegunum og í starvi hjá kommununi annars. Karl sigur, at tann stóri posturin hjá Vestmanna kommunu og øðrum kommunum av somu stødd er dagstovnaøkið.
- Men hetta eru ikki fólk, tú koyrir til hús. Í stuttum kann eg siga, at vit ongar ætlanir hava um at siga nakran úr starvi, hvørki inni ella úti, sum borgarstjórin í Vestmanna tekur til.
Karl A. Olsen situr nú á øðrum skeiði við stýrisvølin í Vestmanna kommunu.










