Bygdarráðið í Vestmanna heitir í tíðindaskrivi sínum á allar partar um at samstarva um verkætlanina, og bygdarráðið heldur, at sæð frá einum umhvørvissjónarmiði er skilabest at royna at fullnýta verandi vatnorku, áðrenn farið verður undir ætlanir, sum kunnu hava óhepna ávirkan á náttúruna.
Sagt verður, at bygdarráðið heldur, at dentur eigur at verða lagdur á varandi orkukeldur, serliga nú oljuprísurin er so høgur, tí tað er skilabest bæði samfelagsbúskaparliga og umhvørvisliga, stendur at lesa í tíðindaskrivinum, sum Vestmanna Bygdarráð sendi út mikudagin.