Fýra kommunur keypt líkbil

Fýra kommunur vestan fyri hava keypt ein líkbil saman. Tað eru kommunurnar í Vestmanna, Kvívík, Sandavági og Miðvági.


Talan er um ein Dodge Grand Caravan 4x4 við 6 syl. 3.8 litur motori og automatiskum girum.
 
Bilurin er keyptur sum brúktur úr Íslandi, har hann er umbygdur til líkbil.
 
Øssur Christiansen í Vestmanna hevur tikið stig til at keypa bilin, og Anfinn Bláhamar í Vestmanna umsitur bilin fyri kommunurnar.
 
Bilurin er praktiskur og er skøddur soleiðis, at hann kann koyra í øllum veðri.
Hóast tær ávísu kommunurnar eiga bilin, er møguleiki hjá øðrum at leiga bilin.