at teir eru troyttir av fótbólti. Jákup Mikkelsen og Herfølge vóru í Lyngby, og har vunnu teir fyri fyrstu ferð síðani 20. september. Úrslitið var 3-1, og tað var ikki minst málmansspælinum hjá Jákupi Mikkelsen [...] nakrar ferðir og var harvið ein týdningarmikil liður í orsøkini til, at Herfølge kundi fara úr Lyngby við øllum stigunum. Jákup fekk gult kort, tá tað restaði eitt korter, og støðan var 2-1, og tað var einki [...] okkum fram til vetrarsteðgin, og eg haldi, at hann hevur verið ein fínur venjari, síðani hann fekk ábyrgdina av besta liðnum. Tað er heilt øðrvísi at venja 1. og 2. lið, og vit eru allir ovfarnir av, hvussu
kom á odda 1-0 og megnaði púra óvæntaðan 1-1 javnleik. Todi í hopla FCK hevði vitjan av Viborg, og teir vunnu 4-2. Men eina løtu stóð einki til. David Nielsen hevði skorað bæði til 1-0 og 2-0, men so tóku [...] hjá Toda Jónsson í FCK, so tykist glið at vera komin á aftur og tað av álvara ? bæði hjá FCK og hjá Toda. FCK er nú komið uppá triðja plássið, og um teir ikki klokka eins nógv í tí, sum Brøndby gjørdi á [...] stjól málið til 2-0 frá týðuliga misnøgda føroyinginum, sum hevði gjørt alt fyrireikingararbeiðið á sera snildisligan hátt og var púra leysur, tá David Nielsen kom sum eitt ódnarveður og sendi bóltin í
men heldur fyri tann kostnað, at mótstøðuliðini viknaðu. Og hetta ber frukt ? í fjør og í ár gjørdust B36 og HB føroyameistarar eftir ávikavist 35 og 8 ár. Væl klárað, havnarmenn? tað vil siga havnarliðini [...] hinar verða nevndir Øssur Hansen og Fróði Benjaminsen (B68). Øll vita, at toftamenn uttan Øssur og Fróða (og Jákup Eli Olsen, ið møguliga fer at gevast) verða »høvuðleysir« og uttan nóg góðar menn í staðin [...] Martini Knudsen og John Petersen, og Gí gevur landsliðnum nógvar spælarar. Hvat forðar tá HB og B36 at halda seg til sínar egnu (ið eru nógv fleiri hjá teimum, enn hjá øllum hinum), og ikki »súgva blóð«
hava eins og øll vit onnur uppiborið eitt líkinda dansistað, og dansitiltøk í ítróttar- og samkomuhøllum eru ikki annað enn lappaloysnir. Gamaní, slík tiltøk kunnu eisini verða stak hugnalig og væleydnaði [...] Tinghúsvegnum var so dansur fyri tey, sum vóru úr 15 árum og upp eftir. Hetta var í teimum hølum, sum Club 20 nú heldur til í. Tað fyrstu tíðina, tá ið Club 20 byrjaði, var skipanin tann, at almennur dansur við [...] við 15 ára aldursmarki var frá klokkan tíggju til tvey, og síðani vóru hølini tømd, áðrenn Club 20 við skeinkiloyvi lat upp fyri limum sínum, og var so havt opið til klokkan hálvgum sjey á morgni. Støðan
ikki at fáa nøkur almenn rættindi av hesi orsøk. Naomi Campbell og Joe Pesci? Í Hollywood gongur slaturin um, at fotomodellin Naomi Campbell og sjónleikarin Joe Pesci eru vorðin par. 55 ára gamli Joe Pesci [...] fyri at goyma sambandið, og síggjast tey mangan ganga hond í hond á almennum vegi. Tað, sum eisini fær fólk í Hollywood at øtast, er, at tað er Naomi, sum rennur eftir Joe Pesci og ikki umvent. Nicole Kidman [...] sum Nicholson keypti fyri 15 milliónum í 1991, verður selt fyri 20 milliónir. Til dagligt hava unnusta Nicholsons, Rebecca Broussard, og bæði børn teirra búð í húsunum. Sjálvur hevur Jack Nicholson búð
at fiskiskapurin er altíð ójavnur frá ári til ár. ? Tað hevur altíð gingið upp og niður, og tað fer altíð at ganga upp og niður. Vit koma aldrin har til, at fiskiskapurin verður javnur. ? Er fiskiskapurin [...] forrenta íløguna og til at gera nýíløgur. ?Men tað ber ikki til at taka flotan burturúr heildini og siga, at hann gevur undirskot. ? Flotin má setast inn í eina samfelagsliga heild og metast má um samlaða [...] úrslitið. ? Og skulu vit meta um samfelagsliga avkastið av fiskiskapinum, má hyggjast eftir tí arbeiði, fiskurin kastar av sær og tær avleiddar vinnur, sum fiskiskapurin førir við sær. ? Og tað er ikki
skiftandi tíðir og Henry hevur báði sæð tað ganga upp og hann hevur sæð tað ganga niður. ? Tey fyrstu árini var øgiliga nógv arbeiði. Vit høvdu tríggjar sluppir uppi ísenn og tað varð arbeitt nátt og dag. M.a [...] vóni, at tað eisini gongur Og síðani on læt upp, hevur hon ment seg spakiliga og nú eru aftur einir 20 mans til arbeiðis í Smiðjuni. Tveir drongir eru í læru ein í smiðjuni og ein á bedingini. Ikki pensjonerast [...] nevndir. ? Tríggir tjúgutonsarar vórðu bygdir, ?Edvør?, ?Astrid? og ?Albert Victor?, og teir eru allir til enn. Ein er í Klaksvík, ein í Miðvági og ein á Tvøroyri, so vítt hann minnist. Men teir hava eisini
leggja doyðin í sína ítrótt eins og allir aðrir ítróttarmenn og kvinnur. Júst farna vikuskiftið varð enn eitt umfar av landskappingini í billard spælt. Kaggin var á Tvøroyri og spældi móti næstbesta liðnum [...] rættiliga stutt fráliðið og ov tíðliga er at siga nakað um hvør fer at vera omaná tá kappingarárið er av. Triði og seinasti dysturin í fyrstu deild hetta vikuskiftið var millum Havnar Klubba og Klaksvíkar Klubba [...] dystin 12-6 og liggja á triðja plássi javnir í stigum við Havnar Klubba. Bæði liðini hava 20 stig. Støðan er annars henda: 1. Kaggin, 25 stig 2. Tvøroyrar Klubbi 1, 22 stig 3. Klaksvíkar Klubbi, 20 stig 4.
lar, sum í løtuni verða kannaðir og sum vit halda eru nóg góð tilboð til, at tú kanst taka av einum av teimum. Kjartan Hoydal váttar, at tað er munur á tilboðunum, og at talan eru ymsar loysnir, sum veljast [...] vit ikki fáa nakað fyri einki. Í tilboðunum frá oljusamtøkunum eru ymsar loysnir og sømdir, sum ein skal taka støðu til og hetta er eisini eitt sera áhugavert arbeiði viðgongur Kjartan Hoydal, sum heldur [...] sáttmáli verður gjørdur, verður tað lættari hjá fólki at vita, hvat tað er tey seta pengar í, og tí er rímuligt og rætt at fara undir at tekna seinasta partin av partapeninginum, tá sáttmáli er fingin. So
er longu í Danmark. Og síðst í hesi vikuni fer James Olsen so helst sjálvur avstað. Keypmannahavn verður bústaðurin hjá 28 ára gamla føroyinginum, sum í átta ár búði í íslandi, og har staðfesti sítt navn [...] donsku toppnøvnini Nina Forsberg og eisini Drori/Hansen Furniture, ið eru á skránni. Sostatt trýnir royndi føroyski trummuspælarin lúkst inn í elituna í danska poppheiminum. Og henda kjansin vil James ikki [...] sangarinna í vælkenda bólkinum OneTwo. Nú hevur hon givið út sína egnu fløgu, og áðrenn langt um leingi, skal hon á turné. Og tað er rættiliga vist, at James verður maðurin aftan fyri trummurnar. Í studio